Lýsing
Lýsing
Lýsing
Framúr vakurt á Gøtusandi | Mynd: gfestival.fo

G! er miðpunktið

SKRIVAÐ: Jóhann Lützen  |  11.07.2018 - 11:50 Leiðarin Mentan

Miðjan, og fleiri vildu helst sagt hæddarpunktið, av føroyska tónleikasummarinum er G!-festivalurin í Syðrugøtu. Hann liggur mitt í juli og er uppá fleiri mátar eitt klimaks fyri føroyskar tónleikaelskarar og -kennarar. G! er ein progressivur festivalur, sum alla tíðina roynir at vera slóðbrótandi og nýskapandi, og sum bert í avmarkaðan mun satsar uppá tað gamla og kenda.

Fyrsti G!-festivalurin byrjaði í tí smáa tann 19. juli 2002. Tónleikasamtakið Grót skipaði fyri, og festivalurin var bert tann eina dagin, hevði ongi stór útlendsk nøvn ella nakað, “bara” stór føroysk nøvn sum Clickhaze (har fleiri av stovnarunum spældu við), Hanus G. Johansen og MC Hár. Ein tann mest kenda ímyndin av fyrsta G!-festivalinum var, at forsangarin í MC Hár, Niels Uni Dam, rann ella leyp á bláman á Gøtusandi.

Tiltakið var so mikið væleydnað, at áhoyraratalið trífaldaðist árið eftir. Nú vóru miðalstór útlendsk nøvn eisini komin á plakatina so sum Bomfunk MC’s úr Finlandi. Íleggjarar høvdu eisini fingið eyguni upp fyri, at G! var verdur at satsa uppá. Til árið eftir tvífaldaðist áhoyraratalið aftur og kom møguliga upp um tey 4.000. Sambært heimasíðuni hjá G! stendur “millum 3.000 og 4.500”.

Trøini sóu út til at vaksa inn í himmalin, tá áhoyraratalið kom upp á 6.000 í 2005, og risanøvn sum Europe komu á plakatina. Festivalurin 2005 er eisini legendariskur á annan hátt, tí hetta var fyrstu ferð at Nephew, sum hevur verið aftur í Føroyum sera ofta, bæði á G! og aðrastaðni, vitjaði og framførdi í Føroyum.

Nógv av tí sum hendi á G! var ódyrkað lendi, og tá kann tað henda, at skotið verður upp um málið. Festivalurin rendi seg í stórar fíggjarligar trupulleikar í 2007, og felagið aftanfyri fór av knóranum. Árið eftir varð skipað fyri einum minni festivali undir øðrum navni, ið var minkaður til tað, G!-festivalurin var í 2002, við einans føroyskum nøvnum. Merktir av royndunum fóru fyriskipararnir undir at byggja uppaftur.

Í dag er tað ein grunnur, sum tekur sær av G!-festivalinum, og hann er aftur á tí stóru støddini, hann var í 2006, um ikki uppaftur størri. Saman við Summarfestivalinum í Klaksvík er hann annar av teimum báðu heilt stóru festivalunum í Føroyum, og ongar ábendingar eru um, at nakað nýtt bakkast er á veg. Eftir niðurtúrin í 2007-08 hava 10 G!-festivalar verið á strípu, og sigast má, at teir eru komnir í fasta legu.

Legan er tó ikki fastari enn so, enn at tað liggur í konseptinum at vera ein progressivur festivalur, at ein er fleksibul og dynamiskur. Verður kagað í skránna fyri G! í ár sæst eisini, at týðandi broytingar eru gjørdar í mun til undanfarin ár. Ikki so nógv við tónleikaliga innihaldinum sum við kørmunum og øðrum innihaldi. Mentanin setir sín týðiliga dám á skránna, og nevnast kunnu fyrilestur og upplestur, bókmentatiltak og pallborð, fólkafundur og føroyskur dansur, framsýningar og barnatiltøk, og so tey øðrvísu: Skrewgonga á tjaldingarøkinum, Hoymakonsertir við Teiti Lassen og Mariusi Ziska og diskosúpan.

Harumframt er festivalurin hesaferð víðkaður ein dag, soleiðis at hann byrjar longu mikukvøld við helst tí sterkasta navninum á ársins festivali, Rag’n’Bone Man.    

G! fær sera góð skoðsmál, bæði frá føroyskum ummælarum og ikki minst í altjóða pressuni. Hetta hevur viðvirkað til, at útlendskir tónleikapílagrímar valfarta til Syðrugøtu á hvørjum ári. Líkt er til at serliga skandinavum og íslendingum dáma festivalin væl.

Sum heild sær út til, at føroyingar og útlendsk vitjandi fáa ein minnisverdan, lívligan og – sum altíð – øðrvísi G!-festival, sum byrjar longu nú mikudagin og heldur fram líka til sunnumorgunin.

Lýsing
Seinastu tíðindini
Nógv tann størsta stoypingin í Norðoyggj…
Fiskimála­ráð­har­rin tekur og gevur
Heðin Kambsdal sýnir fram í Gamla Seglhú…
Varpið fær tríggjar milliónir krónur
Nordic Music Camp í Føroyum
Atlantic Airways 36 mió. í avlopi í fjør
Á floti sunnanfyri í gjár
Meira hjálp frá lærlingum
Eldrahugni í Betesda
Atlantic Fair nærkast
Nær verða skaddu KÍ-leikarar­nir aftur?
Útistovuhagin: Lembingin byrjað
Ein øgiligur munur á viðferð
Gadus fór nýggjan túr í kvøld
Toppdystur í Klaksvík í kvøld
Varpið avhendað
Dragin til umvælingar í Danmark
Skrúvuguds­tænasta í Christians­kirkjuni
Gøtudals­tunnil, nú!
Áhugafelagið Spinnarríið hevur aðalfund