Lýsing
Lýsing
Lýsing

Samgongan hevur ilt í politikkinum

SKRIVAÐ: John William Joensen  |  27.06.2018 - 09:15 Leiðarin Politikkur Vinna

Sjálvdan munnu føroyingar hava átt eina politiska samgongu, sum er so misnøgd við síni egnu politisku úrslit. Stóru politisku nýskipanirnar, sum samgongan setti sær fyri at avgreiða vóru tá samanumkom, trýstar ígjøgnum løgtingið við atkvøðunum hjá einans helvtini av politisku skipanini – við bert tveimum av stóru politisku flokkunum í rygginum. 

Flaggskipið hjá Javnaðarflokkinum, pensjónsreformurin, bleiv skorðin niður til ein sera avmarkaðan pakka, har almenna fólkapensjónin varð avtikin hóast veljarakanning vísti at meira enn 80% av fólkinum var ímóti. Almenna fólkapensjónin varð við teprum meiriluta avtikin, so pensjónistar í framtíðini einans kunnu líta á samhaldsfasta, sum er ein privat uppsparing. Forkvinnan í tingbólki Tjóðveldis og fyrrverandi formaður í tingbólkinum hjá Javnaðarflokkinum hava í viðmerkingum her á Norðlýsinum, greitt frá, at við pensjóns reforminum kunnu pensjónistar roknað við, at fáa 1000 kr. meira um mánaðin at liva fyri. MEN hetta verður ikki meðan sitandi samgonga ræður fyri borgum, men í 2020??
 
Tá hevur løgtingið samtykt tvær fíggjarlógir – so tað er trupult at taka hesar framrokningar fyri fult. 
 
Fyrrverandi tingbólkaformaðurin í Javnaðarflokkinum skrivar í verjugrein fyri framhaldandi politisku virkisloysi á løgtingið, at tað vóru 1.500 fólk fleiri í arbeiði í Føroyum í dag enn tá sitandi samgonga tók við. Hetta talið er  beinleiðis villeiðandi, tí fólkatalið, sum undir seinastu samgongu varð vent frá fólka-minking til fólka-vøkstur, er í dag 2.227 hægri enn tá sitandi samgonga tók við. Sambært feskastu tølunum frá Hagstovu Føroya er arbeiðandi parturin, í prosentum í mun til fólkatalið í landinum, minkað tíðarskeiði sitandi samgonga hevur rátt fyri borgum.
 
Í 2015 vóru 90,7% av teimum millum 15-74 ár í arbeiði og í 2017 er hetta talið minkað við næstan einum prosenti.
 
Fiskivinnupolitiski fløkjustampurin
Norðlýsið hevur funnist harðliga at sokallaðu fiskivinnunýskipanini hjá sitandi samgongu. Og síðani lóg um umsiting av sjófeingi varð samtykt í løgtinginum, hevur so at siga eingin, sum atkvøddu fyri lógini, tikið hana uppá tungu. Neyvan hevði hetta verið um hon hevði smakkað væl. 
 
Fyri tað fyrsta ber ikki til at kalla “lóg um umsiting av sjófeingi” fyri eina fiskivinnunýskipan, tí hon umfatar bara ein part av fiskivinnuni. Í viðmerking til atfinningarnar hjá Norðlýsinum, skrivar fyrrverandi formaðurin í tingbólki javnaðafloksins at:
 
Sitat: ….Størsti munurin á okkum og høgravonginum er, at vit vilja ein felagskassa, so øll fáa lut í vælferðini her á landi, heldur enn at hvør sætar sær. At breiðastu herðarnar bera tyngstu byrðarnar, og at allir føroyingar soleiðis fáa lut í framgongdini. Hetta er eitt aðalmál hjá Javnaðarflokkinum og hjá hesi samgonguni. Vit vilja menna landið fyri øll – ikki bara nøkur fá…..”
 
