Lýsing
Lýsing
Lýsing

Ung í arbeiði í Klaksvík

SKRIVAÐ: Minna W. Sjóstein og Sara Bertholdsen  |  10.07.2018 - 22:54 Tíðindaskriv Tíðindi Vinna

Í dag 10. juli hava vit havt samrøður við trýggar ungar dreingir, sum hava teknað seg til ung í arbeiði 2018. Dreingirnir eru Bogi Niclasarson Elttør, Esmar Martin Hansen og Lukas Laksafoss. Vit spurdu teir nakrar spurningar, viðvíkjandi teirra arbeiði.

Bogi Niclasarson Elttør arbeiðir hjá Malltek. Honum dámar sera væl, og hevur lært mangt og hvat, sum verður gjørt innanfyri byggiverk. Millum annað hevur hann lært, hvussu man setur hurðar í, at bróta veggir niður og at bora. 
Bogi greiðir frá “Mínar vónir um hetta arbeiði vóru ikki so stórar, sum tær veruliga eru. Eg sleppi at gera mangt, sum eg ikki væntaði eg slapp. Hetta arbeiðið dámar mær ótrúliga væl.” 
Í køkinum í Heiminum við Vánna starvast Esmar Martin Hansen. Hann møtir hvønn morgun kl.09:00 og er liðugur kl.15:00. Tá hann á morgunstundini kemur til arbeiðis tekur hann skrell út, síðani vaskar hann upp frá morgunmatinum og nátturanum. Serliga dámar honum væl at hjálpa til í køkinum. Har hann gerð mat. Millum annað hevur hann lært at kóka eplir og gularøtur.  
Esmar fortelur “Tá eg fekk at vita, at eg skuldi arbeiða í einum køki, var er sera spentur.” 
Til seinast tosaðu vit við Lukas Laksafoss, sum arbeiðir hjá N.F.C.S. Ta undanfarnu vikuna dámdi honum sera væl. “Tá tú hevur lært hvat tú skalt gera, er tað altíð spennandi at arbeiða.” Greiðir Lukas frá. 
Tá Lukas fekk at vita, at hann skuldi arbeiða við fiski, var hann sera spentur. Tí hetta hevur hann aldri áður prøva. “Tað er ikki so nemt at arbeiða við fiski, sum fleiri halda. Tað krevur orku”. Fortelur Lukas. 
Lukas møtir til arbeiðis hvønn morgun kl.08:00 og er liðugur at arbeiða ímillum kl.14-16. Á arbeiðsplássinum tekur Lukas fisk úr eskjum og leggur fiskin síðani á eina maskinu, sum skilur fiskin sundur eftir nøgd. Til seinast tekur hann fiskarnar úr maskinuni, koyrir ís uppá, har menninir síðani taka sær av eskjunum. 
Til seinast fortelur Lukas frá “Arbeiðið er lættari enn hvat mínar vónir vóru. Tí, á arbeiðsplássinum hava vit nakrar maskinur, sum ger arbeiðið lættari.” 

Lýsing
Seinastu tíðindini
Nógv tann størsta stoypingin í Norðoyggj…
Fiskimála­ráð­har­rin tekur og gevur
Heðin Kambsdal sýnir fram í Gamla Seglhú…
Varpið fær tríggjar milliónir krónur
Nordic Music Camp í Føroyum
Atlantic Airways 36 mió. í avlopi í fjør
Á floti sunnanfyri í gjár
Meira hjálp frá lærlingum
Eldrahugni í Betesda
Atlantic Fair nærkast
Nær verða skaddu KÍ-leikarar­nir aftur?
Útistovuhagin: Lembingin byrjað
Ein øgiligur munur á viðferð
Gadus fór nýggjan túr í kvøld
Toppdystur í Klaksvík í kvøld
Varpið avhendað
Dragin til umvælingar í Danmark
Skrúvuguds­tænasta í Christians­kirkjuni
Gøtudals­tunnil, nú!
Áhugafelagið Spinnarríið hevur aðalfund