Lýsing
Lýsing

5 nýggjar kommunulæknaviðtalur í Hoyvík

SKRIVAÐ: Tíðindaskriv  |  20.06.2018 - 14:04 Tíðindaskriv

Nú verður trupulleikin við manglandi kommunulæknaviðtalum í TK loystur. Kommunan fer nú undir at innrætta 5 nýggjar kommunulæknaviðtalur í Hoyvík. Tá hesar eru lidnar um væntandi eitt ár, er tørvurin á hølum til kommunulæknar í Tórshavnar kommunu nøktaður.

Í Havn eru í løtuni høli til 13 kommunulæknaviðtalur. Fólkatalið er nógv vaksið seinastu árini og tí er tørvur á fleiri kommunulæknastørvum í Tórshavnar kommunu. Landsstýriskvinnan í heilsumálum hevur játtað at seta tvey kommunulæknastørv aftrat, tá høli eru tøk til hetta.

Umsitingin hevur arbeitt við at finna hóskandi loysnir á bráðfeingis trupulleikanum, sum er at finna høli til nýggjan kommunulækna og at endurnýggja viðtalurnar á Frúutrøð og í Berjabrekku, sum ikki longur eru mettar tíðarhóskandi.

Umsitingin metir, at besta loysnin er at leiga ein bygning í Hoyvík, sum verður innrættaður til 5 kommunulæknaviðtalur. Talan er um bygningin á Kirkjustræti 2. Bygningurin stendur í løtuni í gerð, og kommunan fær tí høvið at avgera innrættingina av bygninginum, soleiðis at hann verður vælegnaður til kommunulæknaviðtalur, umframt at ávirka, at krøv til kommunulæknaviðtalur verða uppfylt.

Bygningurin er umleið 1250 fermetrar til støddar í tveimum hæddum og 40 parkeringspláss hoyra til. Atkomuviðurskiftini eru góð. Væntandi verður bygningurin klárur til innflyting um eitt ár.

Trivnaðarnevndin hevur mælt býráðnum til at heimila umsitingini at gera leigusáttmála við útleigaran av Kirkjustræti 2.

Málið kemur fyri á býráðsfundi í kvøld.

Lýsing
Seinastu tíðindini
Requiem í Varpinum skírisdag
Ein heimskendur hándverkari! 
Framsýning á Viðareiði á páskum - Undir…
Sangkórið og Jógvan Mortensen syngja í B…
Áhugaverdur djóragarður í Kunoy
Aðalfundir og lagnusøgur á Krígssavninum
Meistarar og lærisvei­nar í Gøtu
Fyrsta Reyða Kross Summarlegan
Pengar fyri bøtur úr Føroyum eiga at far…
Klaksvík kosið millum vakrastu býir í he…
Mass Hoydal leiðari fyri Visit Runavík
Svimji­høllin um Páska­høgtíðina
Frá Melodi Grand Prix til FríðuTónar
Hiddenfjord fingið altjóða góðkenning fy…
Stór ungdóms­páskastevna í Havn um vikusk…
Uni Holm Johannsen: - Tann fyrsta breið…
Stór listaframsýning við Løkin
Grundøki til sølu Undir Gerðhamri í Hvan…
Danmark hevði munin
Slóðbrót­andi semja um tøkugjald