Lýsing
Lýsing
Lýsing

Tunnlar og dagsins krøv

SKRIVAÐ: John William Joensen  |  09.07.2018 - 09:16 Politikkur Tíðindi

Nú kjakast verður nógv um tunnlar og serliga um hvørjir lúka dagsins krøv og ikki, settu vit stjóranum í Landsverk spurningin um nýggjastu Føtoysku tunnlarnir, sum í dag eru í brúk, lúka dagsins krøv.

Ewald Kjølbro, svarar soleiðis:
 
Verðandi undirsjóvartunlar hevur Landsverk góðkent við støði í teimum reglum og normum, sum vóru galdandi tá søkt var um loyvið at byggja tunlarnar. 
 
Góðkenningin var grunda á ein meting um og framskriving av mesta ferðslu gjøgnum tunlarnar 15-20 ár fram. Eisini var góðkenning grunda á hvat vit ynskja í Føroyum (vega uppbygnað o..a). Ferðslu vøksturin, sum hevur verið síðani tunlarnar vóru bygdir, liggur framvegis innanfyri tað sum rokna var við tá tunlarnar vóru góðkendir.
 
Tunnilsnormarnar, sum Landsverk brúkar tá tunlar skulu byggjast ídag eru dagførdar síðani Váðatunnilin og Norðoyartunnilin var bygdur.
 
Um Vága- og Norðoyartunlarnar vóru bygdir í dag hevði tískil fleiri og herd krøv sett til eitt nú tunnilstrygd. Vit kunnu tískil ikki siga at verðandi undirsjóvartunlar liva upp til tey krøv sum verða settar til nýggja tunlar í dag, men tey liva framvegis upp til tey krøv sum vóru galdandi tá.
 
Viðmerkjast skal tó at tað ikki er vanligt at krevja at tunlar skulu dagførast, so hvørt sum nýggj og herd krøv verða sett til nýggja tunlar.
 

Lýsing
Seinastu tíðindini
Mjølnir enda á heimavølli í dag
Metingar um 6. umfar
- Vit eru svangir at svara aftur
Kanjon: Stoyptu 710 rúmmetrar uppá 14 tí…
Beinleiðs stroyming: Stór svimjistevna í…
Upptakt: KÍ-B68
Tessa á OY Voxbotn 2024
Elsebeth Mercedis: Vit eiga framhald­andi…
Heðin Mortensen stillar upp aftur
50 ár síðan Reyðu Khmerdrápini
Verja og visiónir
Eina stóð ph.d.-verjuna væl og virðiliga
Grant er í Klaksvík hvønn dag
Landið má leggja trýst á kommunur
Sáttmáli undirskrivaður um lækna­miðstøði…
Aðalfundur verið í Íverksetara­húsinum
Methøg søla av elorku og methøg framleið…
Virkið vár byrjar og endar við renning
33 nýggjar íbúðir á Argjum
Havsbrún í Fuglafirði - 365 dagar uttan…