Tíðindi Politikkur Mentan Ítrottur Veðrið Lýsingar Norðlýsið Tekna hald
Lýsing
Magnus Tausen, formaður í Flogbóltssambandi Føroya

Flogbóltur: 21 venjarar á ”topp-skeið” uttanlands

SKRIVAÐ: Tíðindaskriv  |  14.06.2018 - 13:11 Ítrottur Tíðindaskriv

Flogbóltssamband Føroya sendir í dag 21 venjarar av landinum á venjaraskeið í Keypmannahavn.

Venjararnir eru frá øllum landinum og øllum feløgunum, og umboða eina breiða viftu av framtíðar- og núverandi venjaratoyminum runt landið.

Venjarar frá 16 londum verða við á skeiðnum, sum verður undir leiðslu av stjørnu-tríbólkinum Doug Beal, John Kessler og Fred Sturm – alt persónar, sum hava upplivað alt innan flogbólt – frá leikara til venjara á hægsta stigi.

Magnus Tausen, formaður í Flogbóltssambandi Føroya, sigur, ”at tá Flogbóltssambandið fekk innbjóðing til skeiðið, var beinan vegin avgjørt at tilmelda 10 venjarar, men við tað at undirtøkan millum feløgini var so stór, varð roynt at fáa fleiri við - og hetta eydnaðist – endin varð at 21 venjarar verða sendir avstað í samstarvi við feløgini”.

Flogbóltssambandið setti sum treyt fyri tilmeldingini, at venjararnir skuldu vera venjarar á hægsta stigi í Føroyum, ella verða ein framtíðar venjari hjá feløgnum.

Magnus Tausen sigur eisini, ”at vit vóna við hesum, at hetta stigið kann verða við til at lyfta støði enn hægri upp hjá føroysku venjarunum, og at hetta eisini skal verða við til at skapa ein felagsskap og felags linju innan føroyska venjaratoymið.”

Skeiðið verður hildið í døgunum 15. juni til 17. juni í Idrættens hus í Brøndby.

Lýsing
Seinastu tíðindini
KVF sum miðlapállur fyri lands­týrismanni…
Magni Arge: Danir atkvøða ímóti banni at…
Meirilutin vil áleggja ognarskatt
Kumpassnálin
Býráðið í Skúvadali
Bill spyr løgmann um Tunlar Norður um Fj…
Faroe Islands Translate vunnið heiðurslø…
Upptakt: EB/­Streymur-KÍ
Suður­oy­ingur ætlar at endurtaka jóansøku…
Brokkkórið í Christians­kirkjuni
Country & Blues Festivalu­rin hevur ásett…
Samgongan hevur sanniliga arbeitt fyri f…
Orkupolitisk ætlan: Einar grønari Føroya…
Í hernað móti skøruni
Býráðsfundur í dag
Kjartan Hansen frá Mekanor ment nýggja v…
Fiskaklettur góðan fiskiskap
Ocean Endeavour á Vág sunnudagin
Brynjálvur Jensen og Ólavur Johannessen…
Borgar­stjó­rin í Vági um jóansøkuna