Lýsing
Mynd: Klaksvíkar Ítróttarfelag

Mikkjal er nøgdur við lutakastið

SKRIVAÐ: Jákup Ósá  |  12.06.2018 - 20:08 Ítrottur Tíðindi

- Eg kenni ikki til styrkina á liðunum á Malta í løtuni, men sum útgangsstøðið haldi eg, at hetta er eitt spennandi lutakast, har vit hava ein møguleika at spæla okkum víðari, sigur KÍ venjarin Mikkjal K. Thomassen.

KÍ skal spæla ímóti Birkirkara frá Malta í Europa League. Eitt lið, sum veruliga hevur gjørt um seg í Europa seinnu árini, men í KÍ er man nøgdur við lutakastið, tí man vildi sleppa undan liðunum frá Litava og Wales.

- Hatta er eitt spennandi lutakast og vit halda okkum hava ein møguleika at koma víðari. Men eg havi ikki sett meg inní styrkina hjá Birkirkara enn, so tað er eitt sindur trupult at meta um. Fyri framman liggur eitt stórt greiningararbeiði, og tað byrja vit so smátt uppá nú, tá tíðin er til tað, men ikki fyrr enn báðir landskappingardystirnir eru spældir kunnu vit seta fult fokus á Europa League uppgávurnar. Eg havi góð minnir frá Birkirkara, tí vit slerdu teir út í 2006. Tá vóru vit fysiskt betri fyri, men teir høvdu góðar leikarar. Teirra kapping liggur still nú og ofta eru hóparnir ikki endaliga mannaðir, so tað kann geva okkum ein fyrimun. Hinvegin kann hitin á Malta vera ein avbjóðing, sigur Mikkjal K. Thomassen, sum vónar at fáa eitt nóg gott úrslit á Malta í fyrra dystinum til, at KÍ á heimavølli skal hava ein realistiskan møguleika at koma víðari.

 

Lýsing
Seinastu tíðindini
Kríggj í Klaksvík
Ongantíð at síggja tað góða ið sagt verð…
Blátt er gott hjá Kristian Joensen
Grindin býtt í Nes kommunu
Ørskapu­rin í føroyskum fiski­vinnu­politik…
Útbúgvið fleiri heilsurøktarar
Rentulækking í Norðoya Sparikassa
Betri Banki lækkar sethúsarentuna
KÍ uttan sín besta leikara næstu dystirn…
KÍ eigur 5 av 18 á U21 lands­liðnum
Myndir frá Kallsevna at síggja á Sjómann…
So eru "hongeil­ini" klár til Sjómannadag…
Gadus siglir heim
Broyting í skránni fyri túrarnar hjá Sil…
Myndarøð: Móttøka í Húsinum
Fiskaklettur rokfiskiskap
Í kvøld er STÓR fiski­kapping og STÓRT va…
Næstan útselt til steypafinaluna
Hann var uppgivin - tilbúgvingin gavst a…
Klaksvík 0 – Tórshavn 6