Lýsing
Lýsing
Lýsing

Heim er eitt stað mitt ímillum

SKRIVAÐ: Tíðindaskriv  |  04.07.2018 - 13:00 Mentan Tíðindaskriv

Høvundarnir Sissal Kampmann, Vónbjørt Vang og Siri Rannvá Hjelm Jacobsen hittast í Spaniastovu 4.juli at tosa um føroyskan samleika.

Liva føroyingar við einum samleika, sum á ymsan hátt rúmar ymisk heim?

 

Hetta er ein av fleiri spurningum, sum rithøvundarnir viðgera í skalskapi teirra, og sum tær umrøða í Klaksvík 4.juli.

Karmur um samrøðuna verða gomlu handilshúsini hjá Kongaliga einahandlinum.

 

Sissal Kampmann, Vónbjørt Vang og Siri Rannvá Hjelm Jacobsen hava á hvør sín hátt viðgjørt viðurskiftini millum Føroyar og Danmark í bókum sínum.  Hóast ymiskt upphavsstøði og bókmentaligt úttrykk, hava tær funnið eitt felags støði og eitt felags ynski um at levera eina serstaka kvøldsetu.

 

Bøkurnar, sum hesir tríggir rithøvundar hvør í sínum lagi hava skrivað, innihalda allar ein felags spurning: hvussu livir man við einum samleika, sum á ymsan hátt skal rúma ymisk heim? Sum Siri Ranva Hjelm Jacobsen m.a. lýsir í bókini Ø frá 2016, føroyska abban og ommuna, sum flyta til Danmarkar at nema sær útbúgving, men sum ongantíð vendar aftur til Føroyar. Longsulin eftir Føroyum fer tískil í arv til ommubarnið, sum byggir ein samleika upp út frá tí, sum mist er. Ella lýsingin hjá Sissal Kampmann í Sunnudgasland (2016) um at venda aftur til heimbygdina eftir mong ár uttanlands. Umframt Vónbjørt Vang, sum í bók síni Millumlendingar (2011), sum á poetiskan hátt roynir at lýsa hesa millumstøðu millum tvey lond, tvey heim fyri síðani at venda sær heilt aftur til tað heimliga í Djúpini (2017), sum er ein lýsing av ommunum, sum liva sína seinastu tíð á føroyskum ellisheimum.

Felags fyri hesar tríggjar rithøvundar er spurningurin: hvussu sameinir man hesi bæði støðini og hvussu verður hetta lýst bókmentaliga?

 

Øll eru hjartaliga vælkomin!

Lýsing
Seinastu tíðindini
Steypabrak í Klaksvík mikukvøldið
Trygd høvuðsstuðul hjá Badmintonsamb­andi…
Teitur Lassen nýggjan sáttmála við Editi…
Grøni Háskúlin letur uppaftur
Gongd á samráðingu­num hjá arbeiðarafeløg…
ABBA ” Show ” á Gníst í Nólosy 6. juli
Kavarar stóran týdning fyri alivinnuna
30 leiguíbúðir afturat – Miðbýurin í Kla…
Seafood Expo Global í Barcelona sett
GRÓA er ein bólkur vit máttu hava á G!
Grindamanna­felagið haft aðalfund
Flaggdagshald í Vágstúni 
Vøkur gáva til Varpið
Nýtt býráðsborð
Vinnan á ferð við 62°N Vinnu
30 nýggjar leiguíbúðir í Klaksvík
Vælkomin til Ársmøti – ein dagur við fel…
Silvarenning á Guttabreyt 27. apríl kl.…
NS hálvmaraton 4. mai í Klaksvik
Tær seyma sjálvar