Lýsing
Lýsing

Vit kunnu ikki forða myrkrinum at koma. Tó. Vit kunnu loyva ljósinum inn

SKRIVAÐ: Oliver Joensen  |  29.06.2018 - 18:00 Ítrottur Mentan Myndarøð Tíðindi

Ein dagin herfyri, tá ið eg var inni á facebook-síðuni hjá Team Rynkeby Føroyar, datt eg um nakað, sum fekk meg at hugsa um eitt ævintýr, sum eg hoyrdi fyri nøkrum árum síðani.

Tað var um ein kong. Hann var farin at skranta, og kundi hugsað sær at tikið sær eitt sindur meira av løttum. Hann var 66 ár, so hann fór skjótt at fáa bæði fólkapensjón og útgjald úr samhaldsfasta. Sum í flestu ævintýrum, so átti eisini hesin kongurin tríggjar synir og ein teirra skuldi fáa kongsríkið í arv. Í hesum ríkinum var eingin grundlóg, sum ásetti, at tann elsti sonurin skuldi arva ríkið. Kongur hevði gjørt av, at tað var tann best egnaði, sum skuldi arva.

Kongur hevði eina kongsborg, sum flestu kongar hava, hann hevði stóran flottan urtagarð, bát, sjey bilar – ein til hvønn dagin í vikuni – og so hevði hann eisini nógvar hestar. Í kongsborgini var eisini ein stór veitsluhøll. Alt hetta skuldi ein av synunum arva, men hvør? Kongur gjørdi av at royna synirnar.

Kongur kallaði synirnar saman. Ein hósdag, klokkan hálvgum níggju um morgunin. Synirnir vóru, sum vera man, spentir. Kongur segði teimum: ‘Eg umhugsi, heilt alvorliga, at leggja frá mær sum kongur. Ein tykkara verður so kongur eftir meg. Men tað skal vera tann best egnaði.’

Tann elsti bretti sær beinanvegin á. Hetta skuldi hann nokk klára, tí kanningar vísa, at elsta barnið er ofta tað klókasta, hugsaði hann.

Miðlingurin bretti sær enn meira á, um tað bar til. Tann elsta fór hann at syfta, tí hann visti, at við børnum er tað sum við pannukøkum: tann fyrsta er altíð eitt sindur undarlig. Lítlabarnið, sum tey vanliga róptu tann yngsta – ja hann var lítlabarnið og hann mundu teir fara at syfta.

Og Lítlabarnið? Hvat hugsaði hann? Jú, hann var bara spentur.

Segði Durita Tausen, forkvinna í Krabbameinsfelagnum, millum annað í røðuni, sum hon helt tá Team Rynkeby súkklararnir byrjaðu longu ferð sína til París, júst fyri at stuðla bardaganum ímóti krabbameini.

Røðan hjá Duritu Tausen, nakað seinkað, men hon vekur eitthvørt í okkum at hugsa um:

So komu boðini frá kongi: ‘Uppgávan tit fáa, er hvør í sínum lagi at fylla veitsluhøllina og tað fáa tit 1000 krónur í part til. Tit kunnu brúka pengarnar, sum tit vilja, og tit hava til klokkan 9 í kvøld.’

Teir hugsaðu, funnu uppá, rokaðust, stríddust og alt ov tíðliga var klokkan longu blivin 9 um kvøldið og kongur stóð klárur í veitsluhøllini.

Í hesum kongsríkinum var tað sum í Føroyum, at bøndurnir fingu mest sum ongan prís fyri ullina, so elsti sonurin hevði fingið sær fatur á allari tí ull, sum var at uppdríva. Onkra hevði hann fingið fyri einki og onkra hevði hann rindað eitt sindur fyri. Har vóru fleiri tons og elsti sonurin var pøstur, sum hann hevði stríðst. Tá ið øll ullin var koyrd inn í veitsluhøllina, var veitsluhøllin ikki full, heldur ikki hálvfull, men kongur helt, at sonurin hevði fingið væl burtur úr teimum 1000 krónunum.

