Kunnu politikarar vera skaðiligir fyri samfelagið?
Fyri at yvirliva politiskt í nútíðarsamfelagnum, noyðast politikarar støðugt at gera vart við sín eksistens. Tað er ikki nóg mikið, at ein politikari bara røkir sítt virki væl og virðiliga, men viðkomandi skal eisini hoyrast og síggjast regluliga, og helst rópa eitt sindur hart, eisini um mál, sum hon ella hann onki innlit hava í.
Tað vildi verið illavorðið at sagt um politikarar at »tómar tunnur buldra mest«. Men heilt skeivt er tað kanska ikki, tí fjølmiðlarnir eiga lívið í politikarunum, og tað er gjøgnum fjølmiðlarnar, heldur enn gjøgnum góð avrik, at politikarnir tykjast fáa prógvað sítt virði. Í tí, sum her verður sagt, verður mest sipað til støðuna, sum hon er í Danmark í dag. Men støðan her er kanska ikki so heilt ólík støðuni í Føroyum kortini.
Nú fólkatingið er farið til hús fyri summarið, fara ávísir politikarar at leika í í fjølmiðlunum av ótta fyri at blíva gloymdir, ella fyri at gera sær dælt av, at mangir av fólkatingslimunum veruliga eru í summarfríð. Tinglimirnir hjá Dansk Folkeparti hava gjørt seg til serfrøðingar í at gagnnýta agurkutíðina hjá fjølmiðlunum. Og fjølmiðlanir slúka alt rátt, sum politikararnir koma við hesa tíðina.
Fjórða stasvaldið, ið annars er ætlað at verja um sannleika og objektivitet, vil hava politikarar til at taka støðu til mál – mangan tung álvarsmál – langt áðrenn málini eru fullbúgvin. Og møsnið er hareftir! Tí í mongum førum kann tað vera líkamikið, hvat politikar halda um aktuellar hendingar – tað hevði mangan verið skilabetur at biðið um viðmerkingar frá fólki, ið vita hvat tey tosa um (og ikki bara frá sjálvbestaltaðum serfrøðingum).
Hvat klókt kunnu politikarar siga um skógareld ella úlvar í Jútlandi, um ov nógv regn ella um terra? Ávísir politikarar hava gjørt tað til sítt spesiali at vera djúpt harmir og forargaðir yvir næstan hvat sum helst, bara tey verða spurd, fyri síðani ikki at gera nakað sum helst við støðuna ella trupuleikan.
Eitt eru fólkatingslimir, ið spíra sum ókrút um allan tíðindaheimin í summarfrítíðini. Verri eru tað við teimum mongu ministarunum, ið eisini kenna seg noyddar at prógva, at teir eru til. Tí hetta fólkaslagið raserar alt árið. Mangan er talan um politiskar unglingar – um politisk vøggubørn – sum fara heilt niður í kolkjallaran, um tey ikki hava verið at sæð á sjónvarpsskíggjanum seinastu tveir ella tríggjar dagarnar.
Og fyri at prógva sin eksistens, fyri at vit ikki skulu gloyma at tey eru til, so sveiggja tey um seg við broytingum í teirra málsskipanum, sum mangan, tíbetur, hava lítið og onki uppá seg. MEN tey kunnu eisini trýsta stórbroytingar í gjøgnum við stórum og skilaleysum skundi, sum kunnu vera samfelagsskaðiligar, bara fyri at prógva, at tey eru til.
Persónliga taki eg serliga synd í danska skúlaverkinum, frá klassa 0 til kandidatstig. Her hava skiftandi ministarar svansað við broytingum, so lærarar, næmingar ella lesandi næstan ikki vita um tey eru keypt ella seld. Alt undirvísingarverkið verður vent upp og niður fleiri ferðir um árið. Nóg illa hava tey sett seg inn í nýggju broytingarnar, fyrr enn nýggjar eru á veg. Hví ikki geva skúlum og lærustovnum loyvi til at arbeiða í friði í náðum? Fólkini har hava hóast alt betur skil fyri á virkseminum, enn tilvildarligir nýggir málaráðharrar.
Erkadømið um slíkt fixfaksarí er ein fyrrverandi skattamálaráðharrin, forsætismálaráðharrin og aðalskrivarin í NATO. Sum ungur liberalistiskur besservissari sendi hann helvtina av arbeiðsfólkunum hjá SKAT heim, tí øll høgravend vita jú, at alment lønt fólk gera onki uttan at drekka kaffi og lesa avís í arbeiðstíðini.
Úrslitið av hansara besservissaríi er, at stovnar og privat í Danmark skylda danska skattavaldinum milliardir og aftur milliardir, sum tey fáu, ið vórðu eftir á skattakontórunum, ongan møguleika høvdu at halda eftirlit við. Sami starvsfólkatørvur hevur havt við sær, at útlendskir fupparar hava haft súgvuslanguna djúpt niðri í danska statskassanum, og ríkað seg við fleiri milliardum, ið tað er ógjørligt at fáa hendur á. Og nevndi ministari gongur leysur enn, og hevur fingið hægsta heiður frá hennara hátign!
Slíkt hendir sjálvandi ikki í Føroyum – ella?
Bergur Jacobsen
Bergur Jacobsen er føddur og uppvaksin á Stongunum í Klaksvík. Útbúgvin prestur frá Chichester Theological College, University of Southampton. Hevur verið prestur á Sandi, við donsku Kirkjuna í London, i Ordrup og í Føroysku Kirkjuni í Keypmannahavn. Starvaðist í Útvarpinum í átta ár, og var landstýrismaður fyri Sjálvstýrisflokkin í tvey ár. Bergur hevur ongantíð sæð ein heilan fótbóltsdyst, men spælt í nógvum hornorkestrum. Bergur hevur eisini verið blaðstjóri á Norðlýsinum og á Tingakrossi eitt stutt skifti.
Bergur Jacobsen
Bergur Jacobsen er føddur og uppvaksin á Stongunum í Klaksvík. Útbúgvin prestur frá Chichester Theological College, University of Southampton. Hevur verið prestur á Sandi, við donsku Kirkjuna í London, i Ordrup og í Føroysku Kirkjuni í Keypmannahavn. Starvaðist í Útvarpinum í átta ár, og var landstýrismaður fyri Sjálvstýrisflokkin í tvey ár. Bergur hevur ongantíð sæð ein heilan fótbóltsdyst, men spælt í nógvum hornorkestrum. Bergur hevur eisini verið blaðstjóri á Norðlýsinum og á Tingakrossi eitt stutt skifti.