Lýsing
Í dag og í morgin fara vit at liggja undir skýggjunum, sum hoyra til lágtrýstini, sum á hesari myndini eru stødd ein útsynning úr Føroyum og vestan fyri Írland. | Mynd: www.dmi.dk

Nú regnar um alt landið

SKRIVAÐ: Hanus Kjølbro  |  13.06.2018 - 10:29 Tíðindi Veðrið

Landsynningur-sunnan í morgun, 5 til 10 m/s, og allar støðir Landsverks siga frá regni.

Eitt lágtrýst við vindi og regni er ávegis, men tað fer ikki at skikka sær akkurát sum spátt varð fyrradagin.

Byrjandi við degnum í dag, so fer vindurin at koma úr landsuðuri til nakað eftir døgurða, tá ið ann fer at ganga upp í móti landsynningi-eystri. Vindferðin er um 5 til 10 m/s, men seinnapartin fer at veksa eitt vet – upp í 8 til 13 m/s.

Tað fer at regna allan dag – í støðum kanska onkrar turrar løtur. Eitt samanrunnið brúgvalag liggur væl parkerað oman fyri Føroyar, og tað fer at seta sín dám á dagin. Mesta regni verður seint seinnapartin.

Í kvøld er aftur sunnan, lítil vindur og turt. Men tað varðar ikki leingi, tí í nátt fer vindurin at veksa eitt lítið sindur, upp í 5 til 10 m/s, úr landsynningi, og tað fer aftur at regna.

Í morgin ári støkkur hann niður í sunnan, vindur minkar niður um 5 m/s, og tað verður turt.

Út á fyrrapartin í morgin veksur hann aftur vindin spakuliga, ættin fer í landsynning.

Seinnapartin í morgin verður hann vestan, veksandi skjótt út lítlum og ongum til 15 til 20 m/s tíðliga um kvøldi, og tað fer at regna.

Fríggjanátt og fríggjamorgun fer vindurin at minka, og tað verður turrari.

Tá ið lágtrýst soleiðis koma beint á okkum, eru forsagnirnar ikki lættar at gera. Ein lítil munur í gongdini á lágtrýstinum ger stóran mun í veðrinum hjá okkum.

Tí steðgi eg her….

 

Lýsing
Seinastu tíðindini
Vilja broyta nøkur konkret ting
Upptakt: KÍ-EB/­Streymur
Norð­oyastevnublaðið kemur mikudagin
Það er nauðsynlegt að sigla, en ekki nau…
Politikarar kappaðust í egningarskúri­num…
KÍ fekk stig í Sørvági
9 ár síðan Roysningu­rin Ári, vitjaði
Sonja kann bjarga Tjóðveldis­flokkinum
Sambands­flokku­rin aftur á Fólkating
Fríggja­dagin hitti borgar­stjó­rin borgars…
Rukkulakkin á Norð­oyastevnu
Jørgen lýsir fyrstu 20 dagarnar hjá Heði…
Hjálpar­fólk til Føroya størsta heilsutil…
#400 er klar til at opjusteres
Tveir KÍ-leikarar á U21-lands­liðnum
Vælkomin Seglskip
Javnaðar­flokku­rin vil skapa ítøkilig úrs…
4.300 vitjaðu Atlantic Fair
Bjørn Kalsø stillar ikki upp til Fólkati…
Kykmynd: Sáttmálin longdur