Um vit skulu taka politisku brillurnar av og hyggja eftir barninum, sum tey trý Tjóðveldi, Framsókn og Javnaðarflokkurin hava sett í verðina, so sær ein beinanvegin hví foreldrini hava so trupult at kennast við henda nýføðing.
 
Fyri tað fyrsta so er tann parturin av fiskivinnuni, sum hevur havt stórar truplleikar at dragast við seinastu mongu árini, slett ikki umfataður av samtyktu lóggávuni. Størsti parturin av flotanum, sum hevur trupult at fornýggja seg, har elstu vinnutólini eru frá 1960'unum og 1950'unum og tey nýggjastu bygt í 1980'unum, eru fullkomiliga slept uppá fjall. Samgongan hevur ikki brúkt ein tíma av tíð síni uppá at arbeiða við at menna eina lóggávu, sum kann fremja eina nýskipan, sum gevur hesum partinum av vinnuni møguleika, at fáa rentabilitet og endurnýggjan.
 
Landsstýrið og samgongan, sum í dag sita við ábyrgd hava eins og undanfarnu samgongur fullkomiliga svikið henda stóra og týdningarmikla partin av flotanum. Tó so, tey eru sloppin at æna við m.a. "at halda í" hjá uppsjóvarskipunum ella við "gávum" í form av tilfeingi í styttri tíðarskeið.
 
Sitandi samgonga hevur við hjálp frá eini stætt av embætisfólkum og akademikarum í høvuðsstaðnum sett sær fyri at “umskipa” (Red: Ikki nýskipa) tann parturin av flotanum, sum sjálvur og uttan politiska uppíblandig, veruliga hevur megnað at framt rationaliseringar og rentabilitet. Áðrenn sitandi samgonga tók við høvdu flestu reiðarríini í uppsjóarvinnuni enntá megnað at endurnýggja sín egna flota, uttan hjálp frá tí almenna, við nýbygdum framkomnum skipum. Harafturat var uppsjóarvinnan so smátt farin at endurnýggja aðrar partar av vinnuni – eitt nú línuskipini, men alt hetta hevur sitandi samgonga megnað at bremsa.
 
Vinnupolitiskt neyðaregg
Tjóðveldi, Javnaðarflokkurin og Framsókn hava seinastu árini ført ein politikk, sum hevur havt sum aðalmál, at steðga ávísum persónum/reiðarum í fiskivinnuni, sum hava víst í verki at teir duga sítt handverk og sum fyri fyrstu ferð í føroyskari vinnusøgu, hava uppbygt nakrar stórar og sterkar føroyskar vinnufyritøkur, sum hava lyft seg upp á altjóða støði. At hesir vinnulívsmenn hava sítt virksemið í norðuroyggjum og Eysturoynni hevur bara verið brennið á bálið hjá sitandi samgongu, sum soatsiga øll er vald í ella við hjálp úr Suðursreymoy. 
 
Akademikaraveldi
Politiska kjakið seinastu árini er fullkomiliga farið av sporinum. Landsstýrismaðurin í fiskivinnumálum hevur einsamallur megnað at fingið politisku skipanina til at flyta fiskivinnupolitiska orðaskiftið frá fólkinum, til at verða  eitt akademiskt hugarrák, har vinnan hevur verið niðurgjørd til eitt akademiskt eksperiment.
 
Politiska skipanin, sum sambært demokratiskum mannagongdum í øldir hevur tikið avgerðir vegna fólki og útluta veiðirættindi, bleiv vraka, tí hon var ikki nóg rein fyri oddafiskarnar í Tjóðveldi, Javnaðarflokkinum og Framsókn. Tí skuldu akademikarastættin bjarga politisku skipanini frá sær sjálvari og í besta “Georg Gearløs” stíli, varð ein uppboðssøla uppfunnin, sum sjálvvirkandi, enntá uttan menniskjaliga uppíblanding, skuldi tryggja fólkinum “resursurentuna” (avkast frá vinnuni).
 
