Lýsing
Lýsing
Lýsing

Verkstovan hjá teimum ungu arbeiðararunum

SKRIVAÐ: Sára Bertholdsen og Minna W. Sjóstein  |  03.07.2018 - 12:25 Myndarøð Tíðindaskriv

Sjónleikarhúsið í Klaksvík, verður nú tær næstu seks vikurnar nýtt, sum verkstova hjá teimum ungu arbeiðarunum í Klaksvíkar kommunu. Húsið er eitt savningarstað, har tey ungu sínamillum kunnu skifta orð og fáa sær ein bita at eta. 

Durita Samuelsen hevur nýtt nógva tíð uppá at gjørt sjónleikarhúsið klárt til hesar seks vikurnar. Hon hevur prýtt tað við ymsum, sum sjókleikahúsið áður hevði. Á verkstovuni er sera rúmligt hjá teimum ungu at vera, sera hugnaligt og góður stemningur. 

Inni í verkstovuni er ein veggur, har sum teir ungu arbeiðararnir kunnu viðmerkja uppá ein seðla hvussu dagurin hevur verið. Á seðlarnar kanst tú bæði skriva, um dagurin hevur verið góður ella minni góður. 

Hvørja viku hendur okkurt spennandi. Einaferð um vikuna kemur ein gestur at vitja. Her greiðir viðkomandi gestur frá ymsum, sum setur spurning við lívið á arbeiðsmarknaðinum. 

Tá hesar seks vikurnar koma at enda, hevur Durita skipa fyri at mála okkurt uttanum verkstovuna, sum fer at seta merki á, at ungdómurin hevur verið har. 
 
Durita Samuelsen, fyriskiparin í Ung í Arbeiði, hevur í mong ár havt tankan um, at gera starvsvenjingina hjá ungdóminum í Klaksvík til nakað, sum er meira veruleikakent hjá ungdóminum. So, at tey ungu fáa eina betri fatan av, hvat tað er at vera til arbeiðis í einum gerandisdegi. 
Í samband við verkætlanina hjá Duritu Samuelsen, hevur hon samskipa verkætlanina soleiðis, at privatir arbeiðsgevarar eru við í teimum ymsu arbeiðsplássunum, sum verður givið til ungdómin. Tí, í teimum undanfranu árunum, hevur ungdómurin arbeitt hjá teimum ymsu deildunum hjá Klaksvíkar kommunu.

Hvør arbeiðari fór til samrøðu hjá Duritu, har hon eftir huga og persónligheit valdi, hvat hóskaði best til hvønn einstakan. Hendan broytingin ger, at tey ungu læra, hvussu tað er at arbeiða á arbeiðsmarknaðinum.  

Lýsing
Seinastu tíðindini
Nær verða skaddu KÍ-leikarar­nir aftur?
Útistovuhagin: Lembingin byrjað
Ein øgiligur munur á viðferð
Gadus fór nýggjan túr í kvøld
Toppdystur í Klaksvík í kvøld
Varpið avhendað
Dragin til umvælingar í Danmark
Skrúvuguds­tænasta í Christians­kirkjuni
Gøtudals­tunnil, nú!
Áhugafelagið Spinnarríið hevur aðalfund
Fleiri ymisk skeið innan vitlíki
Góða gongdin hjá J&K Petersen heldur fra…
- Vit mugu virða ta gomlu søguna og tað…
Foto framsýning í Smiðjuni í Lítluvík 18…
Dáin 35 ár
Morgunsangur í Christians­kirkjuni
Innihaldið týdningarmiklari enn breiðar…
Ein Talgild Valskipan
Ætlan fyri orkuútbygg­ingar tey næstu fim…
JAMEN, VIT TJENA SO IKKI UPP Á HETTA HER…