Lýsing
Norðlýsið hevur HM studio í Betri, har verturin Kristian Joensen fer at hava gestir á gátt, at umrøða HM í Russlandi. Jóan Pauli Jacobsen var fyrsti gestur. Motus Sport hevur latið Kristian í Íslendsku blusuna. HM blusur fáast hjá Motus Sport

HM byrjar í dag

SKRIVAÐ: Jóhann Lützen  |  14.06.2018 - 07:06 Ítrottur Tíðindaskriv Tíðindi

Fótbóltsnørdar gleði tykkum. Fyri framman standa 64 dystir komandi mánaðin. Vertstjóðin Russland tekur móti Saudi Arabia kl. 16.00 í dag.

Nú verður tað! Øll sum elska fótbólt, elska HM. Nú má alt setast til síðis, sum kann setast til síðis. Tí nú byrjar Heimsmeistaraheiti í Fótbólti. Verdensmesterskabet ella World Cup.

Minnast tit Maradona tá hann kysti tiltikna HM steypið í Mexico í 1986, minnast tit Baggio tá hann brendi straffi í HM finaluni í USA í 1994 og minnast tit Zidane tá hann skallaði Materazzi í bringuna í HM finaluni í Týsklandi í 2006? 

Komandi mánaðin verða nýggj minnir skapt. VAR skipanin verður nýtt, so ivaleyst megnar ongin at endurtaka málið hjá Maradona móti Onglandi á sinni.

Norðlýsið ger nógv burturúr HM í Ruslandi. Altíð vælupplagdi Kristian Joensen er vertur í HM studio hjá Norðlýsinum. Karmarnir eru framúr í Betri.

Gløggi hyggjarin leggur merki til at Kristian er í Íslendsku landsliðsblusuni. Motus Sport er klædnaveitari. Íslendska landsliðsblusan og aðrar fáast til keyps í Motus Sport.

 

Skrá:

  • 13 juni: HM studio við Jóan Paula Jacobsen - upptakt til bólkarnar VIð Jóan Paula Jacobsen
  • 18 juni: HM studio við Agnar Fredriksen
  • 20 juni: HM studio við Manna Høgnesen
  • 22 juni: HM studio við Oddur Olsen
  • 25 juni: HM studio við Hassadi Midjord
  • 27 juni: HM studio við Hjalgrím - hyggja fram ímóti 1/8 finalunum 
  • 29 juni: HM studio við Lassin Isaksen - taka saman um bólkaspæli og dómara avrik
  • 02 juli: HM studio við Niels Pauli Danielsen
  • 05 juli: HM studio við Jón Kára í Brekkuni - hyggja fram ímóti kvartfinalunum 
  • 09 juli: HM studio við Niclas Niclasen - hyggja fram ímóti hálvfinalunum 
  • 14 juli: HM finalustudio við Jóan Paula Jacobsen - taka saman um HM 2018

 

Sí fyrsta HM studio her 

Lýsing
Seinastu tíðindini
John Petersen nýggjur lands­liðsvenjari
Núpur roktúr norð­anfyri
Ársins leiðarar 2019 | Topp 3 kandidatar…
Magni við Løkke: Vit skulu hava uttanrík…
Mehdi longt sáttmálan
Føðingardagskvøða til formannin, Jørgen…
Breyta­skipanin endur­skoð­ast?
Lógaruppskot skal tryggja fakligu dygdin…
Blaðstjórar skifta
Fyrrver­andi løgmaður finst at atgerðarlo…
Til minnis um bróðir mín, Hera Kragestee…
Kári spyr løgmann um revsing í rúsevnamá…
Formula varpar ljós á persónsdátuvernd o…
Vinnufundur í Spania­stovu og Beinta á Bó…
Team Klaksvík fylgdi við VÍF í 40 minutt…
Styrkir og veikleikar hjá norska KÍ miðv…
75 ára føðingardagur
Skúli og skúla­stjóri í 30 ár
Gongd á Fjørðuvegin í Runavík
Pápin til horvna mannin takkar føroyingu…