Lýsing
Lýsing
Lýsing
Zakarias Wang | Mynd: kvf.fo

Tveir snávingarsteinar

SKRIVAÐ: Zakarias Wang  |  18.06.2018 - 09:49 Lesarabrøv Tíðindi

Í samferðsluni í Føroyum eru tveir snávingarsteinar.

Annar er, at vit ikki hava fingið gjørt undirsjóvartunnil til Suðuroyar. At hetta ber til, gjørdist greitt, tá norðmenn 22. desember 1982 lótu upp tann 2892 metra langa varðoyartunnilin, so tað slapst undan ferjuni sum sigldi millum Varðoynna (Vardø)  og meginlandið. Beinanvegin setti landsverkfrøðingurin Mikkjal Helmsdal Heina Olsen, verkfrøðing, at gera uppskot til undirsjóvartunlar í Føroyum. Tíverri tóku politikarar okkara ikki undir við at fara hesa leið, og at hetta var umhugsað var eitt stórt loyndarmál. Í 1986 setti eg so fram uppskot um at landsverk fekk sær tvey tunnislið, sum kundu gera undirsjóvartunlar. Mítt uppskot var at taka vesturtunnilin undir Vestmannasundi fyrst, síðan Norðurtunnilin undir Lorvíksfirði, síðan fyrsta part av suðurtunlinum undir Skopunarfirði, og enda við seinna parti av suðurtunlinum undir Suðuroyarfirði. Víst var á, at um farið var fram eftir hesum leisti, varð koyrandi til Suðuroyar í árinum 2006. Fíggingin var fingin til vega við at hækka játtanina til landsverk eitt lítið sindur. Afturfyri fingu vit eina skipan har slapst undan bummgjaldi.

Hetta kom ikki í lag. Nú tykist eins og vit fáa tunnil til Sandoynna eftir 2020, og suðuroyingarnir koma at vera býtisbarn okkara sum ikki fær vegasamband við hini 90% av landsmonnum okkara fyrr enn eftir 2030. Her er talan um oyðsl av tí tilfeingi, sum vit hava í landi okkara.

Hin snávingarsteinurin í ferðslu okkara er í Tórshavn. Havnarmenn hava dugað sera væl at draga til sín arbeiðspláss bæði innan tað privata og tað almenna. Nógv eru tí tey, ið hava tørv á at koma til Havnar við bili. Úrslitið er, at Havnin er um at sálast í bilum.

 

Er nøkur loysn á hesum báðum vandamálum?

Eitt vita vit, at loysnirnar kosta. Eisini vita vit, at hetta er nakað, sum vit ikki kunnu megna hvør í sínum lagi. Uttan mun til hvussu stórar íløgur einstaklingar gera í bilar, so er tað stórur munur á at koyra úr Havnini til Tvøroyrar enn til Vestmanna, hóast strekkið er eins langt um koyrandi var til Suðuroyar. Eingin fær tað gagn burtur úr bili sínum, sum hann kundi ynskt sær.

Sama er við ferðsluóskilinum í Havn. Har er ikki pláss til at seta bilin frá sær.

Samfelag okkara megnar ikki at beina burtur hesar snávingarsteinar uttan at hugsa um nýggjar loysnir.

Sum er gjalda bileigarar umleið 400 milliónir til tað almenna. Ein helvt av hesi upphædd verður brúkt til vegir. Avlopið fer til tað almenna fyri at lætta um onnur gjøld. Tað er tí ikki at undrast á, at illa gongst at loysa tey veruligu vandamálini vit hava í ferðsluni.

Umframt tað, bileigarar gjalda til tað almenna, verða teir eisini kravdir fyri gjald fyri at koyra gjøgnum undirsjóvartunlar og parkeringsbøtur.

