Lýsing
Lýsing

Føroya Sjómannadagur fingið nýggja nevnd

SKRIVAÐ: John William Joensen  |  11.07.2018 - 22:50 Mentan Tíðindi

Á aðalfundi hjá Føroya Sjómannadegi í dag, varð nýggj nevnd vald og talið á nevndarlimum minkað úr 10 niður í fýra.

Nýggja nevndin skipaði seg á soleiðis:

Karl Birgir Isaksen, formaður, Eyðstein Poulsen, næstformaður, Oliver Joensen, kassameistari og John William Joensen sum skrivara.
 
Ársins Sjómannadagur verður leygardagin 18. august.

Tey ið hava hugskot ella sjávi hava áhugað at skipað fyri onkrum ókeypis átakið í Føroya Sjómanadegi, kunnu vendar sær til nevndarlimirnar ella skrivaran: jwj@nordlysid.fo
 
Føroya Sjómannadagur
 
 
 
Viðtøkur fyri Føroya Sjómannadag
 
§ 1
Stovnurin
Føroya Sjómannadagur er sjálvsognarstovnur við heimstaði og høvuðssæti í Klaksvík.
 
§ 2
Endamál
Endamál er at at nøra og varðveita áhugan fyri fiskivinnuni á sjógvi og á landi, og at kveikja áhuga fyri tí, ið hevur við sjógvin at gera. Hetta verður gjørt uppá ein hugnaligan, gevandi og rúsfríðan hátt, so at familjur og fólk í øllum aldursbólkum kunnu njóta gleði av hesum tiltaki.
 
§ 3
Aðalfundur
Aðalfundurin verður á hvørjum ári í mars mánaði. Aðalfundurin skal verða fráboðaður nevndini 14 dagar frammanundan
Um 1/3 av nevndini biður um tað, kann kallast saman til eykaaðalfundar. Eykaaðalfundurin skal verða fráboðaður á sama hátt sum aðalfundurin.
 
Á aðalfundinum skal henda skrá vera:
1) Velja orðstýrara.
2) Frágreiðing frá formanninum fyri farna árið.
3) Kassameistarin leggur fram grannskoðaðan roknskap.
4) Nevndarval.
5) Val av grannskoðara
6) Eftirmeting og innkomin mál
7) Ymist
Fundarstjórin ger av í øllum ivaspurningum á fundinum. Hann kann vera nevndarlimur.
Atkvøðugreiðsla fer fram skrivliga, um ikki aðalfundurin góðkennir annan atkvøðuhátt. Atkvøðast kann sambært fulltrú. Fundarstjórin ger av gildi hennara.
 
§ 4
Nevnd
Evsta vald Føroya Sjómannadagur er nevndin fyri stovnin, sum telur 10 limir.
Fyrsta nevndin verður vald av fyrireikingarnevndini av Føroya Sjómannadag í 2008.
Nevndarlimir verða valdir, og standa 3, 3 og 4 fyri vali 3. hvørt ár.
 
§ 5
Skipan av nevnd
Nevndin skipar seg sjálv við formanni/ kassameistara, næstformanni, skrivara.
Starvið sum limur í nevndini er ólønt.
 
§ 6
Tekning
Samlaða nevndin bindur stovnin í sambandi við keypssáttmálar, ognarskjøl, skuldarbrøv og onnur bindandi skjøl.
Í øðrum førum verður stovnurin bundin av undirskrift hjá av 2 limum í nevndini í felag.
 
§ 7
Heftilsi
Stovnurin heftir bert fyri skyldum sínum við teimum til eina og hvørja tíð verandi ognum, sum hoyra stovninum til. Nevndarlimir hefta ikki persónliga fyri stovnsins skyldum.
 
§ 8
Roknskapur
Roknskaparár stovnsins er álmanakkaárið. Fyrsta roknskaparár er frá stovnan stovnsins og til 31. desember 2008.
Roknskapurin hjá Føroya Sjómannadagur verður á hvørjum ári kannaður av góðkendum grannskoðara, sum nevndin velur fyri eitt ár í senn.
Grannskoðarin kann ikki vera limur í nevndini.
 
§ 9
Upploysn
Føroya Sjómannadagur kann verða upployst, um minst 7 nevndarlimir atkvøða fyri tí.
Verður stovnurin upploystur, skulu ognir stovnsins verða lætnar Einkjugrunninum.
 
§ 10
Broytingar
Viðtøkurnar kunnu einans verða broyttar, um minst 7 nevndarlimir eru fyri tí.
Soleiðis góðtikin av nevndini fyri Føroya Sjómannadagur á fundi 20. nov 2009.

Lýsing
Seinastu tíðindini
Ein heimskendur hándverkari! 
Framsýning á Viðareiði á páskum - Undir…
Sangkórið og Jógvan Mortensen syngja í B…
Áhugaverdur djóragarður í Kunoy
Aðalfundir og lagnusøgur á Krígssavninum
Meistarar og lærisvei­nar í Gøtu
Fyrsta Reyða Kross Summarlegan
Pengar fyri bøtur úr Føroyum eiga at far…
Klaksvík kosið millum vakrastu býir í he…
Mass Hoydal leiðari fyri Visit Runavík
Svimji­høllin um Páska­høgtíðina
Frá Melodi Grand Prix til FríðuTónar
Requiem skírisdag í Varpinum
Hiddenfjord fingið altjóða góðkenning fy…
Stór ungdóms­páskastevna í Havn um vikusk…
Uni Holm Johannsen: - Tann fyrsta breið…
Stór listaframsýning við Løkin
Grundøki til sølu Undir Gerðhamri í Hvan…
Danmark hevði munin
Slóðbrót­andi semja um tøkugjald