Lýsing
Lýsing
Lýsing

Fyrstu rognini sett til klekingar á “føðistovuni á Strond” - Heimsins størstu smoltstøð

SKRIVAÐ: Tekstur: Oliver Joensen - Myndir: Sonja I. Jacobsen og Oliver Joensen  |  20.06.2018 - 16:03 Myndarøð Tíðindi Vinna

 

 Stjóri á smoltstøðini á Strond er Rógvi Jacobsen. Tað var hann, sum tók ímóti fyrstu sendingini av rognum í gjár.

Tá Norðlýsið var á vitjan á Strond í morgun, var orsøkin, at Bakkafrost hevði eina løtu fyri teim mongu starvsfólkunum, sum arbeiða við smoltstøðini har. Høvið var, at nú vóru fyrstu rognini sett til klekingar í “føðistovuni” á Strond og alivirksemið harvið sett á skinnarar í heimsins størstu smoltstøð.

Í “føðistovuni” eru 39 kør til rogn, ið eru “komin í eygað”.  Rognini fylla 24 av teim 39 kørunum.Hendan fyrsta sendingin av rognum er í veruleikanum fyrsta royndin á nýggju framkomnu smoltstøini og tí hevur man valt ikki at taka meira enn 1,5 milliónir rogn hesaferð. Um alt gongur eftir ætlan so vera umleið 3 milliónir rogn sett til klekingar næstu ferð. Tá rognini eru klækt, fara tey í aðara høll við 12 kørum á 30 rúmmetrar, síðani í upp aftur aðra høll við 16 kørum á 200 rúmmetrar uppaftur seinni í aðra høl við 12 kørum á 500 rummetrar, til tey fara í tey størstu kørini at vaksa seg til 500 gram. Hesi giga kørini eru 16 í tali á 1200 rúmmetrar. (Diameturin er 19 metrar og hæddin umleið 5,5 metrar, sí mynd niðanfyri)

Tað var Rógvi Jacobsen, stjóri á Strond, ið bjóðaði vælkomin til arbeiðsfólki hjá Articon við undirveitarum og fólkunum frá Bakkafrost.

Síðani segði Regin Jacobsen, stjóri á Bakkafrost nøkur orð. Brot úr røðu hansara niðanfyri:

Í røðu síni á Strond í dag, segði Regin Jacobsen, stjóri millumannað, at hendan smoltstøði helst er hin størsta í heiminum og harafturat helst hin best útgjørda. Tá alt er liðugt, fer gólvvíddin at vera umlei 30.000 fermetrar (umleið 30 ferðir størri enn vøllurin í KÍ-høllini).

Í samband við aling hevur útlát frá støðini nógv at siga fyri umhvørvið, tí nevndi Regin Jacobsen eisini at alt útlát verður reinsað og verður síðani endurnýgg til biogass og til Føroyska Náttúruorku.

Ætlanin er at framleiða 7 milliónur laksasmolt um ári á 500 gram. Kørini, ið skulu hýsa hesum 7 milliónunum av laksi til teir hava vaksi seg til 500 gram eru umleið 29.000 rúmmetrar ella 10 ferðir tað, sum størstu nótaskipini í Føroyum kunnu hava í sínum tangum.

Støðin verður útgjørd við egnum vatnreinsiverki og er útgjørd at endurnýta vatnið 99,7 prosent. Eitt neyðstreymsanlegg á góð 6 MW skal tryggja streymveitingina á støðini.

Framhaldandi segði Regin Jacobsen, stjóri á Bakkafrost, at nógv er eisini gjørt fyri at endurnýta hitan frá luftkompressarum. Hetta fer at hava munandi oljusparingar við sær.

Í løtuni arbeiða 190 fólk hjá Articon her á smoltstøðini.

At enda takkaði Regin Jacobsen Articon og øllum undirveitarum fyri gott samstarv og dygdargott arbeiði, samstundis sum bann bað um at hetta projekti skuldi eydnast væl og vera til stóra signing fyri fólk og land.

Jógvan Skorheim, borgarstjóri í Klaksvík helt eisini røðu, sum vit prenta aðrastaðni og Jón Sigurdsson, stjóri á Articon segði eisini nøkur orð.

Lýsing
Seinastu tíðindini
Okkara framtíðar Klaksvík
Býráðsfundur mikudagin 24. apríl
Søguløta á Klaksvíkar bókasavni
Upptakt: KÍ-HB
Steypabrak í Klaksvík mikukvøldið
Trygd høvuðsstuðul hjá Badmintonsamb­andi…
Teitur Lassen nýggjan sáttmála við Editi…
Grøni Háskúlin letur uppaftur
Gongd á samráðingu­num hjá arbeiðarafeløg…
ABBA ” Show ” á Gníst í Nólosy 6. juli
Kavarar stóran týdning fyri alivinnuna
30 leiguíbúðir afturat – Miðbýurin í Kla…
Seafood Expo Global í Barcelona sett
GRÓA er ein bólkur vit máttu hava á G!
Grindamanna­felagið haft aðalfund
Flaggdagshald í Vágstúni 
Vøkur gáva til Varpið
Nýtt býráðsborð
Vinnan á ferð við 62°N Vinnu
30 nýggjar leiguíbúðir í Klaksvík