Lýsing
Lýsing
Bogi Andreasen, býráðslimur fyri Fólkaflokkin

Aldrin ognarskattur við Fólkaflokkinum við róðrið

SKRIVAÐ: Tíðindaskriv  |  23.06.2018 - 00:10 Politikkur Tíðindaskriv

Nei, Annfinn Brekkstein, ognarskattur er ikki partur av nøkrum tilmæli frá meirilutanum í Tórshavnar býráð og verður tað aldrin.

Tá mál koma til viðgerðar í býráðnum hava tey vanliga verið til umrøðu og støðutakan hjá ymsum myndugleikum, ráðum, staðbundnum nevndum, á deildum o.s.fr. Tað merkir, at hópur av upplýsingum, viðmerkingum og skjølum kunnu vera í eini málslýsing, sum kortini ikki eru við í endaliga tilmælinum, sum býráðið umrøður og tekur støðu til.

Í málinum um bústaðarskyldu í Havn, sum er partur av viðgerðini hjá sitandi samgongu av øllum bústaðarmarknaðinum í kommununi, verður í einum lítlum eykasetningi í málsviðgerðini sagt, at í sambandi við viðgerðina av bústaðarskyldu, so kann ljós varpast á møguleikan at leggja eitt slag av ognarskatti á hús nummar tvey hjá fólki.

Hetta er sum sagt ein eykasetningur í málslýsingini. Málið verður ikki viðgjørt víðari og er heldur ikki partur av tilmælinum til býráðið. Tí er tað heldur ikki relevant at viðgerða í hesum sambandi.

Men hóast hetta verður túrað fram við í eitt nú Sosialinum, at ognarskattur nú er "tikin fram av býráðsleiðsluni í Havn". Nei, hetta hevur ongantíð verið viðgjørt av býráðsleiðsluni og verður tað heldur ikki.

Tað, sum verður viðgjørt, er bústaðarskylda, og onki annað. Og hetta er, sum borgarstjórin áður hevur víst á, ein sera viðkvæmur spurningur, sum má viðgerast skynsamt við hinum kommununum í Kommunufelagnum, áðrenn eitt felags uppskot kann fara til Fíggjarmálaráðið.

Tað kann vera stórur munur á eini málslýsing hjá umsitingini, og so tí tilmæli, sum kemur til politiska viðgerð. At umsitingin í eini málslýsing nevnir ognarskatt merkir sjálvsagt ikki, at nakar í samgonguni tekur undir við ognarskatti.

Tvørturímóti gjørdi samgongan ferð eftir ferð vart við á seinasta býráðsfundi, at ongin í samgonguni tekur undir við ognarskatti. Og fjølmiðlafólk og serliga politikkarar áttu at dugað at skilt umsitingarliga partin frá tí politiska. Og kanska serliga Annfinn Brekkstein, sum hevur sitið ein mansaldur í býráðnum.

Tað er ikki politisk undirtøka fyri ognarskatti í Tórshavnar býráð. Og við Fólkaflokkinum við róðrið kemur ognarskattur ongantíð til viðgerðar. Og tað veit Annfinn Brekkstein fullvæl.

 

Bogi Andreassen

býráðslimur fyri Fólkaflokkin

 

Lýsing
Seinastu tíðindini
Veðrið á páskum
Fantastiskt Requiem í Varpinum skírisdag
Jákup B. Andreasen kann skjótt blíva klá…
Requiem í Varpinum skírisdag
Ein heimskendur hándverkari! 
Framsýning á Viðareiði á páskum - Undir…
Sangkórið og Jógvan Mortensen syngja í B…
Áhugaverdur djóragarður í Kunoy
Aðalfundir og lagnusøgur á Krígssavninum
Meistarar og lærisvei­nar í Gøtu
Fyrsta Reyða Kross Summarlegan
Pengar fyri bøtur úr Føroyum eiga at far…
Klaksvík kosið millum vakrastu býir í he…
Mass Hoydal leiðari fyri Visit Runavík
Svimji­høllin um Páska­høgtíðina
Frá Melodi Grand Prix til FríðuTónar
Hiddenfjord fingið altjóða góðkenning fy…
Stór ungdóms­páskastevna í Havn um vikusk…
Uni Holm Johannsen: - Tann fyrsta breið…
Stór listaframsýning við Løkin