Lýsing
Lýsing
Lýsing

Russiska fregnartænastan breyt inn í telduskipanir hjá meira enn 300 leiðandi Demokratum

SKRIVAÐ: John William Joensen  |  15.07.2018 - 16:24 Politikkur

Amerikanskir miðlar kallað avdúkingarnar í samband við at Russiska fregnartænstan blandaði seg uppí amerikanska valið, fyri skakandi og trýsti á amerikanska forsetan er ógvusligt tá hann hitter Putin á toppfundi í Helsinki mándagin.

Amerikanska løgmálaráðið hevur stevnt 12 russiskum herðnarligum fregnartænastufólkum fyri at hava samskipað og framt eitt ógvusligt álop á Demokratiska flokkin undir seinasta valstríðnum um amerikanska forsetasessin.
 
Úr ákæruritunum framgongur, at tey m.a. hava søkt at meira enn 300 fólkum, sum vóru knítt at Hillery Clinton og Demokratiska flokkinum undir valstíðnum.
 
Tá teir vóru komnir in í telduskipanirnar hjá Demokratunum brúktu tey leitiorð sum “Hillery”, “Cruz” (Táverandi forsetavalevni hjá Demokratunum Ted Cruz), “Trump” og “Benghazi investigation”  fyri at stjala document sum høvdu við hesi umstríddu evnini at gera.

Í ákæruritinum stendur eisini at russisku fregnartænastufólkini og hakkarar brúktu tað nýggja digitala gjaldoyra “Bitcoin”, sum var ein sera góð hjálp hjá teimum, at umgangast vanliga bankakervið, sum í dag er sera strangt regulera. Bitcoin hjálpti teimum at krógva identitetin hjá persónunum og keldurnar har peningurin stavaði frá.
 
Krevja svar frá Putin
Nú topp fundurin millum Trump og Putin nærkast, eru alsamt fleiri politikarar í USA, sum krevja at forsetin setur stólin fyri dyrnar hjá russiska forsetanum og krevur at Putin útleverar tey 12 ákærdu fregnartænastufólkini. Men eygleiðarar vanta ikki at hesi fólkini nakrantíð fara at standa framman fyri ein amerikanskan dómarar.
 
Les meira her

Lýsing
Seinastu tíðindini
Elsebeth Mercedis: Vit eiga framhald­andi…
Heðin Mortensen stillar upp aftur
50 ár síðan Reyðu Khmerdrápini
Verja og visiónir
Eina stóð ph.d.-verjuna væl og virðiliga
Grant er í Klaksvík hvønn dag
Landið má leggja trýst á kommunur
Mjølnir enda á heimavølli
Sáttmáli undirskrivaður um lækna­miðstøði…
Aðalfundur verið í Íverksetara­húsinum
Methøg søla av elorku og methøg framleið…
Virkið vár byrjar og endar við renning
33 nýggjar íbúðir á Argjum
Havsbrún í Fuglafirði - 365 dagar uttan…
Útróðurin hevur ongan góðan í tinginum o…
Skíggjanýtsla og antibiotika ovast á dag…
Fiskimála­ráð­har­rin tekur og gevur
Rannvá Dahl vart ph.d. á Københavns Univ…
Kent ”Kenno” Petersen í Varpinum
Stjørnan hevur aðalfund