Lýsing
Lýsing
Lýsing

Pensjónsnýskipan fyri pensjónistin?

SKRIVAÐ: Bárđur Nielsen, Formaður Sambandsfloksins  |  10.07.2018 - 10:26 Politikkur Tíðindaskriv

Eggjandi skipanir, har ið tað loysir seg at arbeiða, er grundarlagið undir framburði og vøkstri í samfelagnum. Tí skulu vit hava eina pensjónsskipan, ið ikki revsar pensjónistar fyri at arbeiða

Nýggja pensjónsskipanin loysir ikki trupulleikan við høgu mótrokningin fyri arbeiðsinntøku, og tí er hon als ikki eggjandi fyri pensjónistar. Hvørki fyri tey, ið hava hug at arbeiða, ella tey, ið ikki kunnu arbeiða.

 

Pensjónistar og samfelagið skulu vera vinnarar

Ein skipan, ið er eggjandi - heldur enn oyðileggjandi - gagnar øllum pørtum í samfelagnum og er viđ til at styrkja vælferðarsamfelagið Føroyar. Tí skal ein loysn fáast á hesum beinanvegin, tá ein nýggj stjórn tekur við í Føroyum. Eingin má ivast í, at vit í Sambandsflokkinum fara at broyta pensjónsskipanina, so okkara pensjónistar fáa sína fríheit.

Pensjónistar, ið hava arbeiðsinntøku verða í veruleikanum skattaðir dupult. Fyrst av síni inntøku og síðani við mótrokning í pensjónini. Nú hevur samgongan viđ Javnađarflokkinum á odda, sum nakað heilt nýtt eisini mótroknað í grundarupphæddini.

Fyri einstaka pensjónistin merkir hetta, at úrtøkan verður millum lítið og onki. Orsøkin at taka eitt eyka tak er ikki fíggjarliga grundað, men heldur er tað eldhugurin, og tað at halda seg virknan, ið er drívmegin fyri framhaldandi at verða á arbeiđsmarknaðinum, eftir at pensjónsaldurin er rokkin.

 

Fleiri fyrimunir

Samfelagsliga eru fleiri fyrimunir við, at fólk hava hug at arbeiða longur. Og sjálvandi er tað sjálvboðið.

Útboðið av arbeiðsmegi økist, og hetta er harðliga brúk fyri í Føroyum í dag, har flestu vinnugreinar skríggja eftir arbeiðsmegi. Her vil penganýtslan hjá pensjónistunum hækka, skatta- og avgjaldsinntøkurnar økjast hjá landi og kommunum.

Sambandsflokkurin mælir til eina skipan, ið eggjar teimum, sum hava hug at verða virkin á arbeiðsmarknaðinum eftir pensjónsaldur. Hetta kann gerast við at hækka inntøkumarkið ella lata ein arbeiðsfrádrátt. Við hesum kunnu pensjónistar velja eina lagaligari yvirgongd til pensjónistatilveruna.

Pensjónistar skulu hava frælsi til at velja, nær teir ynskja at fara av arbeiðsmarknaðinum.

Tað tænir borgaranum og samfelagnum øllum.

 

 

Lýsing
Seinastu tíðindini
Pison við kós á Flemish Cap
NEXUM til DM í íverksetan
Myndarøð: KÍ úti av steypakappingini
Triðja KÍ-tapið móti HB áðrenn flaggdagi…
Trý aðalstjórastørv leys at søkja
Býráðið roynt nýggja borðið
Burhan G á OY Voxbotn 2024
Formula umboðar Marel í Føroyum
15 landmátarar á skeiði
Várframsýning hjá Anniku
Loyvisgjaldið skal byggja á skattliga úr…
Báta- og Kampingpláss á Bátafestivali­num…
Myndarøð: Sjóvinnustevnan í Barcelona
Vikuskiftismøtir í Emmaus
Bjóðað verður til almennan fund í Svínoy
Framsýning á Skúlanum á Fossanesi
Okkara framtíðar Klaksvík
Býráðsfundur mikudagin 24. apríl
Søguløta á Klaksvíkar bókasavni
Upptakt: KÍ-HB