Lýsing
Lýsing

Tað fyrsta vit gjørdu var, at vit settu okkum í samband við Várharra og Strandferðsluna

SKRIVAÐ: Poul Sivar Olsen  |  19.06.2018 - 12:44 Lesarabrøv Tíðindi

Útoyggjastevnan 2018, sum var hildin úti í Svínoy í fínasta veðri er nú av á hesum sinni. So fyrst av øllum fari eg at takk øllum teimum mongu, sum gjørdu eitt megnar arbeiði, fyri at teir gestirnir, sum vóru so heldigir at sleppa út til Svínoyar síðsta leygardag fingu eina, vónandi góða uppliving her úti. Nógvir av hesum gestunum, sum komu langvegis frá, høvdu í tímavís staðið á kajuni í Hvannasundi og bíðað. Onkur uppí 5 tímar og vóru sum vera man bæði keddir og troyttur av at vera komnir út fyri hesi keðilig hending. Fleiri av hesum gestum høvdu fingið at vita frá undirritaða, at bíðitíðin í Hvannasundi kom at vera lítil ella eingin, tí harmar hetta meg almikið, og eg veit at fleiri familjur við børnum  og onnur við ikki høvdu orka at bíða í tímavís, men valdu at fara aftur har, sum tey vóru komin frá.

Tá avgerð var tikin um, at Útoyggjastevnan 2018 skuldi verða hildin úti í Svínoy, bleiv eg spurdur, um eg vildi vera við í fyrireikingarbólkinum. Eg bar meg undan í fyrstuni, men eftir at eg hevði hugsað meg eitt sindur um, játtaði eg.

Síðst tá stevnan var hildin her úti, vóru tað millum anna tvey ting, sum kundi verið betur. Veðrið kundi kanska verið eitt sindur líggjari, men flutningurin til og fra oynni var alt annað enn nøktandi. So tað fyrsta vit gjørdu var, at vit settu okkum í samband við Várharra og Strandferðsluna at fáa hesi tingini upp á pláss. Strandferðslan svaraði beinavegin aftur, at teirra partur skuldi ikki liggja eftir, og teir skuldu syrgja fyri, at flutningurin til og frá oynni ikki skuldi vera nakar trupulleiki.

Sjálvt um vit einki frættu frá Várharra, so fóru vit í gongd við at planleggja skránna og uggaðu okkum við, at Várharra nokk skuldi gera síttt til, at vit fingu eina góða stevnu. Tveir dagar áðrenn stevnuna tosaði eg aftur við Strandferðsluna. fyri at sikra mær, at flutningurin út í oynna kom at vera nøktandi, frá morgunstundini av. Tá fekk eg at vita, at Alfa Pilot skuldi røkja siglingina til Fugloyar, og at Ritan og møguliga eisini Jósup skuldi sigla til Svínoyar, tí veðurforsøgnin sá út sum siglingin til Mykines fór at verða avlýst. Eg takkaði viðkomandi og var sjálvandi sera takksamur fyri tann jaliga hugburðin, sum SSL vísti okkum. Hevði ætlað at spurt, um tað var var møguligt, at tey ferðandi kundu reist ókeypis, tí høvuðsendamálið við Útoyggjastevnuni er, at vit einaferð um árið, varpa ljós á útoyggjarnar og gera tað møguligt hjá øllum at vitja oyggjarnar, men eftir at eg enn einaferð hevði hugsað meg eitt sindur um, kom eg til ta niðurstøðu, at tað kanska ikki var rætt, tí til allar hinar útoyggjastevnurnar, sum verið hava, hevur vanligur ferðaseðlaprísur verið galdandi.

Eg hvakk við tá, eg fríggjamorgunin hoyrdi í útvarpinum, at kostnaður skuldi vera 100 kr fyri hvønn persón, og fugloyingar ikki sluppu út aftur til Fugloyar sama dag, um teir ætlaðu sær  til Svínoyar á stevnu. Hetta var í øllum førum ikki tað, sum eg hevði fingið at vita frá SSL. Eg royndi beinavegin at seta meg í samband við teir persónar, sum eg møguliga helt kundi broyta hesa avgerð hjá SSL. Tað var lættari sagt enn gjørt at fáa fatur á hesar persónar. Hjá tí fyrsta, sum eg ringdi til, var upptikið sjálvt, um eg royndi fleiri ferðir. Hjá tí næsta var einki samband, tann triði hevði ikki tíð at tosa við meg, men lovaði at ringja aftur, sum hann sjálvandi ikki gjørdi. At endan møtti eg einum manni her úti Svínoy og spurdi, um hann kundi hjálpa mær. Hann lovaði' at hann skuldi royna at gera tað, sum hann kundi, og eg skuldi frætta aftur frá honum. Nakað seinni ringdi hann til mín og segði, at hann hevði fingið fatur á SSL og eftir at hava tosa aftur og fram góðtóku teir, at børn undir 7 ár kundu ferðast ókeypis, og børn millum 7 og 14 ár skuldu gjalda 50 kr. Meðan øll onnur, sum fóru á Útoyggjastevnu skuldu gjalda 100 kr. Hetta var so nakað, sum vit bara vóru noydd at góðtaka.

Eg má siga, at tað var sera hugaligt at hyggja út leygarmorgunin, og síggja at Várharra í hvussu so er ætlaði at gera sítt til, at vit fingu eina góða stevnu.

Ringt er at fáa vánaligar upplýsingar, uppaftur verri er at fáa villleiðandi upplýsingar, sum man so í góðari trúgv ber viðari til onnur.

Sjálvur var eg í fleiri ár partur av starvsfólkinum hjá Strandsferðsluni, so eg veit við vissu, at stovnurin hevur nógv sera dugnalig starvsfólk, sum vilja gera alt, sum gerast kann fyri, at stovnurin kann røkja sínar skyldur optimal. Tí harmar tað meg, at SSL, sum onkur segði, dumpaði so dyggjuliga í samband við ferðafólkaflutningin til Útoyggjastevnuna 2018 úti í Svínoy.

 

 

 

Lýsing
Seinastu tíðindini
Fantastiskt Requiem í Varpinum skírisdag
Jákup B. Andreasen kann skjótt blíva klá…
Requiem í Varpinum skírisdag
Ein heimskendur hándverkari! 
Framsýning á Viðareiði á páskum - Undir…
Sangkórið og Jógvan Mortensen syngja í B…
Áhugaverdur djóragarður í Kunoy
Aðalfundir og lagnusøgur á Krígssavninum
Meistarar og lærisvei­nar í Gøtu
Fyrsta Reyða Kross Summarlegan
Pengar fyri bøtur úr Føroyum eiga at far…
Klaksvík kosið millum vakrastu býir í he…
Mass Hoydal leiðari fyri Visit Runavík
Svimji­høllin um Páska­høgtíðina
Frá Melodi Grand Prix til FríðuTónar
Hiddenfjord fingið altjóða góðkenning fy…
Stór ungdóms­páskastevna í Havn um vikusk…
Uni Holm Johannsen: - Tann fyrsta breið…
Stór listaframsýning við Løkin
Grundøki til sølu Undir Gerðhamri í Hvan…