Lýsing
Lýsing

Málningaframsýning við Pól Huus Sólstein

SKRIVAÐ: Jóhann Lützen  |  09.07.2018 - 08:47 Mentan Tíðindi

Stjórin á North Pelagic hevur onnur talentir enn bert at selja fisk. Hann hevur málningaframsýning Úti í Bø 9 í Syðrugøtu í døgunum 10. juli til 15. juli. Fernisering er í morgin kl. 17

Pól Huus skrivar sjálvur soleiðis:

Tað er undarligt sum tíðin hvørvur handan aldarinnar skýggj, fyri ongantíð at koma aftur. Og tað kennist ikki sørt løgið, at tað eru nærum 30 ár síðan mær hepnaðist at verða við á fyrstu várframsýningini í Listaskálanum. 

Gongugøta lívsins er til tíðir ikki sørt margháttlig. Og fyri einum góðum ári síðan fekk eg aftur ein pensil í hond fyri fyrstu ferð í góða fjórðingsøld. Ein neisti kveiktist, og áðrenn eg varnaðist tí spældu litur og skap sær úr einum trongum sinni.

Og neistin sum kveiktist gjørdist til eitt lítið logandi bál, sum vónandi ikki slóknar aftur.

Myndir eru yrkingar uttan orð. Um tað bar til at siga tað í orðum, so var ongin orsøk til at mála. Og at mála er at verða eitt við seg sjálvan í mun til tilveruna, at gloyma seg burtur í ókend støð, har myrkur og ljós og litir og skap fáa veingir, fyri síðani at seta seg á tað hvíta reina og óspilta blaðið.

Og um tað er LIST, so er tað eitt ja til tilveruna sum hon er.

Lýsing
Seinastu tíðindini
Jákup B. Andreasen kann skjótt blíva klá…
Requiem í Varpinum skírisdag
Ein heimskendur hándverkari! 
Framsýning á Viðareiði á páskum - Undir…
Sangkórið og Jógvan Mortensen syngja í B…
Áhugaverdur djóragarður í Kunoy
Aðalfundir og lagnusøgur á Krígssavninum
Meistarar og lærisvei­nar í Gøtu
Fyrsta Reyða Kross Summarlegan
Pengar fyri bøtur úr Føroyum eiga at far…
Klaksvík kosið millum vakrastu býir í he…
Mass Hoydal leiðari fyri Visit Runavík
Svimji­høllin um Páska­høgtíðina
Frá Melodi Grand Prix til FríðuTónar
Hiddenfjord fingið altjóða góðkenning fy…
Stór ungdóms­páskastevna í Havn um vikusk…
Uni Holm Johannsen: - Tann fyrsta breið…
Stór listaframsýning við Løkin
Grundøki til sølu Undir Gerðhamri í Hvan…
Danmark hevði munin