Lýsing
Lýsing
Lýsing
Fv. Elma Áarskarð og Sofia Kirkegaard

Ung í arbeiði í Klaksvík

SKRIVAÐ: Sára Bertholdsen og Minna W. Sjóstein  |  09.07.2018 - 22:41 Tíðindaskriv Tíðindi

Í ár var gjørt annaleiðis enn tað, sum hevur verið gjørt tey undanfarnu árini. Í ár hevur tað verið ein rúgva av nýggjum, áhugaverdum og læruríkum arbeiðsplássum til tey ungu, sum hava teknað seg til Ung í arbeiði.

Vit hava havt nakrar samrøður við ung, sum arbeiða í Ung í arbeið. 

Vit hava tosað við Elmu Áarskarð og Sofiu Kirkegaard, sum arbeiða í heiminum við Vánna. 

Har dámar teimum sera væl at vera. 

Tær hava lært nógv. Millum annað at tosa við fólk, sum eru dement. 

Tað er eitt sindur torført, men samstundis hugnaligt. 

Elma greiðir frá “Vit kunnu ikki spyrja tey dementu beinleiðis spurningar. 

Vit mugu tosa eitt sindur rundanum evnið, har tey kunnu svara víðari út frá tí”. 

Á heiminum við Vánna, møta Elma og Sofia kl. 10:00. Ígjnøgnum dagarnar fáa tær ymiskar uppgávur. Tær tosa við tey gomlu, onkuntíð gera tær mat og vaska, men sum oftast binda tær saman við teimum gomlu, og eisini ganga tær túrar rundanum Heimið við Vánna. 

 

Elisabet Jacobsen arbeiðir í Snjallubjallu, og var sera spent uppá hvat hetta fór at bjóða. Henni hevur dámt ótrúliga væl ta undanfarnu vikuna, og fortelur, at tað ikki hevur verið rokaligt, men heldur avslappandi.

 “Í arbeiðinum eri eg faktiskt rættuliga fríð. Tað mær dámar sera væl”. Greiðir Elisabet frá.

 
Elisabet hevur lært í Snjallubjallu at vera meira sosial, tá hon er saman við børnunum og teimum vaksnu. 

Tí í Snjallubjallu er telefonin ikki loyvd. 

 

Til seinast tosaðu vit við Kristinu K. Hansen, sum arbeiðir hjá EL-IN.

Kristina greiðir frá, at hennara vika hevur verið spennandi og lærurík.  

“Eg ruddi, seti vørur uppá pláss, taki ímóti kundum, og hjálpi kundunum við tí, sum teir hava tørv á.” Endar hon við at siga. 

 

 

Lýsing
Seinastu tíðindini
Lutur Mansins í Fosturtøkuni
Flaggdagshald
USS Albany í Nólsoyarfjørð
Hoydalar til Tjóðpall og Symfoniorkestur
Semjan um tøkugjøld­ini hevur stóran týdn…
Mjølnir og SÍ spæla fyrru FM-finaluna í…
Vei teimum ið kalla ilt gott, og gott il…
Eystanljóð á kórferð í Skotlandi
Pison við kós á Flemish Cap
NEXUM til DM í íverksetan
Myndarøð: KÍ úti av steypakappingini
Triðja KÍ-tapið móti HB áðrenn flaggdagi…
Trý aðalstjórastørv leys at søkja
Býráðið roynt nýggja borðið
Burhan G á OY Voxbotn 2024
Formula umboðar Marel í Føroyum
15 landmátarar á skeiði
Várframsýning hjá Anniku
Loyvisgjaldið skal byggja á skattliga úr…
Báta- og Kampingpláss á Bátafestivali­num…