Lýsing
Lýsing
Lýsing

Løgmaður á rættari leið

SKRIVAÐ: John William Joensen  |  09.07.2018 - 12:26 Lesarabrøv Politikkur

Í svarið til Bjørn Kalsø, løgtingslim, ger Løgmaður greitt at raðfestingin, at verandi raðfesting av Tunnlunum norður um fjall als ikki er nøktandi.

Løgmaður sigur í svarið til løgtingsmannin Bjørn Kalsø úr Sambandsflokkinum, at eftir verandi íløguætlan verður ikki farið undir at gera tunnlarnar norður um fjall fyrr enn í 2022. 

“Tað er ikki nøktandi, og landsstýrið arbeiðir við loysnum, soleiðis at verkætlanin at gera tunnlar norður um fjall verður framskundað.”

Útsøgnin hjá Løgmanni kemur eftir áhaldandi trýrsti baði innan úr samgonguni og úr andstøðuni, sum hevur boða frá, at uppskot um at byggja tunnlarnar norður um fjall verður lagt fyri løgtingið eftir Ólavsøku. Í Tjóðveldi hevur  Óluvu Klettskarð gjørt vart við, at hon vil hava verkætlanina framskundaða. Í andstøðuni hava Elseba Mercedis Gunleygsdóttir fleiriferðir røtt um at framskunda tunnilsgerðina og taðsama hava eitt nú Bill Justinusen og Bjørn Kalsø gjørt. Men. nú í seinastuni er tað serliga Jákup Mikkelsen úr Fólkaflokkinum, sum hevur lagt tryst á politisku skipanina og arbeitt fyri einum alternativum fíggingarleisti og sum skilst á honum tekur andstøðan undir við at framskunda tunnlarnar. 

 

Fyrrverandi Løgmaður stendur spyrjandi.

Men nú um dagarnar finnst fyrrverandi løgmaður, Jóannes Eidesgaard, at Føroya Løgmanni.

Tunnilsøðin farin at herja av nýggjum, sigur hann við høvuðsstaðarmiðlarnar.

- Einki annað politiskt mál fær so nógva rúmd í politiska kjakinum og í miðlunum, sum málið um,  hvussu vit fáa framskundað tunlarnar Norður um Fjall so nógv sum gjørligt.

Jóannes Eidesgaard setur hetta uppímóti fíggjarligu viðurskiftunum á Landssjúkrahúsinum og støðuna í Almannaverkinum.

Tað er fullkomiliga óseriøst av Eidesgaard, soleiðis at spæla tey ymisku økini á landssins fíggjarlóg upp ímóti hvør øðrum, tí hvat hevur í veruleikanum størri týdning enn annað.

Er undirstøðukervið í landinum ikki grundarlagið undir øllum vælferðar tænastum og sjálvari vælferðini sum vit njóta í samfelagnum.

Landsins fíggjarlóg fer ongantíð at rúma ynskjum allra føroyinga. 

At tosað upp um øll onnur og prædika um kjarnuvirði goymir ikki tann veruleika, at tunnlarnir norður, sum í síni tíð vóru stór framstig fyri samfelagið, nú eru til vanda fyri almennu ferðsluna, sum er hvønn dag brúkar niðurslitnu tunnlarnar. Tunnlarnir eru snøgt sagt ikki tíðarhóskandi og trupult er at halda teir við líka, tá hetta arbeiði er til stóran ampa fyri hesa so týdningarmiklu farleið fyri samfelagið. Bussar við skúlaungdómi og ferðafólkum koyra í nógvum royki og gassi í bøla myrkri við ongum møguleika fyri at sleppa til rímingar um eldur kemur í bil ella annað óhapp hendur.

Álopið á Føroya Løgmann frá fyrrverandi formanninum í Javnaðarflokkinum var langt undir beltinum og var betur ósagt.

Sum tað gongur fram í svarskrivinum til Bjørn Kalsø er Aksel V. Jóhannesen á rættari leið. Verklagslóg um tunnlar norður um fjall, varð samtykt í 2009 og projekti var klárt at bjóða út í 2010. 

Tí eiga vit at standa saman við Løgmanni, sum uttan iva hevur breiðan stuðul í Løgtinginum at fáa Tunnlarnar Norður um Fjall á skrá beinan vegin. 

Les alt svarið frá løgmanni og spurningin frá Bjørn Kalsø HER

Lýsing
Seinastu tíðindini
33 nýggjar íbúðir á Argjum
Havsbrún í Fuglafirði - 365 dagar uttan…
Útróðurin hevur ongan góðan í tinginum o…
Skíggjanýtsla og antibiotika ovast á dag…
Fiskimála­ráð­har­rin tekur og gevur
Rannvá Dahl vart ph.d. á Københavns Univ…
Kent ”Kenno” Petersen í Varpinum
Stjørnan hevur aðalfund
Nógv tann størsta stoypingin í Norðoyggj…
Heðin Kambsdal sýnir fram í Gamla Seglhú…
Varpið fær tríggjar milliónir krónur
Nordic Music Camp í Føroyum
Atlantic Airways 36 mió. í avlopi í fjør
Á floti sunnanfyri í gjár
Meira hjálp frá lærlingum
Eldrahugni í Betesda
Atlantic Fair nærkast
Nær verða skaddu KÍ-leikarar­nir aftur?
Útistovuhagin: Lembingin byrjað
Ein øgiligur munur á viðferð