Lýsing

Minningarorð um Petur Slyne

SKRIVAÐ: Felagið Føroysk Marknaðarfólk  |  12.07.2018 - 14:18 Tíðindi

7.7.18 var ein myrkur dagur fyri føroyska marknaðarføring - tá andaðist knappliga ein av dugnaligastu og mest kreativu eldsálum innan okkara yrki alt ov tíðliga.

Petur var ikki bert ein sera dugnaligur grafikari, hann skilti marknaðarføring og sølu sum fáur. Nógvar av størstu fyritøkunum í Føroyum hava notið gott av ráðgeving hansara ígjøgnum tíðirnar. Petur var eisini sera fyrikomandi, jaligur og dámligur at arbeiða saman við.

Petur Slyne hevur verið ráðgevi hjá nógvum av limafeløgunum í FFM, og grafisku fingramerkini hjá honum fara at liva víðari í langa tíð umvegis tað framúr arbeiði, hann hevur lagt eftir sær.

Orðatakið “maður kemur í mans stað” verður oftani brúkt, men tað er torført at fáa eyga á í hesum førinum, tí Petur sat inni við ómetaliga nógvum royndum og vitan innan marknaðarføring og um  føroyska marknaðin, og dugdi eisini at aktivera sína vitan. Hann var dugnaligur íverkseti og dugdi sera væl at síggja nýggjar møguleikar, har hann kundi brúka sínar eginleikar innan yrki.

Petur byrjaði sum lærlingur í Fiskasølu Føroya og arbeiddi í nýggju marknaðardeildini har, sum tá hevur verið eitt nógv minni kent yrki enn tað er í dag. Síðan tá hevur hann verið við til at stovna nógvar fyritøkur ímillum ár og dag innan lýsingar-, blað-, tónleika- og undirhaldsvinnuna. Petur hevur seinastu árini verið við til at ríka føroyska tónleikapallin við vælumtóktu festivalunum Voxbotn og  Tórsfest. Hann var eisini stovnari av Voxpop radio. Harumframt átti hann part í bilasøluni Wenzel og Angus Steakhouse.

Vit hava mist ein av okkara stinnastu eldsálunum innan marknaðarføringsyrki alt ov tíðliga og í sera virknum aldri. Petur Slyne gjørdi eitt stórt arbeiði fyri føroyska marknaðarføring og ríkaði Føroyar við eínum kreativiteti. Hann hevði heilt víst nógv meira at geva av bæði innan marknaðarføring, sum íverkseti og sum menniskja, men so skuldi ikki vera – Petur doyði á Ríkissjúkrahúsinum 7.7.2018 og var jarðarður 11.07.2018.

Samkensla okkara er við teimum avvarandi og við hesum orðum lýsa vit frið yvir minni hansara.

 

Lýsing
Seinastu tíðindini
Bara tveir føroyskir áskoðarar
Kannaðu sílastovnin í Gravará
Jóannes Bjartalíð í toppformi
Regn í kvøld – nakað av vindi í nátt
Líðhamar 14.500 pund
Javnt góður fiski­skapur
Jákup B góðan túr undir Føroyum
(Aserbadjan-Føroyar) Tvær broytingar
Barking up the wrong tree
KÍ hevur sett venjara til kvinnu­liðið
Hugnaløta í Smæruni
Faktuell rættleiðing
H2O í Æðuvík
Stanley Samuelsen í Spania­stovu
Jólahugni við søtum til góman og heilan
At útseta til síðstu løtu
Ársmappa, árbók og jólamerki 2018 frá Po…
Nanna Knudsen nýggjur apotekari á Norðoy…
Gott veður í dag
Temja tað enska við føroyskum