Lýsing
Lýsing
Lýsing

KÍ vann enn ein tepran sigur

SKRIVAÐ: Jákup Ósá - Myndir: Oliver Joensen  |  23.06.2018 - 12:44 Ítrottur Myndarøð Tíðindi

Eins og í Trongisvági fyri viku síðani, so kláraði KÍ at hála ein tepran sigur heim í truplum útidysti. Eins og tá hevði KÍ munin í mál møguleikum, men eins og TB/FCS/Royn, so var EB/Streymur nær við at javna í seinna hálvleiki.

 

EB/Streymur var nógv skert til dystin. Tí umframt at Marni Djurhuus og Ari Ó. Ellingsgaard høvdu leikbann, so vóru Oddur Højgaard og Andras Olsen heldur ikki tøkir. KÍ var í einari 4-3-3 leikskipan, har Hørður H. Askham var fluttur fram á miðvøllin.

 

Fyrri hálvleikur var javnur, har liðini skiftust um at hava bóltin, men har KÍ var liðið, sum oftari hótti málið hjá EB/Streymi. Fleiri stórir mál møguleikar komu, men kanska tann størsta fekk Leif Niclasen hjá EB/Streymi, tá hann úr góðari støðu skeyt næstan beint á vælleikandi KÍ málverjan Kristian Joensen.KÍ fekk hol á og annan dystin á rað átti Jóannes K. Danielsen uppleggið úr høgru síðu. Frammanfyri málinum stóð Boris Dosljak, sum skoraði sítt fjórða mál í ár.

 

Í seinna hálvleiki var gongdin tann sama, har tað leikaði javnt á í spæli. KÍ hevði onkrar stórar møguleikar at økja, men tá EB/Streymur móti endanum setti Arnbjørn Hansen á vøllin, so hugsaði nokk fleiri, at nú kundi tað blíva sum í fjør, tá KÍ misti 1-0 leiðslu og tapti 2-1 við tveimum málum seint í dystinum frá Arnbirni Hansen. Og Arnbjørn fekk eisini ein góðan málmøguleika seint í dystinum, men bólturin fór viðsíðuna av.

 

Endaliga úrslitið gjørdist 1-0 til KÍ. Sostatt hevur KÍ vunnið fimm sigrar á rað, sum tó ikki er í nærheitini av sigursrøðini hjá oddaliðnum HB. Men við 35 stigum hevur KÍ nógv besta møguleikan at innheinta HB, um nakað lið skal gera tað. Vinnur KÍ báðar teir fyrstu heimadystirnar eftir summarsteðgin, so fær liðið møguleikan á Summar Festivalinum at minka munin til HB og gera tað ordiliga spennandi.

Lýsing
Seinastu tíðindini
Kavarar stóran týdning fyri alivinnuna
30 leiguíbúðir afturat – Miðbýurin í Kla…
Seafood Expo Global í Barcelona sett
GRÓA er ein bólkur vit máttu hava á G!
Grindamanna­felagið haft aðalfund
Flaggdagshald í Vágstúni 
Vøkur gáva til Varpið
Nýtt býráðsborð
Vinnan á ferð við 62°N Vinnu
30 nýggjar leiguíbúðir í Klaksvík
Vælkomin til Ársmøti – ein dagur við fel…
Silvarenning á Guttabreyt 27. apríl kl.…
NS hálvmaraton 4. mai í Klaksvik
Tær seyma sjálvar
Seinast KÍ sendi HB úr løgmanssteypi­num…
Júka upp í saman
Norðlýsið á gøtuni
Adrenaline á Summar Festivalin
Veðrið í vikuni
Norðingur bjóðar Klaksvíkingi og Nólsoya…