Lýsing
Lýsing
Lýsing

Nýtt veganavn í Klaksvík - Skrivaragryftin

SKRIVAÐ: John William Joensen  |  13.07.2018 - 13:56 Politikkur Tíðindi

Skúlavegur eitur nú Jógvan Waagsteinsgøta, og vegurin sum áður at Jógvan Waagsteinsgøta eitur nú Við Djúpumýru. Vegurin suður úr Gerðagøtu (omanfyri KFUM) eitur nú Skrivaragryftin.

Á býráðsfundi tann 21. Juni samtykti býráðið m.a. flyting av kendum veganavni og tvey nýggj veganøvdn "Við Djúpumýru" og "Skrivaragryftin", eftir tilmæli frá serligu gøtunavnanevndini hjá býráðnum.
 
Brot úr fundarbókini hjá Klaksvíkar Býráð:
 
 
…..
 
Jógvan Waagsteinsgøta – uppskot til navnabroyting
Nevndin skjýtur upp, at vegurin Jógvan Waagsteinsgøta fær navnabroyting til Við Djúpumýru
Upprunaliga er talan um mýrulendi. – Tilmæli nevndarinnar um navnabroytingina er treytað av, at navnið Jógvan Waagsteinsgøta ikki fellur burtur, men verður flutt á annað stað. (Sí mál 18/00727)
 
Skúlavegur (frá Biskupstøðgøtu til Ziskagøtu) – uppskot til navnabroyting
Nevndin mælir til, at Skúlavegur (frá Norðoya Sparikassa) og yvir á Skúlatrøð broytir navn til
Jógvan Waagsteinsgøta.
Skúlavegurin varð kallaður soleiðis, tí hann gekk yvir á trønna sum kallaðist Skúlatrøð, - hetta tí staðið skuldi nýtast til skúla.
Ein skúli er m.a. mentanarháborg fyri yngru borgararnar, ein týðandi partur í samleikamenningini hjá børnum og ungum, og tað, at túrurin frá skúlanum - eitt nú oman á Bókasavnið - fær navnið hjá Jógvan Waagstein, heldur nevndin vera hóskiligt.
Jógvan Waagstein, (1879-1949) er undangongumaður á fleiri økjum, lærari, tónleikari, sang- og sálmaskald og myndlistamaður.
Hann er fyrsti listamaður, ið setur Norðoyggjar á Føroyakortið.
Í 2019, tá skúlin væntandi verður tikin í nýtslu, eru 140 ár síðani Jógvan Waagstein var borin í heim.
 
 
Vegurin suðurúr Gerðagøtu ( omanfyri KFUM)
Nevndin skjýtur upp, at vegurin fær navnið Skrivaragryftin
 
Skrivaragryftin er har, sum KFUM og K er í dag. Símun Hansen hevur fingið hesa frágreiðingina um navnið. Gamla gøtan úr Gerðum í Vág gekk um eina á, sum rann millum Gamla Skúla og KFUM og K. Nakrir góðir løgasteinar lógu um hesa ánna, sum var rópt Gryftin. Einaferð - fyri langari tíð síðani – tá skrivarin (sorinskrivarin) var norðuri í Klaksvík og kom niðan í Gerðar, var hann áhaldsin og gleið á løgasteinunum í ánna. Av tí skal navnið, sambært Símuni Hansen vera komið. (citat úr Klaksvíkar Søgu eftir Hans Andrias Sólvará - bind 2, s.261)
 

Lýsing
Seinastu tíðindini
Lands­stýris­maðu­rin lýst svartkjaftakunng…
Lutur Mansins í Fosturtøkuni
Flaggdagshald
USS Albany í Nólsoyarfjørð
Hoydalar til Tjóðpall og Symfoniorkestur
Semjan um tøkugjøld­ini hevur stóran týdn…
Mjølnir og SÍ spæla fyrru FM-finaluna í…
Vei teimum ið kalla ilt gott, og gott il…
Eystanljóð á kórferð í Skotlandi
Pison við kós á Flemish Cap
NEXUM til DM í íverksetan
Myndarøð: KÍ úti av steypakappingini
Triðja KÍ-tapið móti HB áðrenn flaggdagi…
Trý aðalstjórastørv leys at søkja
Býráðið roynt nýggja borðið
Burhan G á OY Voxbotn 2024
Formula umboðar Marel í Føroyum
15 landmátarar á skeiði
Várframsýning hjá Anniku
Loyvisgjaldið skal byggja á skattliga úr…