Lýsing
Lýsing
Lýsing

Politiið hevði sektaruppskotið klárt áðrenn skipið kom á Fuglafjørð

SKRIVAÐ: John William Joensen  |  16.07.2018 - 09:52 Tíðindi

Málið um fiskin, sum skal verða útblakaður umborð á  Nærabergi er eitt rættilga óvanligt mál.

 
Norðlýsið hevur tosað við Reiðarríði, Vørn og Politiið í morgun og sum skilst er hetta fyrsta málið av sínum slag, sum politið í Føroyum hevur havt.
 
Reiðarin í JFK Hanus Hansen, vil ikki gera viðmerkingar í løtuni, men váttar fyri Norðlýsinum at skiparin á Nærabergi er ákærdur fyri at hava blaka fisk út og at politiið hevur kravt trygd fyri einum sektaruppskotið.


Frá Politinum og Vørn verður sagt at talan er um eitt serstakt mál.


Vanligt er í slíkum málið at tað er sjóverjan, sum ger kanningar og avdúkar at fiskur verður útblakaður, men í hesum málinum er tað eygleiðarin, sum Vørn hevur umborð á Nærabergi, sum í raportunum hann sendir til VØRN ger vart við at fiskur verður útblakaður hóast tað er ólógligt. Vørn meldar síðani málið til politiið, sum stendur klárt á bryggjuni í Fuglafirði tá Næraberg leggur at bryggju.


Tá Politiið kemur umborð hevur Politiið longu eitt sektaruppskot klárt og ein lista við nøvnum yvir navngivnar sjómenn umborð, sum politið vil sleppa at avhoyra beinan vegin. Tað er ikki vanligt at nakar annar enn skiparin verður avhoyrdur í slíkum málið og enn er so einans skiparin ákærdur.


Sum skilst er skiparin á Nærabergi óvitandi  um at nakar trupuleiki er um borð.
 
Tá vit tosaðu við Politi fyri løtu síðan, søgdu teir at orsøkin til at sektaruppskotið var gjørt áðrenn skipið var tikið, ella hevði havt møguleika at viðmerkt, var at so kundi reiðarríði veita ein trygd so skipið slapp aftur til fiskiskap beinan vegin.
 
Politiið upplýsir ikki hvussu nógvur fiskur skal verða blakaður út.

Sambært Politistøðini í Havn er tað ikki nøgdin sum er avgerandi, tí tað er bannað at blaka fisk út í heila tikið, og tí kundi tað eins væl verði ein fiskur.

 

Meira seinri

Lýsing
Seinastu tíðindini
Okkara framtíðar Klaksvík
Býráðsfundur mikudagin 24. apríl
Søguløta á Klaksvíkar bókasavni
Upptakt: KÍ-HB
Steypabrak í Klaksvík mikukvøldið
Trygd høvuðsstuðul hjá Badmintonsamb­andi…
Teitur Lassen nýggjan sáttmála við Editi…
Grøni Háskúlin letur uppaftur
Gongd á samráðingu­num hjá arbeiðarafeløg…
ABBA ” Show ” á Gníst í Nólosy 6. juli
Kavarar stóran týdning fyri alivinnuna
30 leiguíbúðir afturat – Miðbýurin í Kla…
Seafood Expo Global í Barcelona sett
GRÓA er ein bólkur vit máttu hava á G!
Grindamanna­felagið haft aðalfund
Flaggdagshald í Vágstúni 
Vøkur gáva til Varpið
Nýtt býráðsborð
Vinnan á ferð við 62°N Vinnu
30 nýggjar leiguíbúðir í Klaksvík