Lýsing
Lýsing
Lýsing

KVF sum miðlapállur fyri landstýrismannin í Fiskivinnumálum

SKRIVAÐ: John William Joensen  |  22.06.2018 - 12:34 Politikkur Tíðindi

Í høvuðstíðindasendingini hjá KVF í útvarpinum, tann 7. juni 2018 á middegi (Kl. 12:20) var landstýrismaðurin í fiskivinnumálum einsamallur í KVF og átti baði høvuðstíðindini og fremsta innslagið. Áðrenn nakar annar miðil hevði tíðindini, hevði KVF loyvt landstýrismanninum, at miðla tíðindini um nevndina, sum saman við landstýrismanninum sjálvum skal deila fólksins ogn, út til persónar “…í ávísum økjum í landinum…" (Red: Orð úr kunngerð, sum landstýrismaðurin sjálvur hevur orða og lýst.)

Eftir at landstýrismaðurin, sjálvur (Red: Við nøkrum fáum vegleiðandi spurningum frá útvarpsmanni) hevði greitt Føroya fólki frá hvussu fantastiskar førleikar nevndarlimirnir høvdu og hvussu fantastiska skilagóðar og vælumtóktar “menningakvoturnar” eru, vóru tíðindini løgd kl. 12:33 út á heimasíðuna hjá Fiskimálaráðnum, so aðrir miðlar eisini kundu síggja hvussu fantastiskar fakligar kvalifikatiónir fólkini hava, sum saman við landstýrismanninum nú skulu deila fólksins ogn ókeypis til folk, sum búgva í eystur-, mið og suðurøkinum í landinum.
 
Miðlastunti hjá Høgna Hoydal eydnaðis fullkomiliga, tí eingin tosar um, at hetta gongur beinleiðis móti samgonguskjalinum og vallyftum hjá Tjóðveldi, ella hví landsstýrismaðurin valdi framstandandi  tjóðveldisfólk í nevndina og enntá nevndarlim í reiðarasamtaki, sum afturvendandi hevur verið í stríð við myndugleikar og manningarfeløg.
 
At landstýrismaðurin valdi sjálvur at stýra miðlingini av søguni var tí at hann sjálvandi veit hvussu týdningarmikil søgan var og hvussu stór øsingin kundi verða um “rætta søgan” ikki var borðin fólkinum.
 
Landstýrismaðurin, sum er vælútbúgvin miðlamaður, visti sjálvandi, at eftir at søgan hevði verið presentera á “rættan hátt” í KVF var hon “fyrna” og líti áhugaverd hjá øðrum miðlum at viðgera.
 
Og rætt fekk hann.
 
Datt niður á áhugaverda grein í Norðlýsinum, sum Høgni Hoydal skrivar Norðlýsinum  mikudagin 23. februar 2011 (valár til Løgting og Fólkating) um politiska útveljing.
 
Sí pdf.

----

Brot úr grein á nordlysid.fo:

Politisk útveljing og økis/menningarkvotur
Í skjølum frá Fiskimálaráðnum sæst at útveljingin av nevndarlimum til nevndina, sum skal avgera hvørjir persónar fáa menningarkvotir ókeypis frá landinum,  varð gjørd eftir óformligar samrøður millum landsstýrismannin í Fiskimálum og leiðsluna í Fiskimálaráðnum. 
 
Eisini var tað Høgni Hoydal sjálvur sum valdi fyrrverandi valevni hjá Tjóðveldi  til Formann í nevndini og varaformannin.
 
Tann 6. Juni 2018
 
skrivar Rógvi Reinert, aðalstjóri í Fiskimálaráðnum, eitt skriv um setan av metingarnevnd í samband við Menningarkvotur 2018.
 
Í brævinum verður gjørt greitt at tað er Landsstýrismaðurin, sum sambært lógini útnevnir metingarnevndina og tað er Fiskimálaráðið sum tekur endaliga avgerð um innkomnar umsóknir um menningarkvotu eftir tilmæli frá metingarnevndini.
 
