Lýsing
Lýsing

Páll Róland Poulsen – ein heilsan

SKRIVAÐ: Arnstein Niclasen  |  12.07.2018 - 13:28 Tíðindi

Merkismaðurin Páll Róland fyllir 94 ár ólavsøkudag, og hann er framvegis førur fyri at skriva drúgvar og merkisverdar greinar, ið kunnu vekja til bæði undran og umhugsan.

Ættarkendur kennskapur

Eg kom av fyrstan tíð at hoyra um Páll sum smádrongur, táið vit búðu í húsinum hjá Jógvani Hvidbro í Víkunum 1947-48. Leif  (bróðir), John hjá Sterka-Jakku og Páll vóru sum ungir, evnaligir og góðir  vinmenn – og tað fyri lívið. Hetta hóast teirra leið bar munandi frá. Leif sum sjómaður og skipsførari, ið sigldi úti í mong ár, John sum ein av okkara raskastu skiparum á ymsum trolarum og Páll sum framúr radiomekanikari, týðari og høvundur.

 

Foreldur hansara vóru ein hendinga hugfarslig og dámlig fólkaferð: Símun hjá Póli úr Svínoy og Josefina Matras av Kirkju - og einkarsysturin  Amalia við. Páll giftist við Jonu Samson (1930-2002) (systurdóttur J. F. Kjølbro), og børn teirra eru: Rotha (1955-1973), Rúni, Rógvi og Ranvør. Páll flutti úr Svínoy til Klaksvíkar í 1936 í sambandi við realskúlan.

 

Men eg kom rættiliga at kenna Páll Róland í sambandi við bókina “Herskin herðindi”, har ið hann er tann “seinasti mohikanarin” eftir á lívi av teim sjey djørvu hampamonnunum, sum tordu at taka dystin upp um tað lagnukvidna læknamálið - um vanrøkt myndugleikanna av Norðoya læknadømi - tá á sinni 1952-1956 Hinir vóru Fischer Heinesen, Viggo Joensen, Georg Nolsøe, Jens Sofus Isaksen, Jóan Pauli Steinberg og Óla Jákup Jacobsen.

Stílur manna

Tikið verður ofta til, at stílurin er maðurin. Tey av ættarliði okkara – sum hevur funnið fragd í teksti - kenna beinanvegin aftur stílin hjá teim ymsu skrivandi - bæði í bundnum og óbundnum máli. Her nøkur nøvn upp í lógvan av eldri høvundum við egnum stílsansi - eftir aldri: Victor Danielsen, William Heinesen, Chr. Matras, Osvald Viderø, Sverri Dahl, Sigurð Joensen, Petur W. Háberg, Axel Tórgarð, Jóhan Hendrik W. Poulsen o. fl. o.

 

Eitt er tað, ið hesir og onnur siga av áhuga; men mátin, ið tey handfara málið uppá, kennist einum mangan ikki minni hugfarsligur.

 

Osvald Viderø

Tak fyri eitt nú Viderø – sum eftir longu og strongu jorsalaferð síni, ið byrjaði við s. s. Barjamu (sum nakað seinni boysin legði síni bein Úti á Bø) – nú var komin til tað Heilaga landið og kendi seg langtandi hóma ljómin av tempulsanginum - men hómaði hinvegin einki landgonguhøvi - tí sólin er sett og fríggjakvøld er og sabbaturin byrjaður, og hann skrivar:

 

“O Móses, Móses! Tú gjørdi mær eina ringa gerð með tínum stranga hvíldardagsboði; nú skal eg allan morgindagin plágast av sjóverki! Her ljóti eg at uppliva tað, sum eg áður havi hoyrt um úr frásøgnum halgubókar, at maðurin se til fyrir sakir hvíldardagsins, og ikki hvíldardagurin fyrir sakir mannsins...”

 

Petur W. Háberg

Og kanska eisini eitt dømi frá Peturi W. Háberg, sum nokk ikki er at finna í skúlabókum landsins; men sum onkur helst kundu lært nakað av í hesum orðafloymsdøgum.

 

Talan er her um Gunhildur (1913-1966), dóttir A. C. Evensen, próst, og klassafelagi Peturs, og tann fyrsta gentan haðani, ið stóð undir børu:

 

“ Eg siti á loftinum í kirkjuni. Her er nógv fólk samankomið. Tað er gott. Tað eigur hon uppiborið. Altartalva, tvey veldig ljós og fleiri smá. Baldýraðir dúkar og bordar, frynsar og duskar og stakar. Inni í einum lágum súlugarði stendur prestur við bakinum móti fólkinum. Hann fellir so væl inn í kompositiónina, at tað kennist undarligt, táið hann flytur seg ....

Og har hvílir Gunhildur  –  í hasi hvítu kistuni. Eg síggi hana fyri mær á myndini av realklassanum. Smílandi og ung. Dreingirnir standa fattir, teir flestu hendur í favn. Teir eiga framtíðina. Og genturnar sita: Várið sjálvt er í yvirbrøgdum, summarsins milda og lívsterka vón í hjørtum teirra....”