Við uppboðsøluni hevði Tjóðveldi uppfunnið sjálva “Evigheits-maskinuna”, sum var so fantastisk, at hon eisini skuldi tryggja fólkinum loysing – uttan at nakar rætti hond frá síðu.
 
Ein sterk blanding av reyðgløðandi frøði í høvuðsstaðnum uppfann enntá eitt føroyskt navn fyri “Resursu-rente” sum gleið væl niður hjá vinstrasinnaðu miðlamaskinunum í høvðustaðnum - nevniliga tað nú so vælkenda orðið “yvirnatúrligur vinningur”.
 
Hasir feitu reiðarnir í Klaksvík liva av okkara vinningi", skrivaðu ungdómar frá Unga Tjóðveldi uppá busskýlir kring um í høvuðsstaðnum.
 
Jú orðið “yvirnatúrligur vinningur” var ein brakandi “suksess” og formaðurin í Tjóðveldi fekk enntá sínar erkifíggindar í danska Tjóðbankanum við uppá vognin.
 
At hava upplivað tey, sum hesi seinastu árini hava runnið eftir og aftaná  tí “ónatúrliga vinninginum” hevur verið grátiligt. Eg havi mangan øtast yvir at uppliva, so nógv háfløkt verða sagt og skrivað  um eina vinnu, sum vit sum eru uppvaksin í Klaksvík hava havt so tætt inn at kroppinum og eru so góð við.
 
Uppboðssølan í verki
Nú hava vit í nøkur ár selt ein stóran part av okkara dýrabærasta gulli á óteljandi royndaruppboðssølum og eisini skipaðum uppboðsølum eftir samtyktu løgtingslógini.
 
Úrslitið hevur verið tað sama hvørja ferð.
 
Kristian Martin, Hanus, Anfinn, Jákup, Mortan hava keypt alt. Onkuntíð er nakað enda í Hósvík og Hvalba.
 
OG sjálvandi keypa teir. Teir sum eiga skip eru noyddir at bjóða, og higartil hava teir tíbetur havt ráð at bjóða. Eisini royndu nakrir vestmenningar seg at bjóða, men teir brendu seg so illa at teir fóru í tingið at ávara løgtinsins vinnunevnd, men sama gjørdi.
 
Jú “eksperimentini” hjá Høgna hava beinleiðs verið skemtilig ella rættari grátulig.
 
Tá keisarin av sjófeinginum er komin út á balkongina hjá Fiskimálaráðnum, hevur hann skipað søluna á ymiskan hátt, til stóra frægd fyri vísmenn sínar. Onkuntíð hevur hann enntá biðið Hanus, Kristian Martin, Jákup, Annfinn og Mortan um at koyra bind fyri eygini og bjóða á “afturlatnu uppboðssøluni” (Red: serføroyskt akademiskt hugtak).
 
Tá so keisarin av tilfeinginum, hevur latið konvuluttarnar upp hevur hann ovurfegin boðað fólkinum í Havn frá, at vinnararnir vóru Kristian Martin, Hanus, Annfinn, Jákup og mín sann ikki eisini Mortan Jóhannesen.
 
Fólk sum starvast í vinnuni eru sett á síðuspor og serliga tey sum seinastu mongu árini hava uppbygt føroysku fiskivinnuna eru als ikki tikin við uppá ráð.
 
Vinnupolitiska kjaki hevur verið so akademiskt, at vanlig vinnufólk og limir í einstøku politisku flokkunum hava havt sera trupult at komið til orðanna. Øll sum hava havt eitt akademiskt klistrimerki á rygginum hava verið varpaði í hvørt heim í landinum av bæði politisku og almennu miðlunum. Samstundis noktaði KVF at útvarpa frá vinnupolitiskum kjakfundum, sum vinnan sjálv hevur skipað fyri.
 
