Lýsing
Lýsing
Lýsing

Ocean Endeavour á Vág sunnudagin

SKRIVAÐ: Tíðindaskriv  |  21.06.2018 - 11:35 Tíðindaskriv Vinna

Sunnudagin kemur ferðamannaskipið Ocean Endeavour á Vág. Ocean Endeavour er 137 m. langt og hevur pláss fyri 300-450 ferðafólkum. Manningin telur 124 fólk.

Talan er um eitt rættiliga stórt skip, tí Ocean Endeavour er størri enn Smyril, og fegnast okur um, at alsamt fleiri ferðamannaskip koma á Vág, nú 2. ferðamannaskipið í ár leggur leiðina á Vág, sigur Dennis Holm, borgarstjóri. -Og leggur afturat, at næsta skipið, sum vitjar á Vági í summar kemur 30. juni og verður meiri at frætta um tað í næstu viku.

Meðan Ocean Endeavour liggur á Vági verður skipað fyri útferðum bæði í Vági og í náttúruni kring Vág. Harumframt verður eisini skipað fyri einum Føroyakvøldið umborð á Ocean Endeavour sunnukvøldið.

Ocean Endeavour fer ætlandi av Vági aftur seint sunnukvøldið.

Ocean Endeavour er umboðað av Faroe Ship, sum hevur um hendi øll viðurskifti við nógv av ferðamannaskipunum, sum koma til Føroyar um summarið.

 

Um Ocean Endeavour

Ocean Endeavour er bygt í 1982 í Finnlandi og upprunaliga bygt sum eitt ferðafólkaskip at sigla í Baltiska økinum. Í 1988 varð skipið umbygt til eitt ekspeditións-skip. Og fór síðani í árunum 1996-2000 at sigla sum ferðamannaskip í Miðarahavinum.

Seinastu árini hevur skipið verið heimahoyrandi í Keypmannahavn hjá reiðarínum Albatros Travel, sum hevur lagt seg eftir at gera polar-ekspeditiónir og cruise-ferðir. Albatros Travel eigur fleiri onnur skip, sum verða brúkt til somu endamál.

 

Lýsing
Seinastu tíðindini
Nógv tann størsta stoypingin í Norðoyggj…
Fiskimála­ráð­har­rin tekur og gevur
Heðin Kambsdal sýnir fram í Gamla Seglhú…
Varpið fær tríggjar milliónir krónur
Nordic Music Camp í Føroyum
Atlantic Airways 36 mió. í avlopi í fjør
Á floti sunnanfyri í gjár
Meira hjálp frá lærlingum
Eldrahugni í Betesda
Atlantic Fair nærkast
Nær verða skaddu KÍ-leikarar­nir aftur?
Útistovuhagin: Lembingin byrjað
Ein øgiligur munur á viðferð
Gadus fór nýggjan túr í kvøld
Toppdystur í Klaksvík í kvøld
Varpið avhendað
Dragin til umvælingar í Danmark
Skrúvuguds­tænasta í Christians­kirkjuni
Gøtudals­tunnil, nú!
Áhugafelagið Spinnarríið hevur aðalfund