Páll R. Poulsen

Hjá Páll Rólandi er stílurin eyðkendur eisini, sum sæst í teim bókum, ið hann hevur latið úr hondum, og longu í yvirskriftini í døminum niðanfyri er ein støðutakan eisini við í innihaldinum - eitt lítið brot úr “Orðinum” eftir prp í Dimmalætting 1992:

 “Gevast? – Nei!

 Aldurdóminum stúra tey flestu fyri, tí, sum tikið verður til, hann kemur ongantíð einsamallur, men oftast í fylgi við einsemi, likamsveikleikum og alskyns avrikstarnan. Tað eru tey, sum missa lívsfýsni og oyðsla tíðina til minnismøsn og sjálvssamkenslu... Tó søgan prógvar, at mong eru kortini tey, sum hava framt størstu avrik síni eftir at tey hava nátt 65 ár....”

” Enntá gráhærd bera tey ávøkst, tey eru sevjurík og grøn. Sálmur  92,15.” (V.D.)

Ein kemur (alt annað líka) óvart at hugsa um framúrskarandi høvundin Knut Hamsun, sum 90 ára gamal – tá sperdur av ákærum, deyvur og hálvblindur – í sjálvroynslu tó skrivaði meistaraverkið: “Paa gjengrodde stier”.

Angahoyggj

Helst ongantíð áður eru so nógv løg evnað til og sangir sungnir sum nú. Og um hildið verður , at hetta er gott, ja, okay, so er tað gott.

 

Ikki so fá fáa nú løn fyri at skriva, og kanska er hetta gott fyri onkran. Meðan onnur hava sum livibreyð at meta um dygdir og lønarveitingarnar. Eisini gott, ha?

 

Men ikki skerst tó burtur, at tað leikandi orðaspælið og náttúrulýsingarnar hjá eitt nú brøðrunum Djurhuus og hjá Chr. Matras o. ø. v. kennast sum rættiligt angahoyggj afturímóti mongum av tí, ið tær um bil kemur fyri í dagsins meldri.

 

Um lívið annars

Mangar eru metingar um lívsins innihald, dygd og longd, alt meðan lívið fer við ferð afturvið borðinum. Ársins longsti dagur er longu aftan tvørs. Ein yrking Janusar var vígd stutta lívsskeiði Jørgen-Frantz Jacobsens (1900-1938):

Geislandi lívsins siglingsferð –

- skaldamanning umborð –

syngjandi sær hon um flesjar og sker,

óttast ei hav og gjálv og gerð –

- fer so í sorl og í sor -

- skapti tó søgu og orð –

- stór eru mannakor.

 

Karstin Hoydal

Og finst í okkara skaldskapi nøkur meiri huglagslig heilsan og favntak til tað avmarkaða, løgna og tó ríka foldarlívið enn hetta, sum lýst er í sanginum hjá Karstini Hoydal (1912-1990): “Landið eg bar við mær...”:

 

Lívið! Dýra undur eg var lutur av,

eitt ævinleikaboð av magn´ og anda,

sum skelvur gjøgnum loft og jørð og hav

við ljósi, myrkri, vøkstri og við vanda,

tað stutta bil, tú streymar gjøgnum meg,

eyðmjúkur hugur mín skal opin vera,

í skapninginum øllum tekkja teg

og tær í verki sátt og sømdir bera.

 

- - - - -

 

Hesi tilvildarliga nevndu brot úr tekstum eru bert ætlað sum ein summarslig føðingardagsheilsan til Páll við tøkk fyri ummælið av áðurnevndu bók míni um tað margháttliga læknastríðið, sum stóð í “Norðlýsinum” nr. 15, 2018, og við hesum at takka fyri vinskap og kveikjandi áhuga í hesum sambandi.

Blíðan byr framvegis, Páll!

 

Lýsing
Seinastu tíðindini
Kapping: Vinn eitt gávukort til bindiklu…
“Tað er Hoynø, Faroe Ship, góðandag”
Tinglýsingargjaldið lækkast
Tornado – saman við tropiskum illveðri
Tríggir KÍ leikarar á U-17 lands­liðnum
HB formaðu­rin: Lat okkum HB viðhalds­fólk…
Heini takkar fyri seg
Betri Trygging við vaksandi kundaskara o…
Skúla­fótbóltur í samstarvi við Fótbóltss…
Fløttur - eftir Ziska Jacobsen
Bindiklubbavikuskifti í Klaksvík
Norðlýsið á gøtuni
Team Klaksvík spælir fyrsta heimadystin…
Líðhamar roktúr annan dag á rað
Jónleif: - Hetta er ikki nøktandi
Tummas Lervig: - Borgarin skal verða í s…
Ingolf - verð nú maður og halt teg til v…
Vegurin til Kunoyar ein skandala
Jógvan spyr um álvarsligar avleiðingar a…
Røtt tøl í Norð­lýsi­num - ivasamur lesifø…
Lýsing