Norðlýsið hevur biðið um innlit í hvussu nevndarlimirnir vóru valdir og sambært Fiskimálaráðnum eru eingi fundarreferat ella telefonnotat gjørd tí eingir formellir fundir hava verið um útveljingina av nevndarlimum – talan er heldur um óformellar samrøður millum landsstýrismannin í fiskivinnumálum og leiðsluna í Fiskimálaráðnum.
 
.... eftir 9. Mai 2018, tá kunngerðin varð lýst, hevur landsstýrismaðurin viðgjørt spurningin um seta av nevnd, limum og varalimum. Viðgerðin er farin fram á fundum og í samrøðum serstakt millum landsstýrismannin og leiðsluna í Fiskimálaráðnum. Viðgerðin hevur verið grundað á ein heildarlista av fólki við starvroyndum, førleikum og útbúgving, ið kunnu setast í samband við tey krøv, ið nevnd eru í kunngerðini um metingarnevndina.
 
Undir viðgerðini hava umboð fyri Fiskimálaráðið - í telefon – sett seg í samand við fólk beinleiðis fyrispurningi u at gerast limur ella varalimur í nevndini.
 
Tann 5. Juni 2018 hevur Fiskimálaráðið fingið játtandi svar frá nevndar- og varalimum til nevndina. Sama dag leggur landsstýrismaðurin endaliga niðurstøðu í málið og skjalfestir avgerðina. Avgerð verður somuleiðis tikin um at skriva eitt bræv til einstøku limirnar, sum eina formliga fráboðan um valið.......
 
Gestur skal verða formaður.
Eftir at metingarnevndin er útvald verða nevndarlimirnir bodnir til fundar í Fiskimálaráðnum ( tann 8.juni) har, Høgni Hoydal, Rógvi Reinert, Heri Joensen og Hans Ellefsen eru við umboðandi ráði, umframt útnevndu nevdarlimirnir.
 
Landsstýrismaðurin tekur fyrst orðið: .... takkar fyri at limirnir játtaðu at gerast limir í nevndini. Skjóti upp, at Gestur Hovgaard verður formaður í nevndini og Ásmund Guðjónsson verður varaformaður. Varalimirnir skulu rokna við at gerast meira virknir enn varalimir vanliga eru.......
 
Landsstýrismaðurin minnir nevndarlimirnar á: ......at alment innlit ikki kann latast í vinnuligar trúðnaðarupplýsingar...... tilmælið má vera Fiskimálaráðnum í hendi skjótast til ber.....
 
Í fundarfrásøgnini stendur at nevndarlimur skjýtur upp at nevndarsamsýningin verður eitt fast gjald til nevndarlimirnar fyri hvørja umsókn, tí hesin leisturin verður brúktur í Granskingarráðnum. Hetta samtykkir Fiskimálaráðið at kanna nærri
 

Lýsing
Seinastu tíðindini
USS Albany í Nólsoyarfjørð
Hoydalar til Tjóðpall og Symfoniorkestur
Semjan um tøkugjøld­ini hevur stóran týdn…
Mjølnir og SÍ spæla fyrru FM-finaluna í…
Vei teimum ið kalla ilt gott, og gott il…
Eystanljóð á kórferð í Skotlandi
Pison við kós á Flemish Cap
NEXUM til DM í íverksetan
Myndarøð: KÍ úti av steypakappingini
Triðja KÍ-tapið móti HB áðrenn flaggdagi…
Trý aðalstjórastørv leys at søkja
Býráðið roynt nýggja borðið
Burhan G á OY Voxbotn 2024
Formula umboðar Marel í Føroyum
15 landmátarar á skeiði
Várframsýning hjá Anniku
Loyvisgjaldið skal byggja á skattliga úr…
Báta- og Kampingpláss á Bátafestivali­num…
Myndarøð: Sjóvinnustevnan í Barcelona
Vikuskiftismøtir í Emmaus