Lýsing
Lýsing
Lýsing

Norðbúgvar kristnaðu Malta

SKRIVAÐ: Jóhann Lützen  |  12.06.2018 - 21:00 Ítrottur Leiðarin Mentan Politikkur Tíðindi

Klaksvíkar Ítróttarfelag og Birkirkara F.C. trektu hvørt annað í lutakastinum til Europa League á miðdegi í dag. Tað merkir, at 28. juni skulu KÍ-leikararnir til søguríku oynna Malta at leika, meðan 5. juli eru teir vertir fyri maltesarunum. Ferð verður fyriskipað í sambandi við útidystin. Her skal verða hugt nærri at søguríka oyggjalandinum í Miðalhavinum, sum tað verður sagt, at sjálvasti Paulus skal hava verið skipbrotin á.  

Malta hevur eina serliga søgu. Sum flestu europeisku lond byrjaði tað sum landbúnaðarsamfelag við lítlum íbúgvaratali. Fønikarar koloniseraðu oynna umleið ár 700 f.Kr. og høvdu hana í 500 ár, tá hon gjørdist partur av Rómverjaríkinum ár 218 f.Kr. Eftir at Rómverjaríkið fall, fór oyggin undir Byzantinararnar, men fall fyri arabiskari invasión í 870. Hetta er umleið samstundis sum føroyska landnámið, tá norðmenn búsettu seg í Føroyum.

Lagnunnar speisemi vildi tað soleiðis, at tað vóru eisini norðmenn, ella rættari eftirkomarar av norðmonnum, sum kristnaðu Malta. Eina lítla øld eftir at Sigmundur kristnaði Føroyar, fóru normannar í 1091, ið 20 ár frammanundan høvdu hertikið Sicilia, víðari til Malta og tóku landið. Normannarnir komu úr Normandínum í Norður-Frankaríki, og bera tað navnið, tí teir vóru eftirkomarar av norðmonnum úr Noregi.

Oyggjarnar vóru spakuliga kristnaðar eftir hetta, alla tíðina sum landbúnaðarsamfelag. Fyrstu árini var átrúnaðurin framvegis í høvuðsheitum muslimskur, men so við og við blivu fleiri og fleiri maltesarar kristnaðir. Tá vit koma fram til beint áðrenn Trúbótina, í 1530, fekk tann víðagitni Johannitaraordnanin tillutað Malta. Hesin ordanin er fyrst og fremst kendur fyri at megna at standa ímóti tí stóra Ottomanska Imperiinum, tá hetta royndi at taka oynna í 1565, og ordanin varðveitti Malta í yvir 200 ár eftir hetta.

Í 1798 gjørdist Malta franskt, eftir at Napoleon ynskti eina trygga havn í Miðalhavinum. Tað var ikki uttan stríð, og maltesarnir bjóðaðu seg fríviljað yvir til Bretland í staðin, sum yvirtók oynna bert 2 ár seinni. Malta var bretskt protektorat heilt fram til eftir 2. heimsbardaga, tá landið fingu heimastýri, ið vardi við, til Malta endaliga fekk fullveldi í 1964 sum lið í tí heimsumfatandi avkoloniseringini hjá bretska heimsveldinum.

Malta hevur altíð havt, vegna sína plasering miðskeiðis millum Europa og Afrika, ein sentralan strategiskan leiklut. Heilt frá fønikararnir tóku land har, yvir kartagensarar til rómverjar, og eisini undir bæði krossferðunum, napoleonskrígnum og 2. heimsbardaga. Men ongin av hesum strategiskt søguligu týðandi hendingum er Malta lika kend fyri sum fyri at vera bastiónin hjá kristnu johanittarriddarunum móti islamisku invasiónsroyndini hjá Ottomanararíkinum síðst í miðøldini.

Sum nevnt sigur søgnin, at apostulin Paulus skal hava verið skipbrotin á Malta. Sama søgn sigur, at Paulus í árinum 60 skuldi verða sigldur til Rom at standa rættarmál fyri at hava roynt at íbirt uppreistur. Skipið rendi seg í ógvusligan storm, og rak fyri vág og vind í 2 vikur, til teir skolaðu á land á Malta. Allir 274 mans yvirlivdu. Malta er tí eisini nevnd í Ápostlasøguni, kapittul 28, í Bíbliuni. Kristindómur verður sagdur at hava livað á Malta síðani, hóast ikki sum høvuðstrúgv.

Serligt fyri Malta er fólkatalið. Umleið ár 1000 verður mett, at íbúgvaratalið á Malta er á leið 20.000, og tað heldur fram við at vera 20.000 tær næstu 5 øldirnar, tá johannittarnir fáa oynna. Í 1632 eru 52.900 fólk á Malta, fleiri enn í Føroyum nú. Tá fransmenn taka landið í 1798, búgva 100.000 fólk har. Í 1842 verða 113.364 íbúgvar taldir har, í 1875 eru tey 150.000, í 1900 heili 190.000 og bert 25 ár seinni er fólkatalið uppi á 225.000. Í 1950 teljast 310.000 har, og um aldarskiftið til okkara øld 366.000. Í 2016 búðu 436.947 fólk á Malta.

Onkur vildi sagt, at orsøkin er flóttafólk. Malta liggur millum norður-Afrika, fyrst og fremst Libya, haðani nógv fólk eru flýdd, og suður-Europa, har tey flýggja til. Men hetta er ikki høvuðsorsøkin til skjóttvaksandi fólkatalið. Bert umleið 30.000 íbúgvar eru ikki maltesarar, og av teimum 30.000 er umleið helvtin av europeiskum uppruna.

Býurin Birkirkara, sum KÍ skal vitja, er tann størsti á Malta. Hann er 4 ferðir størri enn høvuðsstaðurin Valetta, ið er á stødd við Klaksvík. Valetta hevur 5.680 íbúgvar, meðan Birkirkara hevur 22.247 íbúgvar (tølini eru frá 2014, og á internetinum verður skrivað, at talið er omanfyri 25.000 í dag).

Hóast Malta liggur mitt í spenningsfeltinum millum Europa og Afrika, er Malta í dag eitt trygt land at ferðast til. Vanligi smákriminaliteturin, sum eisini eyðkennir flestallar turistbýir, er gamaní eisini á Malta, men er ikki nevnivert hægri enn í t.d. Danmark. Lummatjóvarí, rok í sambandi við fyllskap í náttarlívinum og smávegis ferðsluóhapp er nakað, til ber at koma út fyri, men hetta er onki at setast aftur fyri, tí tað er sjáldsamt.

Lýsing
Seinastu tíðindini
Landið má leggja trýst á kommunur
Mjølnir enda á heimavølli
Sáttmáli undirskrivaður um lækna­miðstøði…
Aðalfundur verið í Íverksetara­húsinum
Methøg søla av elorku og methøg framleið…
Virkið vár byrjar og endar við renning
33 nýggjar íbúðir á Argjum
Havsbrún í Fuglafirði - 365 dagar uttan…
Útróðurin hevur ongan góðan í tinginum o…
Skíggjanýtsla og antibiotika ovast á dag…
Fiskimála­ráð­har­rin tekur og gevur
Rannvá Dahl vart ph.d. á Københavns Univ…
Kent ”Kenno” Petersen í Varpinum
Stjørnan hevur aðalfund
Nógv tann størsta stoypingin í Norðoyggj…
Heðin Kambsdal sýnir fram í Gamla Seglhú…
Varpið fær tríggjar milliónir krónur
Nordic Music Camp í Føroyum
Atlantic Airways 36 mió. í avlopi í fjør
Á floti sunnanfyri í gjár