Lýsing
Lýsing
Lýsing

Vit hava líka nógv at geva heiminum, sum heimurin hevur at geva okkum

SKRIVAÐ: Oliver Joensen  |  20.06.2018 - 23:23 Myndarøð Tíðindi Vinna

Millum annað tað, segði ein fegin Jógvan Skorheim, borgarstjóri i røðu síni á nýggju smoltstøðini hjá Bakkafrost á Strond ídag. Hann fegnaðist um, at tilrættaleggingin av hesi heimsins størstu smoltstøð hevði gingið so skjótt, bæði hjá Bakkafrost og Býráðnum fyri trimum árum síðani, tá hendan ætlan var sett út í kortið.

Talan hjá Jógvan Skorheim, borgarstjóra kann lesast her niðanfyri:

Góðan dag, øll somul

Skjótt trý ár eru gingin, síðan Regin á fyrsta sinni fortaldi mær, at Bakkafrost ætlaði at lata nýggja smoltstøð byggja.

Teir høvdu kannað sær hetta stykkið norðuri á Strond, tí hetta var millum fáu støðini í landinum við nóg nógvum fermetrum, vatni og sjógvi í nánd.

Í báðum legum bóru vit okkum skjótt at, soleiðis at hendan stóra vinnuverkætlanin kundi gerast til veruleika.

Og longu nú kunnu vit hátíðarhalda, at fyrsta holið verður sett á framleiðsluna her á støðini.

***

Sum Býráð vóru vit sjálvandi ovurfegin, tá vit á fyrsta sinni fortaldu almenninginum um verkætlanina.

Vinnulívið hevur altíð havt stóran týdning her norðuri, og ikki tykkum at siga, so er alt slag av fiskivinnu høgt í metum her hjá okkum.  

Fyri hálvum triðja ári síðan var hetta størsta grundøkið í allari kommmununi, um ikki øllum landinum.

Og í dag er hetta størsta smoltstøð í allari verðini. Tað er heilt ómetaliga imponerandi!

***

Alheimsgerð og tøkniligt framkomni hevur seinastu árini havt stórar broytingar við sær.

Bæði fyri stórar altjóða fyritøkur, sum til dømis Bakkafrost, men eisini fyri púra vanlig fólk.

Nýggjársaftan fyrraárið hevði eg til dømis bjóðað vinfólkum heim til okkara at eta. Menu’in var sjálvandi laksur.

Eg var komin at standa í køkinum við einum heilum laksi, uttan at hava peiling av, hvussu ein slíkur verður skorin í fløk.

Gestirnir vóru á gáttini og góð ráð vóru dýr, so eg gjørdi, sum man jú ger, tá man ikki veit... eg googlaði og endaði á youtube.

Har vísti ein japanskur maður væl og pedagogiskt á enskum máli, hvussu eg skuldi umseta heila laksin til hóskandi bitar.

Eg fylgdi boðunum, spolaði aftur og fram nakrar ferðir, og áðrenn eg visti av, so vóru bitarnir klárir at gera til, og eg hevði lært at handfara laksi.

So nú vita tit eisini, hvønn tit kunnu ringja til, um tit ein dag mangla ein góðan mann at skera fyri tykkum.

***

Havi mangan hugsað um tað síðan, hvussu stórt gagn vit hava av framkomnari tøkni hvønn tann einasta dag.

Og hendan smoltstøðin er eitt ómetaliga nógv størri og betri dømi um júst hetta, enn mín laksaløta á youtube.

Samstundis við, at verðin er blivin minni, eru okkara møguleikar í verðini blivnir størri.

Vit hava betri atgongd til lærdóm, íblástur og samstarv, og hetta gevur okkum møguleikar fyri at virka hvar sum helst og saman við hvørjum sum helst.

Men tað eru ikki bara vit, sum lata okkum inspirera og imponera av stóra umheiminum.

Fyrr í ár høvdu vit til dømis vitjan úr Japan, og til høvið fingu vit eina rundvísing her á smoltstøðini.

Okkara gestir komu úr landinum við helst størsta fiskamarknaðinum í øllum heiminum, og teir vóru ovfarnir av, hvussu framkomin hendan støðin er.

So hurðin til íblástur og lærdóm gongur báðar vegir. Vit skulu bara skilja, at vit hava líka nógv at geva heiminum, sum heimurin hevur at geva okkum.

***

Um nakar hevur skilt hetta, so er tað Bakkafrost. Tit gera tykkum galdandi á altjóða støði, og tað er í sær sjálvum fyrimyndarligt.

Við hesi nýggju smoltstøðini staðfesta tit enn einaferð tykkara leiklut og støðu.

Ein verkætlan sum hendan kastar av sær virksemi, júst sum ringar spjaða seg í vatni.

So umframt at skapa størri virði fyri tykkara egnu fyritøku, so eru tit eisini við til at styrkja um fyritøkur og onnur, sum eru so heppin at vera í tykkara nærumhvørvi.

Hjartaliga til lukku á hesum stóra degi og blíðan byr framyvir, ynskja vit øll í Klaksvíkar kommunu.

Takk fyri.

 

Lýsing
Seinastu tíðindini
Metingar um 6. umfar
- Vit eru svangir at svara aftur
Kanjon: Stoyptu 710 rúmmetrar uppá 14 tí…
Beinleiðs stroyming: Stór svimjistevna í…
Upptakt: KÍ-B68
Tessa á OY Voxbotn 2024
Elsebeth Mercedis: Vit eiga framhald­andi…
Heðin Mortensen stillar upp aftur
50 ár síðan Reyðu Khmerdrápini
Verja og visiónir
Eina stóð ph.d.-verjuna væl og virðiliga
Grant er í Klaksvík hvønn dag
Landið má leggja trýst á kommunur
Mjølnir enda á heimavølli
Sáttmáli undirskrivaður um lækna­miðstøði…
Aðalfundur verið í Íverksetara­húsinum
Methøg søla av elorku og methøg framleið…
Virkið vár byrjar og endar við renning
33 nýggjar íbúðir á Argjum
Havsbrún í Fuglafirði - 365 dagar uttan…