Lýsing

Sangir og vísir til gaman og álvara

SKRIVAÐ: Tíðindaskriv  |  14.06.2018 - 10:55 Mentan Tíðindaskriv

Okkara Sangbók kom út á fyrsta sinni í 2006, og hevur ikki verið at fingið nú í nøkur ár. Men nú kemur Okkara Sangbók út aftur í dagførdum hami.

Í nýggju og dagførdu útgávuni eru tilsamans 267 sangir, harav 48, sum ikki vóru í útgávuni frá 2006 – bæði nýggjari og eldri. Føroysku sangirnir telja 211 tilsamans, meðan tað eru 56 útlendskir sangir, serliga enskir og norðurlendskir. Sum nakað heilt nýtt verða myndir av øllum gittargrepunum vístir við hvønn sangin sær. Á tann hátt ber til at síggja, hvussu grepini í sanginum skulu takast, uttan at blaða aðrastaðni í bókini. Sangur lyftir upp, og sangur sjóðar saman. Okkara Sangbók hevur sangirnar, sum okkum dámar at syngja saman her í Føroyum.

 

Almenn framløga

Í samband við at dagførda útgávan nú kemur út, verður almenn framløga í H. N. Jacobsens bókahandli fríggjadagin 15 juni frá klokkan 16. Livandi tónleikur verður at hoyra – sjálvandi við sangum úr Okkara Sangbók.

Øllum verður ynskt hjartaliga vælkomin til framløguna.

 

 

Lýsing
Seinastu tíðindini
Lat okkum menna samstarvið
Skúvoyggin skal ikki skeklast burturúr
Ein ótrúligur “Dropi í lívsins havi”
Eystanstevnan
Stórir samfelagsligir fyrimunir við einu…
Tema um samstarv
Darius Lewis bjóðar seg eisini fram
Livir í huga nú minnið um góðan mann
Fer støðið hjá KÍ at halda eftir summars…
Brúdleyp - Bjørg og Tummas Jóhan
KÍ genturnar vunnu steyp
Himmalbrævið
Kirkjan fullsett
Tyrlan eftir kajakk-rógvara
Bera útlendingar ikki brek?
KÍ styrkti um oddasessin
Spennandi dagur í Svínoy í dag
Ringa støðan á Sandoy Seafood
Hevur Javnaðar­flokku­rin broytt kós?
Gerhard biður um fund við Høgna Hoydal u…