Lýsing

Nógv virksemi i Skúvadali

SKRIVAÐ: Oliver Joensen  |  13.06.2018 - 15:50 Mentan Myndarøð Tíðindi

Vit sóknast eftir onkrum, ið kann koyra gravimaskinuna, ið er komin eystur. Í gjár týsdagin “slengraði"   tyrlan hjá Atlantsflog køkin og tilfar til tyrlupallin eystur í Skúvadal.

Húsið hjá skótunum er mest sum liðugt. Tó er ymiskt sum skal gerast. Leygardagin verður aftur ein arbeiðisdagur har eysturi, og tá er ætlanin at fara undir at gera eina gøtu fra tyrlupallinum og oman til húsið. Tað er her, ætlanin er at brúka gravimaskinuna. Men brúk er eisini fyri nógvum “manpower” at hjálpa til at trilla grót og ymiskt annað kropsligt arbeiði. - Vit fara eystur leygarmorgunin klokkan 08.00 og byrja at ganga av endanum á Oyravegnum. Haldið tykkum ikki  aftur, øll, ið vilja stuðla arbeiðinum hjá skótunum her eysturi eru meira enn vælkomin.

Ikki minst er ætlanin at seta køkin upp. Køkurin hevur verið eitt projekt, ið menn hava gjørt í Skótahúsinum Uppistovu í vetur. Nú er bert eftir at seta hann upp í húsinum har eysturi og til tess hevði verið gott um onkrir handverkarar høvdu bjóðað seg fram. Ymiskt annað smávegis handverksarbeiði skal eisini gerast.

Túrurin í gjár Um miðdagsleitið var byrjað at “slingrað” Tað vóru teir báðir Hans Erik Jakobsen og Óli Reynskor, ið høvdu ábyrgdina av flúgvingini. Gunnar Krúnufjall tók sær av arbeiðinum á tyrlupallinum í Klaksvík, har hann skuldi hanga gravimaskinu, køk og nógvar sekkir av tilfari frá Grótbrotinum í Klaksvík upp undir Tyrluna. - Norðlýsið var við á túrinum eins og Árni Skaale og onnur. Eg og Ásmundur bróðir høvdu valt at ganga heim aftur, so vit tóku hond í upprudding áðrenn vit fóru til gongu. - Nú skuldi so verið klárt til ein góðan arbeiðsdag leygardagin.

Lýsing
Seinastu tíðindini
Sjóvarmál 2018 komið!
Bragd og Tuneq neyvan í rættin
Kvotan av norð­havssild lækkar 53%
Pitsa guðstænasta í Kunoy
Kølið í dag
Fíggjarstýringin hjá býráðsmeiriluta­num…
Regionaliserað Posta
Bill spyr um fígging til grund­stykkir
Jógvan spyr um navnanevndina
Dart: Lýdia og Petur vunnu
Ótrygt at vera sjúkur í Føroyum
Svanareiðrið eigur dýrasta veðrakjøt í l…
Sundskarð á ferð
Haruhagar­nir í Árnafirði
Haruskjóting - Múlahagi
KÍ spælir á Skála um FM í morgin
Boðini undir metingini
Norðlýsið tippar: Tummas Lervig landsstý…
Jákup B rokfiskiskap undir Føroyum
Treysti: Børnini byrja innandura í morgi…