Lýsing
Lýsing

SAS avlýsing gongur útyvir KÍ

SKRIVAÐ: Jákup Ósá  |  09.07.2018 - 17:28 Ítrottur Tíðindi

At SAS ikki fær lent við Zalgiris hópinum fer nú møguliga at ganga útyvir KÍ.

Sum Norðlýsið skilir frá vælvitandi keldum, so røkist í løtuni einki fyri, at dysturin millum KÍ og Zalgiris verður í morgin kl. 17.00. Zalgiris hópurin er vegna mjørka ikki komin til Føroyar. Valdið liggur nú hjá UEFA umboðsmanninum, sum er fraklendingur, sum er í Føroyum og hansara tankar í løtuni síggja út til at ganga beint ímóti KÍ. Tí ætlanin er at flyta dystin millum KÍ og Zalgiris til mikukvøldið kl. 19.00 og spælt verður á Tórsvølli. Hetta er ein vøllur, sum KÍ ikki hevur spælt ella vant á í fleiri ár og sum sambært keldum hevur havt lægstu raðfesting, tá heimavøllur skal veljast til Europa dystirnar. Orsøkin er sum skilst, at B36 spælir á heimavølli á ovara vølli í Gundadali hóskvøldið, og at dystir sambært reglugerð ikki kunnu spælast á sama vølli dag um dag. Tí kann Svangaskarð heldur ikki brúkast, tí Víkingur spælir har týskvøldið.

 

Hetta er enn óváttað tíðindi, men verður tað soleiðis, sum tað ljóðar, so missir KÍ helst ein part av sínum heimavallarfyrimuni. Avlýsingarnar hjá SAS koma sostatt í síðsta enda at ganga útyvir heimaliðið KÍ. Sum skilst verður fundur í kvøld millum UEFA og feløgini, har endalig avgerð fellir. KÍ fer væntandi at vísa ónøgd, men sum skilst hevur KÍ lítið at siga, um UEFA umboðsmaðurin hevur tikið endaliga avgerð og tí bendur alt á, at dysturin verður á Tórsvølli mikukvøldið kl. 19.00.

Lýsing
Seinastu tíðindini
Sigrun Gunnarsdóttir listaframsýning í N…
Ikki rætt á Djúpumýru í morgun
Thorvald vakt ans uttanlanda
Undirsjóvarakvarium
Ein sera stórur tunfiskur á Sjómannadegn…
Ráðstevna: Miðlar á vegamóti
Flogbóltsk­vinnu­r­nar byrja nú Eurovolley…
Vágin kókaði í gjárkvøldið
Skúlin byrjar aftur hósdagin
ÍSF bjóðar aftur til Skúla­leikir
Svim um vágna
Ægir tilmeldingardag
Børnini í Vestmanna skúla hava uppiborið…
VistGrøði hevur fingið nethandil
Ferðalagið hjá kvinnunum er komið til Ky…
Við Føroya Sjómannadegi og Erlu Kongsdót…
Sjómannadagur úti í Klaksvík
Bjørt spyr um ríkisveiting og fíggjar­lig…
Áhugaverdur fyrilestur um fornar búsetin…
Eyðun av Reyni í Gamla Seglhúsinum