Lýsing
Ovi á teiginum Niðri í Toftum.

Steinurin niðri í Toftum

SKRIVAÐ: Oliver Joensen  |  14.06.2018 - 14:05 Mentan Myndarøð Tíðindi

“Eftir at tú hevur skrivað um bakkan við Borðoyarvík, eri eg farin at grópa í gomlum minnum, um nakar hevur sagt mær nakað.” - Tað segði Ovi Frederiksen ein dagin vit prátaðu tvørtur um garðin okkara millum her á Hædd. Eg bað tí Ova um eitt prát til Norðlýsið og niðanfyri er tað eg fekk burturúr.

-Sum smádrongur minnist eg at vit spældu í haganum ella við Borðoyarvík, kanska viðhvørt á plenuni, men har var ofta upptikið. Borðoyarvík var eitt paradís hjá børnunum. Har var nógv at finna og nógvir møguleikar fyri ymiskum vit børn elskaðu at fáast við.

Hildu til undir bakkatromuni

Í góðveðri, sum vit hava verið vælsignaði við nú um dagarnar, hildu vit smádreingir nógv til undir bakkatromuni. Bakkan hildu vit vera ógvuliga høgan, at hann broytist og tað eftir mínum tykki skjótt, tað kom okkum sjálvandi ikki til hugs tá.

Eg hoyrdi til uppsaladreingir, sjálvt um eg av ætt eri gerðamaður. Okkara øki var tí frá Flesjum og út í Skriðustíggj. Skriðustíggjur er á leið har sunnasti parturin av bátahylnum á Borðoyarvík er í dag.

Svørðurin hongur út av bakkanum

Alt hetta økið niðanfyri bakkan er grót og hella. Hinvegin fari eg eystur um Flesjar, so er har meira sandur og hella og slættari øki.

EG havi sæð hvussu skjótt bakkin broytist. Eftir eitt illveður á vetri, hongur svørðurin sum ein yvirvørr út av bakkanum. Vindurin tók síðani bøkkarnar og skræddi teir av niður í fjøruna.

Hendan søgan, um steinin Niðri í Toftum kom mær til hugs eftir at hava lisið grein tína.

Áttu ein teig Niðri á Toftum

Vit áttu ein teig, Niðri á Toftum. Hetta er ein lítil teigur, eitt sindur høgur og fittliga breiður. Hann røkkur oman á bakkatromina.

Hendan havi eg sligið til hendan dag. Hetta stykkið hava vit so røkt í nógv Harrans ár, tó ikki í nøkur ár, tá ið pápabeiggi mín, Hans Jacob Frederiksen eigur  stykkið.

Ovi keypir stykkið

Á eldri árum, fer Hans Jákup niður til Danmarkar at búgva, og stutt eftir spyr hann meg, um eg ikki vil keypa jørðina hjá sær. Eg keypi, og fór sum áður at sláa hetta stykkið á hvørjum heystið.

Nøkur ár seinni kemur pápabeiggi upp til Føroyar at vitja eitt summarið. Hetta er júst í hoyna og ein dagin eg eri farin oman í Toftir at sláa stykkið, kemur hann at forvitnast at gomlu ogn síni.

Hvar er steinurin

Hann spyr beinan vegin: “Hvar er steinurin?” - “Hann liggur í fjøruni”, sigið eg.

Nú fer hann at siga frá at tá ið hann var smádrongur og pápi hansara átti stykkið, so var hann og slerdi og tá lá steinurin  so mikið frá bakkanum, at hann fekk sligið ein sveip niðanfyri steinin

Fór útav bakkanum

Tá eg so hevði keypt jørðina, Sigur Ovi, tá var steinurin komin heilt oman at bakkanum, og fá ár seinni rullaði hann útav og oman í sjóvarmálan.

So skjótt máast burturav bakkanum Niðri á Toftum. Hetta stykkið hjá okkum er helst stytt einar tríggjar - fýra metrar eftir bert 100 árum.

Helst gongur enn skjótari við Mækjuvík og Hellisenda, sigur Ovi Frederiksen at enda.

Lýsing
Seinastu tíðindini
KÍ nýtt oddalið
Hæddarpunkt: KÍ 4 - 0 EB/­Streymur
Góður KÍ-álopsfótbóltur við Djúpumýrar
43 ár síðani KÍ skoraði fleiri mál
Verður Annika Olsen vald í Fólka­tingið,…
Sonja stillar upp til fólka­tingsvalið
Skúvadals­húsið egið elverk
Kølið og ælaveður í dag
Uppstillingarfundur og hugni
Takk til Sambands­flokkin fyri sera jalig…
Norð­oyastevnu­framsýningin 2019
Vilja broyta nøkur konkret ting
Upptakt: KÍ-EB/­Streymur
Norð­oyastevnublaðið kemur mikudagin
Það er nauðsynlegt að sigla, en ekki nau…
Politikarar kappaðust í egningarskúri­num…
KÍ fekk stig í Sørvági
9 ár síðan Roysningu­rin Ári, vitjaði
Sonja kann bjarga Tjóðveldis­flokkinum
Sambands­flokku­rin aftur á Fólkating