Lýsing
Lýsing
Lýsing

Størst politiska kreppa síðan seinra heimsbardaga

SKRIVAÐ: John William Joensen  |  09.07.2018 - 20:23 Politikkur Tíðindi

Stjórnarberandi bretski flokkurin, Tey Konservativu, er nú av álvara farin í tvíningar í spurninginum um Brexit. Bretski premierministarin, Theresa May, stóð fyri skotum í parlamentinum í dag, eftir at tíðindini bórust um at ráðharrin, sum hevur ábyrgd av Brexit, David Davids, lhevði lagt frá sær saman við bretska Uttanríkisráðharranum Boris Johnson.

Politiskir eygleiðarar í Bretlandi siga at hetta er tað ringasta, sum kundi henda nú einans 8 mánaðir eru til Bretland skal úr ES.
Trupuleikin er at hvørki tey sum vilja úr ES samstarvinum ella tey, sum vilja hava so tætt samstarv sum gjørligt við ES eru nøgd við tað sum liggur á borðinum.
 
At kreppan hesu ferð er álvarsom er tí at sera trupult er at síggja nakra upplagdar samgongumøguleikar ella nakað alternativ til avtaluna, sum Theresa May hevur lagt á borið.
 
Bretland skal sambært galdandi lóg úr ES samstarvinum tann 29. mars 2019, men enn er eingin semja í Konservativa flokkinum, um júst hvat ein avtala skal innihalda um framhaldandi samstarvið við ES. Tey sum stuðla fráfarna uttanríkisráðharran, vilja úr øllum, sum knítir Bretland at ES samveldinum og tey sum eru á hinum veinginum vilja hava so tætt samstarv sum gjørligt og eru framvegis ímóti Brexit. 
 
Stjórnin hjá Theresu May hevur einans meiriluta í parlamentinum, tí hon gjørdi avtalu við teir 10 parlamentslimirnir hjá Norður Írska Sambandsflokkinum, og tí hevur hon brúk fyri øllum parlamentslimunum  fyri at fáa eina avtalu við ES samtykta í Parlamentinum.
Í vikuskiftinum hevði bretski forsætisráðharrin savna allar limirnir í flokki sínum í summarfrítíðarstaðnum hjá sær og eftir at samráðingar í 12 tímar varð boðað frá eini avtalu. Men 24 tímar seinri var avtalan burtur.....
 
Samráðingarleiðarin legði frásær
Maðurin, sum hevur staðið á odda fyri samráðingartoyminum við ES, eitur David Davis og er ráðharri í Brexit málum. Seint sunnukvøldi legði hann frá sær, og grundgav við at hann kundi ikki stuðla avtaluni og tí var hann ikki longu rætti persónurin at standa á odda fyri arbeiðinum at fáa avtaluna førda út í lívið.
Boris Johnson, sum hevur verið bretskur Uttanríkisráðharri síðan Brexit fólkaatkvøðuna á sumri 2016, møtti í morgun ikki upp til eina ráðstevnu um Balkan í London, og so fóru tíðindi at ganga um at hann hevði eisini lagt frá sær.
Hetta var seinri váttað úr Downingstreet 10 fáar minuttir áðrenn Theresa May skuldi svara spurningum um Brexit í bretska parlamentinum.
Boris Johnson hevur ikki enn greitt frá hví hann leggur frá sær og er enn ikki farin úr ráðharrastovu síni.
 
Øði í tingsalinum
Formaðurin í Labour flokkinum, Jeremy Corbyn, segði undir orðaskiftinum í parlamentinum at Harra Johnson og Harra Davis vóru rýmdir av søkkandi skútuni, og harvið og hevði í veruleikanum tileinkisgjørt tað hugmynd, sum forsætisráðharrin hevði givið fólkinum, at stjórnin var før fyri at gera avtalu um nakað sum helst í samband við Brexit.
-      Hvussu kann tjóðin trúgva at tygum megnað at finna semju við øll ES limalondini, tá tygum ikki eingang megnað at finna semju í tygara egna flokki.....
 
Brexit er enda í kaos
Evropa Komisjónin hevur nokta at viðmerkt politisku støðuna í Bretlandi, men Donald Tusk, sum er forsæti í Evropa Ráðnum, segði seg vóna at útskiftingin í bretsku stjórnini fóru at leiða til eina broyting í politikkinum.
-      Teirbáðir Boris Johnson og David Davis hava stungið í sekkin og eru rýmdur av skútuni, men tíanverri er ruðuleikin, sum ES og Bretland standa í, ikki horvin saman við teimum. Teir lata okkum standa eftir við einum ruðuleika, sum vit onnur nú mugu finna onkra gongda leið burtur úr.

Lýsing
Seinastu tíðindini
Nógv tann størsta stoypingin í Norðoyggj…
Fiskimála­ráð­har­rin tekur og gevur
Heðin Kambsdal sýnir fram í Gamla Seglhú…
Varpið fær tríggjar milliónir krónur
Nordic Music Camp í Føroyum
Atlantic Airways 36 mió. í avlopi í fjør
Á floti sunnanfyri í gjár
Meira hjálp frá lærlingum
Eldrahugni í Betesda
Atlantic Fair nærkast
Nær verða skaddu KÍ-leikarar­nir aftur?
Útistovuhagin: Lembingin byrjað
Ein øgiligur munur á viðferð
Gadus fór nýggjan túr í kvøld
Toppdystur í Klaksvík í kvøld
Varpið avhendað
Dragin til umvælingar í Danmark
Skrúvuguds­tænasta í Christians­kirkjuni
Gøtudals­tunnil, nú!
Áhugafelagið Spinnarríið hevur aðalfund