Lýsing
Lýsing

Mentanarnátt í Pakkhús 5

SKRIVAÐ: Tíðindaskriv  |  02.07.2018 - 00:13 Mentan Tíðindaskriv

Komandi fríggjadag er mentanarnátt á Tvøroyri, og tá verður ymiskt áhugavert á skrá í Pakkhús 5.

Umframt framsýningina á miðhæddini, ið sigur frá søguni um felagið T.F.Thomsen, verður nýumvældi kjallarin í gamla pakkhúsinum latin upp fyri almenninginum.

Har ber til at síggja tommin, ið bjargaði monnunum av sluppini Albert, umframt lutir og frasagnir um tær vørur, T.F.Thomsen keypti inn, framleiddi og flutti av landinum.
 
Og tað er í kjallaranum, at journalisturin og rithøvundurin Helgi Jacobsen fer at halda fyrilesturin “Tvøroyri og heimsins besti klippfiskur”.
 
Til ber eisini at sessast og njóta eina Slupp, sum til høvið hevur fingið etikettir við ymiskum sluppum hjá Thomsen. Inntøkan av søluni fer til víðari menning og rakstur av savninum í Pakkhús 5.

Skráin er henda:

  • Kl. 16.00 – 21.00:  Savnið í miðhæddini og kjallaranum er opið. Til ber at keypa Slupp við seretikett, og á grundini uttanfyri hongur stórt kort, ið sýnir øll føroyskt skip, ið eru farin við Ísland í tíðarskeiðnum 1870 – 2015. 
  • Kl. 16.30:  “Tvøroyri og heimsins besti klippfiskur”. Fyrilestur hjá Helga Jacobsen.

 

Ókeypis atgongd og øll eru hjartaliga vælkomin.

Lýsing
Seinastu tíðindini
Fantastiskt Requiem í Varpinum skírisdag
Jákup B. Andreasen kann skjótt blíva klá…
Requiem í Varpinum skírisdag
Ein heimskendur hándverkari! 
Framsýning á Viðareiði á páskum - Undir…
Sangkórið og Jógvan Mortensen syngja í B…
Áhugaverdur djóragarður í Kunoy
Aðalfundir og lagnusøgur á Krígssavninum
Meistarar og lærisvei­nar í Gøtu
Fyrsta Reyða Kross Summarlegan
Pengar fyri bøtur úr Føroyum eiga at far…
Klaksvík kosið millum vakrastu býir í he…
Mass Hoydal leiðari fyri Visit Runavík
Svimji­høllin um Páska­høgtíðina
Frá Melodi Grand Prix til FríðuTónar
Hiddenfjord fingið altjóða góðkenning fy…
Stór ungdóms­páskastevna í Havn um vikusk…
Uni Holm Johannsen: - Tann fyrsta breið…
Stór listaframsýning við Løkin
Grundøki til sølu Undir Gerðhamri í Hvan…