So var tað miðlinginum. Hann var púra fyrilagstur. Tað sá út, sum at øll luftin var farin úr honum. Tað var hon mest sum eisini. Miðlingurin hevði keypt plastikk-posar fyri allar pengarnar og so hevði hann blást og blást og blást. Hann hevði fylt nógvar posar, men sum hjá elsta beiggjanum, so var veitsluhøllin ikki full, heldur ikki hálvfull, men eisini nú helt kongur, at sonurin hevði fingið væl burtur úr teimum 1000 krónunum. Tað fór at verða neyðugt at máta neyvt, fyri at staðfesta, hvør hevði klárað seg betur, tann elsti sonurin ella miðlingurin.

Nú var bara lítlabarnið eftir. Hann var hvørki pøstur ella púra fyrilagstur. Hann kom stillisliga gangandi inn í veitsluhøllina, við aðrari hondini í lumma og við einum beriposa í hinari hondini. ‘Nú góði,’ sigur kongur, ‘hevur tú givið skarvin yvir?’

‘Nei, nei,’ svarar lítlabarnið. ‘Í posanum havi eg tað, sum eg havi brúk fyri fyri at loysa uppgávuna.’ So dró hann gardinurnar fyri í veitsluhøllini, so tað varð bølamyrkt inni. Kongur hoyrdi, at hann stákaðist við okkurt í myrkrinum og var spentur at vita, hvat tað var. Lítlabarnið hevði keypt 20 kertiljós, tendraði tey og setti tey á gólvið, eitt sindur ímillum tey. Øll veitsluhøllin, sum hevði verið bølamyrk, var nú ikki myrk meira, men fyltist við ljósi.

Lítlabarnið fór yvir til pápan og gav honum yvir 800 krónur aftur. Alt tað leyp av, tí ljósini høvdu til samans kostað minni enn 200 krónur.

Soleiðis bleiv lítlabarnið kongur og hann var ein góður og vísur kongur.

Sitatið, sum eg sá á heimasíðuni hjá tykkum, Team Rynkeby Føroyar, var: Vit kunnu ikki forða myrkrinum at koma. Tó. Vit kunnu loyva ljósinum inn.

Eitt er, at ævintýrið minnir meg á tað. Tit rynkur gera tað so nógv meira. At tit við tykkara áhaldni savna so nógvar pengar, at grundarlagið at granska verður enn betur. At tit leggja so nógv fyri, at sjúk børn og teirra nærmastu fáa ein glotta. At tit eisini minna okkum á at vera góð við onnur.

Fyri Krabbameinsfelagið takki eg tykkum hjartaliga fyri tað.

Vónandi vera sólarglottarnir nógvir á veg til Paris. Kanska fara tit onkuntíð á ferðini at sanna, at ljósið er ongantíð so vakurt, sum tá ið sólin geislar gjøgnum skýggini.

Góða ferð til Paris.

Lýsing
Seinastu tíðindini
Jákup B. Andreasen kann skjótt blíva klá…
Requiem í Varpinum skírisdag
Ein heimskendur hándverkari! 
Framsýning á Viðareiði á páskum - Undir…
Sangkórið og Jógvan Mortensen syngja í B…
Áhugaverdur djóragarður í Kunoy
Aðalfundir og lagnusøgur á Krígssavninum
Meistarar og lærisvei­nar í Gøtu
Fyrsta Reyða Kross Summarlegan
Pengar fyri bøtur úr Føroyum eiga at far…
Klaksvík kosið millum vakrastu býir í he…
Mass Hoydal leiðari fyri Visit Runavík
Svimji­høllin um Páska­høgtíðina
Frá Melodi Grand Prix til FríðuTónar
Hiddenfjord fingið altjóða góðkenning fy…
Stór ungdóms­páskastevna í Havn um vikusk…
Uni Holm Johannsen: - Tann fyrsta breið…
Stór listaframsýning við Løkin
Grundøki til sølu Undir Gerðhamri í Hvan…
Danmark hevði munin