Lýsing
Lýsing
Lýsing
Tað er lítið loysingarveiggj í Framsókn, sum hevur bæði útlendingamál og loftrúmið undir sær. Samgongan hevur niðurfelt hesi bæði økini í samgonguskjali at yvirtaka í hesum valskeiðnum. Tað er neyvan sannlíkt at hetta gerst veruleiki

Hvar blíva yvirtøkurnar av?

SKRIVAÐ: Jóhann Lützen  |  30.06.2018 - 10:28 Leiðarin Politikkur Tíðindi Vinna

Uttanríkis- og vinnumálaráðið, ið ein skuldi trúð stóð fyri teimum flestu yvirtøkunum, hevur hetta valskeiðið onga yvirtøku framt í heila tikið. Heilsu- og Innlendismálaráðið (!), ja, Innlendis-, hevur framt onkra. Her verður serliga hugsað um persóns-, familju- og arvarætt, men eisini kort- og landmátingarmyndugleikin er í umbúna at yvirtaka. Hetta er ein sera stuttur avrikislisti, um ikki fleiri koma á hann síðsta árið av valskeiðnum.

Tað er ikki sjáldan, at Poul Michelsen er frammi í fjølmiðlunum, men tað er sjáldan, at tað snýr seg um sjálvbjargni. Í Degi og viku 29. juni var tað um skeinkistøð. Kaga vit á heimasíðuna hjá Uttanríkismálaráðnum, so eru tíðindi har um eitt nú Filmshús, føroysku sílini, taraaling, og so ein rúgva av fundum og ráðstevnum, sum landsstýrismaðurin hevur verið á. Ongin yvirtøka er í eygsjón, hóast tað í samgonguskjalinum verður staðfest at útlendingamál og loftrúmið skulu yvirtakast í hesum valskeiðnum - hesi bæði sortera undir uttanríkis- og vinnumálaráðnum. 

 

Hví skal Danmark hava skolurnar?

Hvat verður við loftrúminum? Tað hevur verið grýtuklárt til at yvirtaka í fleiri ár, men onki hendir. Og hvat við sjóverjuni? Tá Sea Shepherd gjørdi um seg í Føroyum fyri nøkrum fáum árum síðani, ja, tá máttu donsk verjuskip, danskar verjutyrlur og marinarar so pent taka sær av teimum. Og allar skolurnar frá altjóðasamfelagnum og enntá úr Hollywood, ja, tær regnaðu yvir Danmark, sum ikki hevur dripið ein einasta hval.

Hetta er ikki nóg gott. Vit eiga at taka ábyrgd og fáa alt, á føroyskar hendur og tað sum skjótast. Men viljin tykist ikki vera til staðar. Tað er sjálvandi greitt, at Sambandsflokkurin ikki er við uppá nakra yvirtøku, men hann situr ikki við ræðið. 2 av 3 samgonguflokkum eru loysingarflokkar, men har hendir millum lítið og onki, uttan tá Innlendismálaráðið (!) ger ein vørr.

 

Nógv prátað, lítið handlað

Norðoya Tjóðveldisfelag átalar, at Norðlýsið hevur kritiserað vantandi viljan til sjálvbjargni í samgonguni og í Tjóðveldi. Tey føra fram, at “fleiri stig eru tikin seinastu árini móti at fáa ein sjálvbjargnan búskap, sum er altýðandi á leiðini fram til loysing”, uttan tó at siga hvørji hesi stigini eru. Um tey meina við einsamøllu yvirtøkuna hjá Sirið Stenberg, so er hon altso ikki “fleiri stig”. Eitt stig er hon tó, tað er rætt og tað hava vit róst landsstýriskvinnuni fyri í fleiri umførum. 

Í viðgerðini av stjórnarskipanini bleiv kritiserað, at so nógv varð tosað, og so lítið handlað. Tað er júst tað sama við yvirtøkunum. Vit síggja nógv føgur orð, ivaleyst eru nógvir fundir hildnir, og í stevnuskráunum hjá Tjóðveldi og Framsókn er sjálvbjargni og sjálvræði nærum altavgerandi. Men tá tað kemur til at seta handling aftanfyri føgru orðini, ja, so fáa øll kaldar føtur.

Tað er ikki stuttligt at vera loysingarmaður, tá so lítið hendir á sjálvbjargniskós, hóast tveir fullveldisflokkar sita í Landsstýrinum og vit liva í bestu fíggjarligu tíðum á Føroya landi nakrantíð. Blokkurin er gamaní fastfrystur, men átti at verið hólvaður niður á 0.

Norðoya Tjóðveldisfelag hevur tó rætt í, at tað ikki er beint at leggja eftir Tjóðveldi einsamøllum. Tjóðveldi hevur í minsta lagi framt yvirtøkur hetta valskeiðið. Men taka vit so Framsókn, so hevur flokkurin als onga yvirtøku framt. Vit kundu hóskandi spurt, um Framsókn ikki fremur nakra yvirtøku, tá flokkurin situr í Landsstýrinum og enntá við uttanríkismálum, nær ætlar flokkurin so at gera nakað munagott á sjálvbjargniskós?

Lýsing
Seinastu tíðindini
Lands­stýris­maðu­rin lýst svartkjaftakunng…
Lutur Mansins í Fosturtøkuni
Flaggdagshald
USS Albany í Nólsoyarfjørð
Hoydalar til Tjóðpall og Symfoniorkestur
Semjan um tøkugjøld­ini hevur stóran týdn…
Mjølnir og SÍ spæla fyrru FM-finaluna í…
Vei teimum ið kalla ilt gott, og gott il…
Eystanljóð á kórferð í Skotlandi
Pison við kós á Flemish Cap
NEXUM til DM í íverksetan
Myndarøð: KÍ úti av steypakappingini
Triðja KÍ-tapið móti HB áðrenn flaggdagi…
Trý aðalstjórastørv leys at søkja
Býráðið roynt nýggja borðið
Burhan G á OY Voxbotn 2024
Formula umboðar Marel í Føroyum
15 landmátarar á skeiði
Várframsýning hjá Anniku
Loyvisgjaldið skal byggja á skattliga úr…