Lýsing
Lýsing

Skrivaragriftin

SKRIVAÐ: Sólfinn Hansen  |  15.07.2018 - 21:45 Lesarabrøv Tíðindi

Í Norðlýsinum, netútgávuni, dagf. 13.07.2018, verður undir yvirskriftini “Nýtt veganavn í Klaksvík – Skrivaragryftin” skrivað, at samtykt er at geva veginum eystanfyri KFUM & K navnið Skrivaragryftin.

Nevndin grundgevur soleiðis fyri navninum:

Skrivaragryftin er har, sum KFUM og K er í dag. Símun Hansen hevur fingið hesa frágreiðingina um navnið. Gamla gøtan úr Gerðum í Vág gekk um eina á, sum rann millum Gamla Skúla og KFUM og K. Nakrir góðir løgasteinar lógu um hesa ánna, sum var rópt Gryftin. Einaferð - fyri langari tíð síðani – tá skrivarin (sorinskrivarin) var norðuri í Klaksvík og kom niðan í Gerðar, var hann áhaldsin og gleið á løgasteinunum í ánna. Av tí skal navnið, sambært Símuni Hansen vera komið. (citat úr Klaksvíkar Søgu eftir Hans Andrias Sølvará - bind 2, s. 261)

 

Spurningurin er, um tað er rætt at stavseta orðið Skrivaragryftin við seinna y, heldur enn Skrivaragriftin við fyrra i. Úr Sjúrðarkvæðunum, táttinum “Regin Smiði”, varianti D (CCF 1D-I), ør. 118, hava vit regluna “Grav tú griftir tríggjar” við fyrra i. Móðurmálsorðabókin hevur eisini bara grift við fyrra i, ikki gryft:

grift -ar -ir kv2
1 grøv (1), gryvja
2 grøv (3), griftin stóð frá honum

og somuleiðis hevur Móðurmálsorðabókin sagnorðið “at grifta”, eisini við fyrra i:

grifta -aði s30
(stb.) grava veitir, skera upp haga, hann fór í hagan at grifta

Norrøna orðið er grǫptr (finst eisini sum grǫftr), og serliga teknið ǫ er ikki til longur, men er
aloftast vorðið til ø, eisini her hjá okkum, grøv. Á norskum og donskum er grǫptr eisini blivið
til grøft, og á norskum hava tey síðuformin greft. Øll hesi eru avleiðslur av sagnorðinum at
grava. Haðani hava vit eisini fingið grev og gryvja. Tað er møguliga orðið gryvja, ið hevur
gjørt, at grift er stavað við y í uppskotinum.


Orðið grift verður ikki nógv nýtt í dag, men tó kemur tað fyri, t.d. á heimasíðuni Tingstaðir, har greitt verður frá, at:

Hesin hugtakandi steinringurin, sum er umgirdur av verjugarði og grift, hevur
framvegis 27 av teimum upprunaligu 60 steinunum.


Sostatt eru keldurnar Móðurmálsorðabókin, kvæðini og nútíðarføroyskt á einum máli um at stava orðið grift við fyrra i.
Tí er Skrivaragriftin við fyrra i allarhelst rættari enn Skrivaragryftin við seinna.

Sólfinn Hansen

Lýsing
Seinastu tíðindini
Veðrið á páskum
Fantastiskt Requiem í Varpinum skírisdag
Jákup B. Andreasen kann skjótt blíva klá…
Requiem í Varpinum skírisdag
Ein heimskendur hándverkari! 
Framsýning á Viðareiði á páskum - Undir…
Sangkórið og Jógvan Mortensen syngja í B…
Áhugaverdur djóragarður í Kunoy
Aðalfundir og lagnusøgur á Krígssavninum
Meistarar og lærisvei­nar í Gøtu
Fyrsta Reyða Kross Summarlegan
Pengar fyri bøtur úr Føroyum eiga at far…
Klaksvík kosið millum vakrastu býir í he…
Mass Hoydal leiðari fyri Visit Runavík
Svimji­høllin um Páska­høgtíðina
Frá Melodi Grand Prix til FríðuTónar
Hiddenfjord fingið altjóða góðkenning fy…
Stór ungdóms­páskastevna í Havn um vikusk…
Uni Holm Johannsen: - Tann fyrsta breið…
Stór listaframsýning við Løkin