Lýsing
Lýsing
Lýsing

Týskvøldið tann 12. juni var undirvísing fyri 55 námsfrøðingum/hjálparfólki á dagstovnunum í Sunda kommunu

SKRIVAÐ: Tíðindaskriv  |  05.07.2018 - 13:00 Mentan Tíðindaskriv

Dirvi til at síggja – tryggleika til at handla. Tað eru Sigvør Gregersen, námsfrøðingur og Malan Kjærbo, sosialráðgevi, sum – vegna KRIS – bjóða seg fram til at undirvísa fakfólki í at tola at hoyra tað, ið barnið sigur og at fanga/síggja ábendingar frá barninum. Tær hava eina holla vitan um økið og hava nomið sær kunnleika til at undirvísa í hesum trupla og ofta bannhalgaða evninum.

Undirvísingin var eyðmerkt av áhuga fyri og spurningum um m.a. tekin um ágang, nær orsøk er til stúran, nær orsøk er til inntriv, og um hvussu ein tosar við børnini um evnið kynsligur ágangur.

Um vit tosa við børn um ágang á teirra egna menningarstigi og tey merkja, at tey verða tikin í álvara, so koma søgurnar. Tað er sjón fyri søgn, at vit læra, at tað hevur týdning at læra børnini at tosa um góðar og ringar kenslur, tí vit fáa bara góðar og jaligar afturmeldingar um undirvísingarátakið.
Um áhugi er fyri einum tílíkum undirvísingarátaki, eru tit vælkomin at venda tykkum til: Sigvor@kris.fo ella Malan@kris.fo

Átakið er fyri øll, sum hava við børn og ung at gera – m.a. lærarar, námsfrøðingar, læknar, sjúkrarøktarfrøðingar, heilsurøktarfrøðingar, tannlæknar og sálarfrøðingar.

Lýsing
Seinastu tíðindini
Hoydalar til Tjóðpall og Symfoniorkestur
Semjan um tøkugjøld­ini hevur stóran týdn…
Mjølnir og SÍ spæla fyrru FM-finaluna í…
Vei teimum ið kalla ilt gott, og gott il…
Eystanljóð á kórferð í Skotlandi
Pison við kós á Flemish Cap
NEXUM til DM í íverksetan
Myndarøð: KÍ úti av steypakappingini
Triðja KÍ-tapið móti HB áðrenn flaggdagi…
Trý aðalstjórastørv leys at søkja
Býráðið roynt nýggja borðið
Burhan G á OY Voxbotn 2024
Formula umboðar Marel í Føroyum
15 landmátarar á skeiði
Várframsýning hjá Anniku
Loyvisgjaldið skal byggja á skattliga úr…
Báta- og Kampingpláss á Bátafestivali­num…
Myndarøð: Sjóvinnustevnan í Barcelona
Vikuskiftismøtir í Emmaus
Bjóðað verður til almennan fund í Svínoy