Tíðindi Politikkur Mentan Ítrottur Veðrið Lýsingar Norðlýsið Tekna hald
Lýsing

KVF søkkur enn longur í Sortudíki

SKRIVAÐ: John William Joensen  |  14.06.2018 - 14:00 Lesarabrøv Politikkur

Eftir at innanhýsis samskiftið millum blaðmann á VP.FO endaði hjá triðamanni og síðandi varð latið Sosialinum, hevur miðlamafian í Havn við sínum fjepparum, verið á gosið um at Kringvarpsstjórin skal eiga orðini í tíðindastubba á Vága Portalinum.

At øsingin millum starvsfólk á tíðindadeildini í KVF er so ógvuslig er ikki løgið, tí eftir at stjórin boðaði frá at ein uttanhýsis eftirmeting skuldi gerast av virkseminum hjá tíðinda deildini í KVF, endaði stjórin í sonnum ódnarveðrið. Beinanvegin varð hann noyddur at bakka og fólkini, sum hann hevði sett í nevdina, við m.a. Øssur Wintereig, at standa fyri uttanhýsis kanningini vórðu sett frá. Ístaðin varð ein trímannanevnd við einans starvsfólkum í KVF við tíðindakvinnuni, Brynhild Thomsen sum formanni, sett at eftir- og góðskumeta arbeiði hjá starvsfeløgum og vinfólkum á stovninum. Síðani hevur eingin frætt meira um hetta arbeiði, og seinast Norðlýsið spurdi var svarið, at ætlanin var ikki at geva almenninginum, sum annars rindar fyri alt virksemið í Sortudýki, innlit í kanningina.


Hvørki Kringvarpsstýrið ella Mentanarmálaráðið stuðlaðu nýggja stjóranum nógv umrødda málinum, sum varð ein almenn eyðmíking av nýggju leiðsluni, sum annars hevði sett sær fyri at uppbyggja álitið á stovnin aftur.


Síðani valdi Kringvarpsstjórin at siga tíðindaleiðaran úr starvið og eftirfylgjandi staðfesti Mentanarmálaráðið at fyrrverandi tíðindaleiðarin:
…. ikki hevur úttalað seg rætt um ávís týðandi viðurskifti innan sítt egna starvsøkið, og kærarin ikki hevur gjørt greitt, at hon úttalar seg egna vegna sum privatpersónur. Mett verður heldur ikki, at kærarin í leiklutinum sum tíðindaleiðari hevur umrøtt stjóra sín á ein sømiliga hátt, og at møguliga ber eisini til at siga, at kærarin hevur brotið tagnarskylduna. Vísandi til hesar umstøður verður ikki mett, at kærarin hevur sýnt rættan leiðsluatburð, og kærarin kann tí sigast at hava sett trúvirðið hjá stovninum í vága….


Men álíkavæl avgjørdi Mentanarmálaráði at áleggja stjóranum í KVF at seta starvsfólkið (sum sambart MR hevði sett umdømi hjá KVF í Vága), aftur í starv.


Avgerðin í Mentamálaráðnum, sum í hesum sambandi beinleiðis dikteraði stjóranum hvør persónur skal vera í starvið á stovninum, hevur fullkomiliga tikið grundarlagið undan leiðslu  og gjørt uppgávu hjá stjóranum á stovninum nærum ógjørliga.
 
Málið um um sonevnda “dulnevnda-lesarbrævið” á Vágaportalinum
Eftir at samskifti millum stjóran á KVF og VP endar hjá triðamanni hava miðlafólk í Havn verið á gosið um at sjórin fyri KVF skrivar dulnevnt lesarabræv um trupuleikarnar í KVF á Vága Portalinum.
Fyrst mugu vit staðfesta at nevndu greinar eru ikki dulnevnd lesarabrøv, men tíðindagreinar, sum miðlamaður á Vágaportalinum hevur skrivað.

Innhaldi í greinunum er meinaleyst og viðger nakrar veruleikar og er ikki á nakran hátt óreint.
Teldupostarnir avdúka, at stjórin í KVF er ein kelda hjá VP, sum í samband við greinina hava partarnir samskift um innihaldi í greinini. Sambært Vágaportalinum er samskifti farið fram umvegis telefon, messenger og teldupost, og almenningurin hevur einans fingið innlit í eitt “uppskot til grein” sum hevur ferðast millum kelduna og VP.
Miðlamafian í Havn vil verða við at stjórin í KVF eigur orðini í greinini á Vága Portalinu, men tað er sera ivasamt um hetta kann staðfestast, út frá hesum brotpartinum av samskiftinum.


