Lýsing
Lýsing
Lýsing
Tilvildarlig mynd. Vit hava ikki fingið uppspurt skipsklassan

NATO skjýtur við skørpum

SKRIVAÐ: Jóhann Lützen  |  30.06.2018 - 12:56 Tíðindi

Hernaðarsamgongan skipar fyri skjótivenjing við veruligari ammunitión á Rygginum. Føroysk línuskip og ein trolari eru tikin á bóli og verða biðin at halda frástøðu

Fýra línuskip og ein trolari royna friðarliga sína vinnu, men júst nú gjørdist farvatnið tó munandi vandamiklari.

Tey hava júst nú fingið at vita á VHF’inum, at tey skulu halda frástøðu, tí fleiri NATO-skip hava skotvenjingar og tað verður skotið við skørpum.

Tað eina NATO-skipið hava vit fingið upplýst var á knattstøðuni 63'10N og 010'49V. Hetta er besta fiskileið og skipini hava fullan reiðskap í sjónum, sum tey ikki hava møguleika at leggja á. 

Tað eina skipið sum Norðlýsið hevur tosa við, hevur fingið at vita frá Vørn, at á Vørn kenna tey einki til skotvenjingarnar!

Norðlýsið roynir at fáa eina viðmerking frá Vørn. 

Lýsing
Seinastu tíðindini
50 ár síðan Reyðu Khmerdrápini
Verja og visiónir
Eina stóð ph.d.-verjuna væl og virðiliga
Grant er í Klaksvík hvønn dag
Landið má leggja trýst á kommunur
Mjølnir enda á heimavølli
Sáttmáli undirskrivaður um lækna­miðstøði…
Aðalfundur verið í Íverksetara­húsinum
Methøg søla av elorku og methøg framleið…
Virkið vár byrjar og endar við renning
33 nýggjar íbúðir á Argjum
Havsbrún í Fuglafirði - 365 dagar uttan…
Útróðurin hevur ongan góðan í tinginum o…
Skíggjanýtsla og antibiotika ovast á dag…
Fiskimála­ráð­har­rin tekur og gevur
Rannvá Dahl vart ph.d. á Københavns Univ…
Kent ”Kenno” Petersen í Varpinum
Stjørnan hevur aðalfund
Nógv tann størsta stoypingin í Norðoyggj…
Heðin Kambsdal sýnir fram í Gamla Seglhú…