Lýsing
Lýsing
Lýsing

Uppboðssøla av norðhavssild og makreli flutt frá juni til august

SKRIVAÐ: Høgni Hoydal, landsstýrismaður  |  20.06.2018 - 12:30 Politikkur Tíðindaskriv Vinna

Fiskimálaráðið skal boða frá, at avgreiðslan av afturlatnu uppboðssølunum av rættindum at veiða  norðhavssild og makrel er útsett.

Fiskimálaráðið hevur 11. mai 2018 boðað frá, at afturlatnu uppboðssølurnar av rættindum at veiða 7.490 tons av norðhavssild og 10.901 tons av makreli skuldi verða ávikavist  20. juni og 27. juni 2018.  

Undanfarnu uppboðssølur hava víst, at luttøkan hevur verið avmarkað. Í komandi vikunum verða umsóknirnar um menningarkvotur avgreiddar. Tað kann hava fyrimunir fyri vinnuna og luttøkuna í uppboðssølunum, at hesar eru avgreiddar, áðrenn sølan av langtíðarrættindum at veiða makrel og norðhavssild verða framdar.

Boðað verður tí frá, at sølan av rættindum at veiða makrel verður avgreidd 14. august 2018. Seinasta freist at lata boð inn er 14. august kl. 12.00.

Sølan av rættindum at veiða norðhavssild verður avgreidd 16. august 2018. Seinasta freist at lata boð inn er 16. august kl. 12.00.

Um boð eru latin inn, kunnu tey standa við, tá ið uppboðssølurnar verða avgreiddar í august. Um boðgevar ynskja tað, kunnu hesi boð takast aftur, og nýggj boð kunnu latast inn í staðin.

 

 

Lýsing
Seinastu tíðindini
Steypabrak í Klaksvík mikukvøldið
Trygd høvuðsstuðul hjá Badmintonsamb­andi…
Teitur Lassen nýggjan sáttmála við Editi…
Grøni Háskúlin letur uppaftur
Gongd á samráðingu­num hjá arbeiðarafeløg…
ABBA ” Show ” á Gníst í Nólosy 6. juli
Kavarar stóran týdning fyri alivinnuna
30 leiguíbúðir afturat – Miðbýurin í Kla…
Seafood Expo Global í Barcelona sett
GRÓA er ein bólkur vit máttu hava á G!
Grindamanna­felagið haft aðalfund
Flaggdagshald í Vágstúni 
Vøkur gáva til Varpið
Nýtt býráðsborð
Vinnan á ferð við 62°N Vinnu
30 nýggjar leiguíbúðir í Klaksvík
Vælkomin til Ársmøti – ein dagur við fel…
Silvarenning á Guttabreyt 27. apríl kl.…
NS hálvmaraton 4. mai í Klaksvik
Tær seyma sjálvar