Lýsing
Lýsing
Lýsing
Lamba er gomul søgulig bóndabygd og er partur av Runavíkar kommunu

Veitsla í Landnyrðingsføroyum

SKRIVAÐ: Jóhann Lützen  |  13.06.2018 - 09:30 Ítrottur Leiðarin Mentan Tíðindi

Ferð eftir ferð verður ført fram úr Miðstaðarøkinum, at Føroyar eru vorðnar alsamt meira samanbundnar, og at norðari parturin av Føroyum er vorðin ein samanhangandi eind. Hetta passar ikki fyri Vágar og Norðoyggjar, sum framvegis verða kunstiga hildin í útjaðarastøðu við bummgjøldum, men eitt øki sum tað møguliga kann sigast at passa fyri, er Runavíkarøkið.

Um fáar dagar verður árliga fólkafestin við Skálafjørðin, Eystanstevna, hildin í Runavík. Annað hvørt ár er FM-kappróður í Runavík á Eystanstevnu, og so er aftur í ár. Tað eru NSÍ, NSÍ-Kappróður, Tjaldur, Støkk, Mentanarhúsfelagið og KFUM-skótarnir, ið skipa fyri stevnuni.

Tá hugarensli sveimar úteftir eystara armi av Skalafjørðinum, so steðgar tað nattúrligt í Lamba. Olduromman Katrina var úr Lamba og var bert eitt av systkjunum, ið fluttu norður í Bø. Lagnan var ikki henni blíð. Fyrri maðurin Andrias í Niðristovu gekk burtur við Stangabátinum á veg norð úr Havn. Á suðurferðini høvdu teir sett Katrinu upp í Lamba, har hon skuldi verða eitt skifti. Bert ein av bátsmanningini bjargaðist. Hetta var í 1883. Fýra ár seinni giftist Katrina við bróður Andrias, Poul bónda í Niðristovu. Soleiðis var mín famlija í faðirætt eisini umboða á Kambsdali í 1986, tá Lambaslagið hevið familjustevnu í ítróttarhøllini. 

Tað er onki at taka seg aftur í, at býrt tú í Runavíkarøkinum, so býrt tú mitt í (norður-) Føroyum. Við størstu samferðsluverkætlan í Føroyum nakrantíð kemur Runavík at liggja mitt ímillum størsta og næststørsta býin í landinum, og er sjálvur triðstørsti býurin. Tað er longu farið at merkjast, bæði í kommununi og ikki minst í grannakommununum, at hugurin at búseta seg við Skálafjørðin er í stórari øking.

Eysturoyggin og Norðoyggjar útgera tilsamans Landnyrðingsføroyar, og tað er onki at taka seg aftur í, at tað fyrst og fremst er vinnulívið, sum eyðkennir tað økið. Eysturoyar Sýsla fær per capita nógv minst úr Landskassanum í mun til fólkatalið. Og fólkið í økinum tykist vera stolt av at klára seg uttan nevniverda almenna hjálp. Her er tað vinnan, sum er lokomotivð.

Eysturoyingar, ikki minst runavíkingar, hava nevniliga tað til felags við norðoyingar, at teir seta eina stóra æru í at vera sjálvbjargin. Klaksvíkingar vita alt um, hvat tað merkir at vera lokalur, men runavíkingar munnu ikki standa langt aftanfyri. Tað at vera góður við sítt lokaløki sæst væl aftur í vinnulívinum, men eisini í ítróttinum, átrúnaðinum og felagslívinum annars. Her eru fleiri ítróttarfeløg við Skálafjørðin, hvørt við sínum serstaka lokala felagsanda.

Í mun til nógvar aðrar kommunur, serliga tær stóru og miðalstóru, skarar Runavíkar Kommuna burturúr sum tann, har borgarstjórin er borgarstjóri og bara borgarstjóri. Har er ikki partapolitisk uppstilling til kommunuval í Runavíkar Kommunu, og um borgarstjórin stillar upp til løgtingsval eisini, og verður valdur, ja, so hevur hann higartil sagt borgarstjórasessin frá sær. Sostatt hevur kommunan altíð ein fulltíðarborgarstjóra.

Økið við Skálafjørðin er kanska tað økið í Føroyum, har menningin gongur við mest rívandi ferð. Runavík er longu eitt vinnuligt og fíggjarligt kraftsentur í Føroyum, og stendur til at gerast miðdepil í Norðurføroyum. Tað skal vera undarligt, um Runavík ikki fer at krevja sín rættvísa bita av almennu køkuni, tá tað ikki innan alt ov langa tíð vera 15 minuttir til Havnar – tí tað verða nú eisini bara 15 minuttir hin vegin.

Tá menningin gongur so skjótt fyri seg, er umráðandi, at ein ikki missir seg sjálvan og sín samleika burtur. Runavíkarøkið verður, hálvt í skemti, hálvt í álvara, rópt Bíbliubeltið í Føroyum. Og tað er rætt, at átrúnaðurin stendur sera sterkur í hesum økinum. Her er eitt virkið trúar- og samkomulív, eins og traditionella fólkakirkjan sanniliga eisini heldur tørn – og væl tað.

At halda fast við traditiónirnar er umráðandi, serliga í sovorðnum tíðum. Og ein liður í hesum er at halda lokala stevnulívið í hevd til gaman og álvara. Fólkið savnast á fundi til prát og hugna. Hetta gera runavíkingar og onnur við Skálafjørðin, nú tey fara undir at halda Eystanstevnu 2018.

Norðlýsið ynskir øllum eina góða Eystanstevnu!

 

Skráin fyri Eystanstevnuna sæst her. 

 

Lýsing
Seinastu tíðindini
50 ár síðan Reyðu Khmerdrápini
Verja og visiónir
Eina stóð ph.d.-verjuna væl og virðiliga
Grant er í Klaksvík hvønn dag
Landið má leggja trýst á kommunur
Mjølnir enda á heimavølli
Sáttmáli undirskrivaður um lækna­miðstøði…
Aðalfundur verið í Íverksetara­húsinum
Methøg søla av elorku og methøg framleið…
Virkið vár byrjar og endar við renning
33 nýggjar íbúðir á Argjum
Havsbrún í Fuglafirði - 365 dagar uttan…
Útróðurin hevur ongan góðan í tinginum o…
Skíggjanýtsla og antibiotika ovast á dag…
Fiskimála­ráð­har­rin tekur og gevur
Rannvá Dahl vart ph.d. á Københavns Univ…
Kent ”Kenno” Petersen í Varpinum
Stjørnan hevur aðalfund
Nógv tann størsta stoypingin í Norðoyggj…
Heðin Kambsdal sýnir fram í Gamla Seglhú…