Lýsing
Lýsing
Lýsing
Hjalti Josephsen, stjóri í Norðhús og Jógvan Skorheim, borgarstjóri

Sáttmáli undirskrivaður - KÍ fær betri umstøður

SKRIVAÐ: Tíðindaskriv  |  12.07.2018 - 13:42 Ítrottur Tíðindaskriv

Í dag hevur borgarstjórin undirskrivað sáttmála við Norðhús um at byggja nýtt skýli við fótbóltsvøllin við Djúpumýru. Verkætlanin er býtt í tvey byggistig, har fyrsta byggistig er at byggja skýlið við tilhoyrandi sitiplássum, sum verða knøpp 300 í tali.

Annað byggistig er at innrætta kjallaran, ið skal hýsa tveimum stórum umklæðingardeildum, dopingrúmi, dómararúmi, eini sonevndari mix-zone og ymiskum skrivstovum til eitt nú ungdómsfótbólt og annað – alt gjørt í samsvari við ásetingar, sum UEFA krevur.

- Hetta hevur verið ein sera drúgv tilgongd, men somikið størri er gleðin, sigur Jógvan Skorheim borgarstjóri.

- Hetta fer at lyfta fótbóltsumstøðurnar í okkara kommunu á eitt nógv hægri støði og er viðvirkandi til, at vit náa okkara málsetningi um at spæla europeiskan fótbólt við Djúpumýru í framtíðini, sigur borgarstjórin.

 

Jógvan Skorheim og Hjalti Josephsen skriva undir sáttmálan

 

Eftir ætlan fer Norðhús í gongd við byggingina fyrst í september, og er kostnaðurin fyri fyrsta byggistig settur til 11,6 mió. kr.

Lýsing
Seinastu tíðindini
50 ár síðan Reyðu Khmerdrápini
Verja og visiónir
Eina stóð ph.d.-verjuna væl og virðiliga
Grant er í Klaksvík hvønn dag
Landið má leggja trýst á kommunur
Mjølnir enda á heimavølli
Sáttmáli undirskrivaður um lækna­miðstøði…
Aðalfundur verið í Íverksetara­húsinum
Methøg søla av elorku og methøg framleið…
Virkið vár byrjar og endar við renning
33 nýggjar íbúðir á Argjum
Havsbrún í Fuglafirði - 365 dagar uttan…
Útróðurin hevur ongan góðan í tinginum o…
Skíggjanýtsla og antibiotika ovast á dag…
Fiskimála­ráð­har­rin tekur og gevur
Rannvá Dahl vart ph.d. á Københavns Univ…
Kent ”Kenno” Petersen í Varpinum
Stjørnan hevur aðalfund
Nógv tann størsta stoypingin í Norðoyggj…
Heðin Kambsdal sýnir fram í Gamla Seglhú…