Men vit kunnu staðfesta út frá tí sum stendur í greinini og í telduposta samskiftinum, at stjórin einki ólógligt hevur gjørt. Tað sum hann hevur upplýst eru alt upplýsingar, sum øll kunnu fáa innlit í.

Teldupostar aftur og fram
Málið um tað sum fyrrverandi tíðindaleiðarin hjá KVF hevði skrivað  í telduposti til Miðlahúsið  varð mett at verða sera álvarsligt av Mentanarmálaráðnun, men tó ikki álvarsamt nokk til “taka breyði frá tíðindaleiðaranum” meinti  MMR í niðurstøðu síni.


Nú verður spennandi at vita um Kringvarpsstýrið kemur til somu niðurstøðu sum MMR kom í omanfyrinevnda málið – nú Kringvarpsstjórin hevur sent teldupostar til Vágaportalin.
 
 
Kringvarpsstýrið hevur móttikið og viðgerð kæru
Eftir at limur í Kringvarpsstýrinum (sum er fyrrverandi starvsfólk í KVF) og miðlafólk á tíðindadeildini hjá KVF hava úttala seg alment um máli, hava (sambært IN.fo) øll starvsfólkini á tíðindadeildini sent stýrinum mótmæli um samskifti millum stjóran í KVF og VP.
 
Higartil hava baði Kringvarpsstýrið og Mentamálaráðið bakka fyri starvsfólkunum í KVF, eftir at Mentamálaráðið tók leiðslurættin frá stjóranum. Tí kunnu vit  neyvan væntandi annað enn at stjórin í KVF verður offraður á almenna altarinum.
 
Hendir tað – so hevur trúvirði hjá KVF fingið enn eitt skot fyri bógvin, og spurningurin er hvussu langt KVF kann søkka afturat niður í Sortudíki.
 
Spurningurin er um støðan í almenna Kringvarpinum, nú ikki er so álvarsom, at løgtingið átti at farið inn í málið og sett ein kanningarstjóra (ikki føroying) at kannað tíðindaflutningin og starvsfólka viðurskiftini í KVF
 
Um setti stjórin ikki sleppur at verða stjórri á stovni sínum og kann skipað arbeiði á stovni um, verður alt vald lagt út til nøkur ávís kongsríki á stovninum. At uttanfyristandandi stovnar og politiskt vald fólk blanda seg uppí viðurskifti á stovninum, gongur fullkomiliga ímóti andanum í Kringvarpslógini, har har stórur dentur verður lagdur á "armslongdar prinsippið".
 
Støðuga hóttanin úr Kringvarpsstýrinum og Mentamálaráðnum um uppíblanding ger umstøðurnar hjá stjóranum í KVF at gera broytingar á stovninum – sera truplar.

---

Viðmerkingin omanfyri er skrivað eftir at hava lisið Sosialin mikudagin, telefonsamrøður við limir í Kringvarpsstýrinum, leiðsluna í KVF, Vágaportalin, starvsfólk í KVF og Mentamálaráðnum, løgtingslimir umframt onnur.
Tó hevur einki teldusamskiftið verið við nakran um greinina, skuldi eg kanska sagt nú formaðurin í felagnum Føroysk Fjølmiðlafólk, skuldsetir miðlar fyri at lata seg brúka av almennum stjórum. 

Lýsing
Seinastu tíðindini
KVF sum miðlapállur fyri lands­týrismanni…
Magni Arge: Danir atkvøða ímóti banni at…
Meirilutin vil áleggja ognarskatt
Kumpassnálin
Býráðið í Skúvadali
Bill spyr løgmann um Tunlar Norður um Fj…
Faroe Islands Translate vunnið heiðurslø…
Upptakt: EB/­Streymur-KÍ
Suður­oy­ingur ætlar at endurtaka jóansøku…
Brokkkórið í Christians­kirkjuni
Country & Blues Festivalu­rin hevur ásett…
Samgongan hevur sanniliga arbeitt fyri f…
Orkupolitisk ætlan: Einar grønari Føroya…
Í hernað móti skøruni
Býráðsfundur í dag
Kjartan Hansen frá Mekanor ment nýggja v…
Fiskaklettur góðan fiskiskap
Ocean Endeavour á Vág sunnudagin
Brynjálvur Jensen og Ólavur Johannessen…
Borgar­stjó­rin í Vági um jóansøkuna