Lýsing
Lýsing
Mynd: kvf.fo

Meirilutin vil áleggja ognarskatt

SKRIVAÐ: Annfinn Brekkstein, býráðslimur fyri Sambandsflokkin í Tórshavnar Kommunu  |  22.06.2018 - 10:48 Politikkur Tíðindaskriv

Meirilutin í Tórshavnar Kommunu - Fólkaflokkurin og Tjóðveldisflokkurin - vilja nú sníkja ognarskatt inn við bústaðarskylduni

Fakta er, at tey nú standa í kø og royna at burturforklára sínar egnu avgerðir. Tað stendur klokkuklárt í viðhefta skjalið til máli – og eg siteri úr teirra egna tilmæli: “men eisini kann ljós varpast á møguleikan at áseta ein form fyri ognarskatt á hús nr. 2 hjá fólki.”

 

Hetta er byrjanin til OGNARSKATT.

 

Hví skal meirilutin ikki virða tað persónliga frælsið hjá hvørjum einstøkun borgara?

 

Tey gera seg beinleiðis inn á ognarrættin hjá húsaeigarum, hóast ognarrætturin aldrin má skalast ella pilkast við. Tað undrar meg stórliga, at Framsókn og Fólkaflokkurin ganga á odda í hesum máli. Tey yvirhála Tjóveldi á vinstravonginum við ognarskatti.

 

Umsitingin fær skyldina

At standa og siga, góða mamma, tað eru ikki vit, men at umstingin er láturligt og barnsligt, er langt úti. Øll vita, at umsitingin ger ikki tilmæli, sum ikki hóvar tí polittiska meirlilutanum. Hetta er almenn vitan.

 

Nei til OGNRSKATT, og ja til persónligt frælsi. Hetta er so ómetaliga grundleggjandi, og tit skulu halda tykkum burtur frá borgarans ognarrætti. Hann er heilagur!

 

Húsaeigarar skulu revsast

Tað er ikki lukkuligt at vera húsaeigari í dag. Exelfólkini og almenn embætisfólk standa á hvørjari trappu. Tey vilja áleggja øll sløg av skatti á húsaeigarar. Ognarskatt, vatngjald, kloakkgjald og annað mangt. Allar snildir skulu takast í brúk til at taka pening frá okkara borgarum. Spurningurin er, um ikki politikarar standa aftan fyri herferðina.

 

Vit rinda kommunuskatt og landsskatt, og tað er nokk. Loysnin vil ongantíð vera at áleggja meira skatt.

 

Í staðin skal hyggjast inneftir fyri at vita hvar pengararnar fara. Við yvir 100 mió. kr. í meirinntøku skuldi verið lagað manni at fingið endarnar at røkka saman.

 

Haldið fingrarnar vekk

Eg takið undir ongum umstøðum undir við tí grammliga: at blíva við at brandsskatta sethúsaeigarar.

 

Men gratispolitikkurin skal fíggjast, og nú kemur undan kavi, at rokningin skal sendast til sethúsaeigarar.

 

Við eini meirinntøku á yvir 100 mill.kr. í 2017 skuldu útlitini fyri eini skattalækking verið sera góð.

 

At tosa um ognarskatt er sum at stinga hondina inn í eitt vespureiður.

 

Nei til ognarskatt – ja til tað persónliga frælsið hjá hvørjum einstaka borgara. Virðing má og skal vera fyri ognarrættinum.

 

Mín áheitan á Løgtingið er at senda umsóknina retur til avsendaran

 

Her skal ikki leggjast ognarskattur á sethúsaeigarar fyri at økja grammleikan í okkara samfelag.

 

 

Lýsing
Seinastu tíðindini
Fantastiskt Requiem í Varpinum skírisdag
Jákup B. Andreasen kann skjótt blíva klá…
Requiem í Varpinum skírisdag
Ein heimskendur hándverkari! 
Framsýning á Viðareiði á páskum - Undir…
Sangkórið og Jógvan Mortensen syngja í B…
Áhugaverdur djóragarður í Kunoy
Aðalfundir og lagnusøgur á Krígssavninum
Meistarar og lærisvei­nar í Gøtu
Fyrsta Reyða Kross Summarlegan
Pengar fyri bøtur úr Føroyum eiga at far…
Klaksvík kosið millum vakrastu býir í he…
Mass Hoydal leiðari fyri Visit Runavík
Svimji­høllin um Páska­høgtíðina
Frá Melodi Grand Prix til FríðuTónar
Hiddenfjord fingið altjóða góðkenning fy…
Stór ungdóms­páskastevna í Havn um vikusk…
Uni Holm Johannsen: - Tann fyrsta breið…
Stór listaframsýning við Løkin
Grundøki til sølu Undir Gerðhamri í Hvan…