Lýsing
Lýsing
Lýsing

Kringvarpið uppiborið betri viðferð

SKRIVAÐ: John William Joensen  |  09.07.2018 - 14:12 Politikkur Tíðindi

Bárður Nielsen, formaður í Sambandsflokkinum, heldur als ikki at tað er nøktandi at Kringvarp Føroya verður lagt í stjórnarloysi tí mentunarmálaráðið heldur summarfrí.

Formaðurin í Sambandsflokkinum, Bárður Nielsen, hevur fylt orrustuni í einasta almenna fjølmiðlinum, Kringvarp Føroya.

- Kringvarp Føroya er ein so týðandi stovnur fyri føroyingar at tað er ikki gott fyri nakran at stovnurin nú liggur í stjórnarloysi og sum skilst kann rúm tíð ganga áðrenn nøkur av fremstu ábyrgdarstørvunum verða manna aftur.

- Enn er ikki lýst eftir nýggjum stjóra og í løtuni bíða øll eftir at Mentamálaráðið skal taka avgerð viðvíkjandi kæru, sum fyrrverandi tíðindaleiðarin sendi ráðnum um avgerðina, tá hon varð flutt í annað starv.

- Eitt landsstýrið má til einhvørja tíð verða ført fyri at taka avgerð so at týðandi stovnar hjá landinum kunnu røkja sína uppgávu.

- Eg má minna landsstýriskvinnuna í Mentamálum á, at Kringvarp Føroya hevur alstóran týdning fyri fólkaræðið og sum ein tann fremsti mentunnarberi føroyinga. Tí er neyðugt at ráðið, sum varðar av stovninum til einhvørja tíð megnar at røkja sínar skyldur. Spurningurin er um løgmaður ikki eigur at umhugsað at taka landsstýriskvinnuna av ræði um hon ikki fær málið, sum liggur í ráðnum, avgreitt, so stovnurin framvegis fær virka.

Lýsing
Seinastu tíðindini
Steypabrak í Klaksvík mikukvøldið
Trygd høvuðsstuðul hjá Badmintonsamb­andi…
Teitur Lassen nýggjan sáttmála við Editi…
Grøni Háskúlin letur uppaftur
Gongd á samráðingu­num hjá arbeiðarafeløg…
ABBA ” Show ” á Gníst í Nólosy 6. juli
Kavarar stóran týdning fyri alivinnuna
30 leiguíbúðir afturat – Miðbýurin í Kla…
Seafood Expo Global í Barcelona sett
GRÓA er ein bólkur vit máttu hava á G!
Grindamanna­felagið haft aðalfund
Flaggdagshald í Vágstúni 
Vøkur gáva til Varpið
Nýtt býráðsborð
Vinnan á ferð við 62°N Vinnu
30 nýggjar leiguíbúðir í Klaksvík
Vælkomin til Ársmøti – ein dagur við fel…
Silvarenning á Guttabreyt 27. apríl kl.…
NS hálvmaraton 4. mai í Klaksvik
Tær seyma sjálvar