Onnur gjøld, sum verða kravd av ferðsluni, eru gjøld fyri nýtslu av havnum og flogvøllinum. Hildið verður at havnargjøldini fara til kommunurnar, men tey skulu fara til íløgur og rakstur av havnunum, og ikki til tær kommunur sum reka tær. Flogvøllurin er eitt felag av sama slag sum tunnilsfeløgini. Tey sum skulu gjalda hesi gjøld halda sjálvandi at tey eru órættvís, men tey leggja útreiðslurnar á onnur og tykjast ikki at hava nakra neyð.

Kunnu vit nýta henda hátt til at fíggja loysn á Suðurtunlinum og parkeringsóskilinum í Tórshavn?

So kunnu vit ímynda okkum, at tað almenna fekk ein sjálveigandi stovn eins og Tórshavnar havn. Hesin stovnur fekk til raksturin allar tær inntøkur, sum tað almenna í dag fær frá bileigarunum. Her er talan um einar 400 milliónir. Hetta kundi verið gjørt á tann hátt, at tað almenna helt uppat at krevja upp hesar inntøkur og gav hesum felag heimild til at krevja eitt so stórt gjald frá bilunum, at felagið kundi gera og halda viðlíka alt vegakervið, herundir at gera Suðurtunnilin og loysa parkeringsóskilið í Tórshavn.

 

Hvussu skuldi felagið fáa inntøkurnar til vega?

Sum er hava vit eitt slíkt alment felag, sum sjálvt krevur upp tað frá brúkarunum, sum skal til fyri at gjalda íløgur og rakstur.

Her er talan um SEV. Markmið felagsins er at útvega øllum borgarum elektrisitet so bíliga sum møguligt. Hetta megnar felagið uttan at politikarar á tingi og í landsstýri skulu nýta nógv orð um tað sum fer fram í hesum almenna felagi.

Man tað vera nakað ið forðar at eitt felag, sum fekk til setning at gjalda íløgur og rakstur av okkara veganeti, ikki eins væl hevði megnað at kravt inn tær 400 milliónirnar, sum tað almenna í løtuni krevur inn frá bileigarunum, og hevði dugað at nýtt inntøkurnar á ein slíkan hátt, at bileigarar fingu meir fyri sítt gjald enn í dag? Vit kunnu ið hvussu er siga, at umframt at suðuroyingar eru við sviðið soð undir hesi skipan, og havnarfólk ikki kunnu seta bilarnar frá sær, so verða vegirnir ikki hildnir viðlíka sum er.

Hvussu gjaldsskipanin skuldi verið, ber til at kanna við royndum aðrastaðni, og sum er hava vit royndir við havnum og flogvølli, umframt við undirsjóvartunlum og SEV. Hugskotini eru mong, og tað sum um ræður er at beina burtur teir snávingarsteinar, sum vit hava í núverandi skipan.

 

 

 

Lýsing
Seinastu tíðindini
Innihaldið týdningarmiklari enn breiðar…
Ein Talgild Valskipan
Ætlan fyri orkuútbygg­ingar tey næstu fim…
JAMEN, VIT TJENA SO IKKI UPP Á HETTA HER…
TÝR Á NORÐ FESTIVALI­NUM 2024!
Skúla­veitsla árgangur 1954 Klaksvíkar Sk…
Húsini í Lávíkum verða nú tikin niður
JJ Paulo spælir á G!
Tað var ein knívur, sum varð funnin
Ikki neyðugt at hava lands­umfat­andi stre…
Altjóða oyggjaleika­nevndin, IIGA, vitjar…
Børsen i ljósum loga
Barna­svimjingin liðug
Høgni Hoydal fund við forsetan í altjóða…
Føroya Ráfiskakeypara­felag: Fiskavirkiss…
Nevndin í Føroya Ráfiskakeypara­felag hel…
Nýggi fíggjarleiða­rin byrjaður
Norðstrok skipar fyri hugnakvøldið í Ful…
Má metast sum ágangur móti heilsustarvsf…
Samanhangur millum harðskapsmálið leygar…