Lýsing
Lýsing
Lýsing
Hendan samgongan er mest av øllum ein umsitari av pengum - nógvum pengum. Sjálvbargnishugsjónirnar eru ikki at fáa eyga á. Heldur snýr tað seg um at flyta pening úr økjum til onnur økir í landinum.

Sjálvbjargnið á ís

SKRIVAÐ: Jóhann Lützen  |  18.06.2018 - 15:25 Leiðarin Politikkur Tíðindi

Tað talar sítt týðiliga mál, at størsta fetið á sjálvbjargniskós hetta valskeiðið er eitt 20-ára gamalt mál, har ein fyrrverandi løgmaður av Viðareiði syrgdi fyri, at vit fingu eftirgivið 500 milliónir. Tað vekir kenslur í løtuni, tí bæði sigur tað, at nei, tað eydnaðist ikki at finna olju, og nei, fullveldistilgongdin eydnaðist ikki. Samstundis er grønlendska sjálvbjargnisrøddin væl klárari enn tann hjá okkara løgmanni, og landsstýrisfólk eru so smátt farin at avskriva Stjórnarskipan Føroya.

Vit hava ikki tikið nakað størri fet á sjálvbjargniskós, enn at strika hetta lánið, í meira enn 15 ár. Í 2002 varð blokkurin skerdur, og har er líkasum ikki hent tað stóra síðani. Onkrar smærri ad hoc-yvirtøkur, eisini í tráð við tað sum Anfinn Kallsberg segði um at “tøma heimastýrislógina”, men lága ferðin er neyvan tann, hann ímyndaði sær tá.

Stutt eftir haldførisdagfestingina á hálvu milliardini stakk Poul Michelsen eisini høvdið fram. Hann segði ikki nakað sjokerandi, men greiddi edrúiligt frá, at reint praktiskt fer tað neyvan at lata seg gera at hava fólkaatkvøðuna um stjórnarskipanina í komandi valskeiði. Fyri tað fyrsta má málið leggjast fram aftur á ólavsøku. Síðani skal tað beinast aftur í nevnd, og tástani eru vit aftur har, vit eru nú.

Tá eru vit helst í august. Alt eftir hvussu langt tann nevndin er komin, fer tað harnæst at liggja í nevnd í minst ein mánað. So er 2. viðgerð. Verður tað samtykt har, skal tað til 3. viðgerð, og so er tað fintan: Har skulu ganga minst 6 mánaðir, áðrenn tað kemur til fólkaatkvøðu. Soleiðis skriva vit allarhelst apríl 2019, áðrenn fólkaatkvøðan kann vera. Og hetta er bara um alt klappar og tað verður samtykt á Løgtingi.

Ikki tí. Málið tykist ikki at hava verið hjartamál hjá nøkrum. Minst av øllum hjá samríkisflokkinum Javnaðarflokkinum. Og tað at Tjóðveldi ikki mótmælti, at Javnaðarflokkurin bæði fekk stjórnarskipanina sum málsøki og formannin í stjórnarskipanarnevndini – ið seinni hevur proklamerað, at hann ikki ætlar sær at føra tjóðveldispolitikk – sigur eisini, at Tjóðveldi heldur ikki brennur eins nóg fyri tí sum fyri eitt nú fiskivinnumálum.

Eftir árliga ríkisfundin við Gjónna kundi Lars Løkke Rasmussen konstatera, at tá tað kemur til Føroyar, er tað “business as usual”. Tann grønlendski landsstýrisformaðurin tosaði við stórum orðum um grønlendskt sjálvstýri, og hvussu alt sum gongur fyri seg í grønlendskum politikki eru fet móti sjálvstýri. Okkara løgmaður var munandi meira fáorðaður á tí økinum. Hann kundi strekkja seg til at siga, at vit fóru at halda áfram við at biðja um atlimaskap í onkrum norðurlendskum felagsskapum, og tað var tað.

Kanska tað var taktiskt snilt av Tjóðveldi at parkera stjórnarskipanina hjá Javnaðarflokkinum, tí líkt er til, at nú kann hon aftur brúkast sum valagn til komandi val. Men vandi er eisini fyri, at fólk eru blivin troytt av henni eftirhondini. Skal alt arbeiðið – enn einaferð – ganga umaftur, kann væl hugsast, at fólk sympatisera við teimum, sum eru mest negativ yvirfyri stjórnarskipanini, bert fyri at fáa hana felda og harvið avgreidda.

Tá hetta er sagt, so liggur tað nógv meira loysing í, at hólva blokkin niður á null, heldur enn at stríðast um orðingar og eykasetningar í einum word-skjali, sum fólkið ikki ánar, hvat er fyri nakað!

Yvirtøkan hjá Sirið Stenberg av persóns-, familju- og arvarættarøkinum, nú á Ólavsøku, fer allarhelst at vísa seg at vera tað størsta málið á sjálvbjargniskós hjá hesi samgonguni. Annars eru vit nú komin har til, at fólk sum blivu fødd sama ár, sum arbeiðið at gera okkum eina stjórnarskipan byrjaði, eru fylt 18 ár. Lánið hjá Kallsberg er fylt 20 ár. Og grønlendingar brenna meira fyri sjálvstýri enn føroyingar.

Lýsing
Seinastu tíðindini
Elsebeth Mercedis: Vit eiga framhald­andi…
Heðin Mortensen stillar upp aftur
50 ár síðan Reyðu Khmerdrápini
Verja og visiónir
Eina stóð ph.d.-verjuna væl og virðiliga
Grant er í Klaksvík hvønn dag
Landið má leggja trýst á kommunur
Mjølnir enda á heimavølli
Sáttmáli undirskrivaður um lækna­miðstøði…
Aðalfundur verið í Íverksetara­húsinum
Methøg søla av elorku og methøg framleið…
Virkið vár byrjar og endar við renning
33 nýggjar íbúðir á Argjum
Havsbrún í Fuglafirði - 365 dagar uttan…
Útróðurin hevur ongan góðan í tinginum o…
Skíggjanýtsla og antibiotika ovast á dag…
Fiskimála­ráð­har­rin tekur og gevur
Rannvá Dahl vart ph.d. á Københavns Univ…
Kent ”Kenno” Petersen í Varpinum
Stjørnan hevur aðalfund