Keisarin farin at troyttast av Jákup og Kristian Martin
Fyri at fáa 17 atkvøður fyri fiskivinnunýskipanini í løgtinginum, uppfunnu menn keisarans eitt nýtt hugtak. Økiskvotur/Menningarkvotur
 
Royndirnar við mongu uppboðspølunum høvdu víst, at tað vóru bara Kristian Martin, Jákup & Co. sum høvdu og enn hava ráð til at luttaka í tí spælinum.
 
Keisarin hevði lovað fólkinum at “nýggir aktørar” skuldu eisini sleppa uppí hóast eingin hevði sæð nakað til hetta nýggja slagi av fólki.
 
Fyri at fáa “nýggj “ fólk inn í vinnuna noyddist samgongan at brúka prinsippini í gomlu lógini og politiskt velja hvør skal sleppa framat sjófeinginum.
 
Men tá politiska skipanin nú var ov skitin til at velja út persónar, so var keisarin ikki ráðaleysur. Hann vendi sær aftur til akademiska umhvørvi og fann vísmenn í sínum egna flokki, sum fólki ikki vildi hava til politikarar.
 
Keisarin fór sjálvur í KVF og boðaði frá sínum ætlanum og sum hann segði – so bleiv.
 
Nú situr so ein bólkur av “Wanna be”  politikarum inni hjá Keisaranum av tilfeingi Føroya Fólks, og velur út persónar úr øllum landinum – uttan Norðoyggjum og Eysturoynni – sum Keisarin síðani skal forera part av Fólksins Ogn.
 
Tað ljóðar, at innanflokka í Javnaðarflokkinum og Tjóðveldi eru kreftir, nú í 12. tíma, sum eru farnar at arbeiða hart fyri at draga part av menningarkvotunum til norðurøkið. Eitt løgtingsval uttan at Høgni og Gestur eisini læta gávur til norðingar og eysturoyingar verður mett sum politiskt sjálvmorð. Enntá í løgmansflokkinum verður nú arbeitt handan leiktjøldini. 
 
Í gerðabókini hjá Norðoya Sambandsfelag frá 70unum og 80unum havi eg lisið um hvussu aktivt felagið, nevndarlimir og limir, vóru, at fundast við táverandi landsstýrisfólk um kvotur og skip. Hetta bleiv beinleiðis tosað um á politiskum fundum sum vóru almennir fyri vanligu limir floksins.
 
Í dag gongur hetta kjak fyri seg á afturlatnum fundum í Fiskimálaráðnum, og Keisarin av tilfeinginum hevur enntá boðað frá at hesar fundarbøkurnar kann almenningurin ikki fáa innlit í.
 
Aftur má eg sanna orðini hjá Mikladalsmanninum:
 
”Alt er tað sama, bara uppá ein annan máta!”
 
Í Norðlýsinum í gjár boðar tingbólkafókvinnan í Tjóðveldi frá:
 
” Vit hava ongantíð verið nærri loysingini!“
 
Ja – livst so spyrst, skilið verður neyvan verri

Lýsing
Seinastu tíðindini
Á floti sunnanfyri í gjár
Meira hjálp frá lærlingum
Eldrahugni í Betesda
Atlantic Fair nærkast
Nær verða skaddu KÍ-leikarar­nir aftur?
Útistovuhagin: Lembingin byrjað
Ein øgiligur munur á viðferð
Gadus fór nýggjan túr í kvøld
Toppdystur í Klaksvík í kvøld
Varpið avhendað
Dragin til umvælingar í Danmark
Skrúvuguds­tænasta í Christians­kirkjuni
Gøtudals­tunnil, nú!
Áhugafelagið Spinnarríið hevur aðalfund
Fleiri ymisk skeið innan vitlíki
Góða gongdin hjá J&K Petersen heldur fra…
- Vit mugu virða ta gomlu søguna og tað…
Foto framsýning í Smiðjuni í Lítluvík 18…
Dáin 35 ár
Morgunsangur í Christians­kirkjuni