Lýsing
Lýsing
Lýsing
Bergur Jacobsen | Mynd: Dávur Winther

Krúpandi og loyndarfullir tunlar?

SKRIVAÐ: Bergur Jacobsen  |  05.07.2018 - 23:50 Bloggur Tíðindi

Øll uttan leirvíkingar og eysturoyartingfólk vistu av, at eitt hol var á veg undir Leirvíksfirði. Í fleiri ár skulvu fjøllini, sum um heimsins undirgangur var á veg, og grótrúgvur goystu uppúr undirgrundini. Áðrenn nakar vardi, varð koyrandi millum Klaksvík og Leirvík, og hin vegin eisini!

Hóast tunnilin hevði verið á veg í fleiri ár, vaknaðu leirvíkingar við kaldan dreym tá nýggja farleiðin byrjaði: Hvat skuldu tey gera við øktu ferðsluna? Til endans hóttu tey við at steingja farleiðina – leirvíksingar ætlaðu sær uppá barrikadurnar, eins og onnur uppreistrar- og frælsisfólk. Barrikadurnar blivu tó av ongum. Í staðin kom ein vegaloysn, ið helst kostaði líka nógv, sum um tunnilin var komin upp í Gøtudali í staðin. 

Vanlig fólk, ið vóru áhoyrarar og áskoðarar meðan tunnilin var á veg, mundu undrast yvir, at avvarðandi myndugleikar ikki høvdu hugsað um vegasambandið millum Norðoyatunnilin og Leirvíkstunnilin. Kanska høvdu tey við vilja gloymt sambindingina, fyri at pynta uppá veruliga kostnaðin!? Og gapandi áskoðararnir og áhoyrararnir hildu helst, at slíkt mistak fór ALDRIN at henda aftur. Men gakk! Bæði á Hvítanesi og á Eystara armi á Skálafjørðinum er Skálafjarðartunnilin, eftir øllum at døma, komin heilt ovart á fólk – tvs. tey, ið ráða fyri borgum.

Ókønur, sum eg eri í hesum viðurskiftum, skal eg ikki gera meg klókan um evnið, men fari bara at loyva mær at undrast yvir, at tað ikki beinanvegin var teimum ráðandi og ráðgevandi greitt, at tunlar hava til endamáls at leiða ferðsluna ein ávísan veg, og ikki til endamáls at tálma ferðsluni, og tí er tað so neyðugt við einum ”holistiskum” hugsanarháti, har nýggju tunlarnir, sum ein sjálvfylgja, eru ein integreraður partur av restini av vegakervinum.  Tað er so sjálvfylgiligt, at eg rokni við, at hønurnar hjá Daddu høvdu dugað at roknað tað út!

Men tað er eftir øllum at døma ongin sjálvfylgja kortini! Eg giti tó, at fólkini hjá Landsverki, við teirra servitan á økinum, helst munnu hava kent støðuna, meðan politikararnir, sum bara hugsa fýra ár í senn, kanska hava gjørt sítt til at vreingja veruleikan? Tað pyntar jú uppá tølini, at fíggjarligt atlit ikki skal takast fyri evt. sambindingum og broyttum ferðslumynstrum; og kanska var ætlanin í veruleikanum at skumpa trupulleikarnar til aftaná næsta val?

Á teimum trimum prestaskúlunum, ið tá vóru knýttir at guðfrøðideildini á Universitetinum í Southampton, lærdu vit onki um tunlar ella um vegir. Men vit skuldu øll snodda til evnið ”logikk”, har vit m.a. lærdu at tingini hanga saman. Allar týðandi avgerðir ávirka okkara umhvørvi! Kanska skuldi logikkur verið ein kravd lærugein fyri at koma inn á ting, ella fyri at fáa sæti í umsitingini?

Í øllum førum, so eru hesi gigantisku byggitøknisku framstigini, sum tunlanir eru, ein viðmerking til tey, ið ráða fyri borgum.  Hvussu kunnu hesir gigantisku risarnir koma óvart á nakað menniskja í Føroyum? Og tað er tí at Kina er so vandamikið fyri restina av heiminum. Har gera tey ikki ætlarnir fyri fýra ella fimm ár í senn, ella inntil næsta val. Har taka tey avgerðir fyri næstu 40, 50 ella 80 árini. Okkara fýra/fimm árs politikarar skilja ikki hesa hugsanina, og tí kann Kina koma heilt óvart á okkum øll um eini 40/50 ár!

Vachet auf ruft uns die Stimme!

Lýsing
Bloggarin
Bergur Jacobsen
Pensionistur

Bergur Jacobsen er føddur og uppvaksin á Stongunum í Klaksvík. Útbúgvin prestur frá Chichester Theological College, University of Southampton. Hevur verið prestur á Sandi, við donsku Kirkjuna í London, i Ordrup og í Føroysku Kirkjuni í Keypmannahavn. Starvaðist í Útvarpinum í átta ár, og var landstýrismaður fyri Sjálvstýrisflokkin í tvey ár. Bergur hevur ongantíð sæð ein heilan fótbóltsdyst, men spælt í nógvum hornorkestrum. Bergur hevur eisini verið blaðstjóri á Norðlýsinum og á Tingakrossi eitt stutt skifti.

Hvør bloggar
Bergur Jacobsen
Pensionistur

Bergur Jacobsen er føddur og uppvaksin á Stongunum í Klaksvík. Útbúgvin prestur frá Chichester Theological College, University of Southampton. Hevur verið prestur á Sandi, við donsku Kirkjuna í London, i Ordrup og í Føroysku Kirkjuni í Keypmannahavn. Starvaðist í Útvarpinum í átta ár, og var landstýrismaður fyri Sjálvstýrisflokkin í tvey ár. Bergur hevur ongantíð sæð ein heilan fótbóltsdyst, men spælt í nógvum hornorkestrum. Bergur hevur eisini verið blaðstjóri á Norðlýsinum og á Tingakrossi eitt stutt skifti.

Seinastu tíðindini
Pison við kós á Flemish Cap
NEXUM til DM í íverksetan
Myndarøð: KÍ úti av steypakappingini
Triðja KÍ-tapið móti HB áðrenn flaggdagi…
Trý aðalstjórastørv leys at søkja
Býráðið roynt nýggja borðið
Burhan G á OY Voxbotn 2024
Formula umboðar Marel í Føroyum
15 landmátarar á skeiði
Várframsýning hjá Anniku
Loyvisgjaldið skal byggja á skattliga úr…
Báta- og Kampingpláss á Bátafestivali­num…
Myndarøð: Sjóvinnustevnan í Barcelona
Vikuskiftismøtir í Emmaus
Bjóðað verður til almennan fund í Svínoy
Framsýning á Skúlanum á Fossanesi
Okkara framtíðar Klaksvík
Býráðsfundur mikudagin 24. apríl
Søguløta á Klaksvíkar bókasavni
Upptakt: KÍ-HB